hósdagur 13. september 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Tað kennist á øllum brøgdum, at
uppskotið um stjórnarskipan hevur
ongan góðan í politisku skipanini
Um eina viku fer løgmaður at tosa við allar
floksformenninar á tingi at vita, um áhugi
er at leggja uppskotið um stjórnarskipan
framaftur, sum fall burtur á ólavsøku.
Í ólavsøkurøðuni vísti løgmaður á, at
stjórnarskipanararbeiðið skjótt fyllir 20
ár. Hann segði seg hava lagt nógva orku í
arbeiðið, og at tað hevði verið tungt. Hann
vísti eisini á, at talan ikki er um eitt sam
gongumál, men at stjórnarskipanin er eitt
mál fyri alt Løgtingið.
– Viljin hjá andstøðuni hevur verið av
markaður, men eg fari kortini at tosa við
formenninir eina ferð enn fyri at vita, um
grundarlag er fyri at arbeiða víðari, segði
løgmaður – og tann fundurin verður so
næsta fríggjadag.
Her er ikki tað stóra í væntu, so helst
eru vit komin líka vítt sum sítt. Andstøðan
hevur blokkerað málið, sum samgongan
heldur ikki hevur lagt tann stóra týdning
in í. Øll glorifiseringin av málinum, sum
Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Sjálvstýris
flokkurin løgdu í málið um aldarmótið er
horvin sum døgg fyri sól.
Meðan tað fyrr varð skotið við skørpum
úr báðum skotgrøvunum um, hvør var
sambandsfólk og hvør var loysingarfólk, so
er tað bara Sambandsflokkurin, sum í dag
roynir at skjóta við skørpum. Málið hjá
honum tykist vera at gera Javnaðarflokkin
til loysingarflokk. Tað brúkar sambands
formaðurin nógva orku uppá at siga fólki
– sum um tey ikki megna tað sjálvi í Javn
aðarflokkinum, um so var. Heldur enn ikki
barnsligt. Men tað vísir best, at lítil áhugi er
fyri málinum.
Tað hjálpir heldur einki, um nakrir fáir
flokkar taka málið í álvara, tá aðrir skjóta
tað niður, bara fyri at tað ikki skal eydnast.
Tí er tað helst skilagott av løgmanni at
fáa greiðu á, hvørjir flokkar veruliga vilja
royna málið í Løgtinginum – og hvørjir bara
vilja gera sær dælt av støðuni við at for
koma málinum.
Ein stjórnarskipan broytir einki upp á
gerandisdagin hjá okkum. Hon kundi stað
fest nakað, sum flestu okkara vita og føla.
Men er ikki breið semja um at viðgera
málið í álvara, so er best, at løgmaður pakk
ar tað niður í eina skuffu í Tinganesi, so
tað kann takast uppaftur, tá tingfólk eru
búgvin at viðgera málið í álvara.
Fleiri føroyskar fyritøkur hava mist stórar upp
hæddir, tí at teldusníkar hava lumpað tær. Tað
sigur grannskoðaravirkið, Januar. Granskoðarar
nir vísa á, at tað verður alsamt vanligari, at svik,
sum higartil hevur verið ókent í Føroyum, nú
eisini er farið at raka føroyska fyritøkur.
– Ein mannagongd, sum verður brúkt, er, at
teldusníkar bróta seg inn á teldupostkassar hjá
føroyskum fyritøkum og fáa atgongd til tað fakt
urar, kontoupplýsingar, og annað, sum fyritøkan
hevur fingið ella sent.
– Síðani senda teir teldubræv til fyritøkuna
og geva seg út fyri at vera ein av veitarunum.
Teir vísa til ein sendan faktura og biðja um at
senda peningin til aðra kontu, uttanlands, enn
hana, ið er upplýst á fakturanum.
– Teldubrævið líkist einum vanligum teld
ubrævi frá umrødda veitara. Og er talan um
útlendskan veitara, er jú ikki nakað illgrunasamt
í at fáa áheitan um at senda pening til kontur
í útlondum, siga grannskoðararnir. Men tað
nýggja er, at nú duga hesir teldusníkar eisini at
skriva á føroyskum.
–Tey í Januar ávara sostatt fyritøkur um
at vísa størsta varsemi, tá goldið verður til
útlendskar kontur.
– Undir ongum umstøðum eigur at verða
rindað eftir áheitanini í teldubrævinum, uttan at
hava fingið hetta staðfest við at ringja til rætta
viðkomandi, siga tey í Januar.
Stjórnarskipan í peruvellingi
Hava lumpað
stórar upphæddir
frá føroyingum
TELDUSNÍKAR
Andor Ellefsen
kommunulækna
til minnis
síða 22
Peter Jacob sigldi
saman við Knud
Lambaa
Siðsøga
síða 20-21
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
14. september
14. SEPTEMBER 2018
Kjak: Tað er einki
dulsmál, at 14. sep
tember er minnilig
asti dagur í okkara
søgu
Zakarias Wang
14. september 1946 var nevnliga fólkaatkvøða
í Føroyum. Vit hava havt fleiri fólkaatkvøður
her á landi, men á ongari av teimum hevur
luttøkan verið so stór sum á hesi.
Tað vóru heldur ikki hissini mál, talan var
um.
Føroyingar høvdu tvinnar kostir í at velja.
Annar var eitt uppskot frá donsku stjórnini,
sum bar í sær at vit gjørdust ein fullkomin
partur av Danmarkar ríki. Hitt uppskotið var
at loysa frá Danmørk.
Nú eru mong ár farin, og fá av teimum,
sum tá atkvøddu, eru á lívi. Sjálvur var eg tá
bert seks ár, men eg minnist at eg fylgdi við
móður míni tá hon fór inn í skúlan í Kaldbak
at greiða atkvøðu fyri loysing, og hvussu glað
vit vóru, tá ið vit vunnu! Hon fekk fýra synir,
og henni og mongum øðrum føroyingum fyri
at takka vórðu vit ikki noyddir upp í danska
herin. Hevði stjórnaruppskotið verið samtykt,
hevði lógin um verndarskyldu verið komin
í gildi í Føroyum, og føroyskir unglingar
høvdu verið noyddir í kríggj bæði í Irak
og aðrastaðni, har tað hevði hóvað donsku
stjórnini at senda teir.
Hesi vanlukku sluppu vit undan, tí vit
samtyktu loysing frá Danmarkar ríki.
Tað stóð einki um í samtykt okkara, nær
loyst skuldi verða. Ein og hvør veit, at fyri at
loysa ein knút krevst bæði tol og handalag,
og tað kann vera drúgt. Men hóast bakkøst
hava verið, eru mong framstig hend farnu
72 ár, sum vit hava alla orsøk til at fegnast
um. Vit hugsa ikki altíð um tey, tí tey eru so
sjálvsøgd. Tað er ikki á hvørjum degi, vit hugsa
um, at høvu vit ikki felt stjórnaruppskotið í
1946, høvdu vit als ikki havt nakran møguleika
fyri at luttaka í altjóða ítrótti sum føroyingar.
Vit samráðast sjálvi við aðrar tjóðir um
fiskirættindi, og fáa gyltan fong til lands.
Vit duga yvirhøvur ikki at ímynda okkum,
hvussu skilið hevði verið, um so var at
stjórnaruppskotið hevði verið samtykt.
Summi halda, at henda atkvøðugreiðsla
er ov gomul, og tí ikki kann galda longur.
Men nú ein dagin tosaði eg við eini hjún.
Eg spurdi nær tey giftist, og tey søgdu, at
tað var í 1946 á vári, og tey hildu als ikki, at
tað lyfti, tey tá góvu hvørjum øðrum, ikki
var galdandi longur. Hetta er í tí vanliga
borgaraliga lívinum. Tann avgerð, sum
vit tóku í 1946 um ikki at gerast partur av
Danmarkar ríki, er av fólkarættarligum slag,
og avgerðir í fólkarættinum eru galdandi
uttan tíðaravmarking. Hetta vil siga, at sjálvt
eftir at øll tey, sum atkvøddu í 1946, eru deyð,
er úrslitið galdandi fyri tey sum tá liva bæði
her og í Danmørk, og skyldan hjá teimum, ið
tá ríkja, er framvegis at seta tað í verk, sum vit
samtyktu 14. september 1946.
Okkum er tí gott í væntu.