Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2018síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMEBER 2018 SOSIALURIN 106 26 TRÓNDUR ARGE U m vikuskiftið verður 22. umfar í Betri deild­ini hjá monnum. Á pappíri­ num verður størs­ti dyst­ur­in í Gundadali, har HB fær vitjan av NSÍ. Vit á Sosialinum hava longu ynskt HB til lukku við meistaraheitinum, men tað var eisini bygt á nakrar treytir, har HB fær tey neyðugu stigini. Vinnur NSÍ, meðan Kí vinnur á Eiði, so er ein lítil møguleiki fyri spenningi, tí um tvær vikur møtast KÍ og HB. Í niðurflytingarstríðnum sær alt eisini út til at verða avgjørt, men kunnu AB og 07 Vestur hála óvænt­aðar sigrar til sín, so heldur ein partur av spenninginum sær. Um ikki, so er vandi fyri, at tað verður slett ongin spenningur í lands­kappingini restina av kapp­ ingar­árinum. HB – NSÍ Sunnudagin klokkan 15 Tað sær so gott út hjá HB, at Ítróttar­Sosialurin eftir fara um­far, ynskti HB til lukku við meistara­ heiti­num. Hetta er sjálvandi treyta av, at teir halda ein part av tí formi­ num, sum teir hava víst hetta kapp­ ingarárinum. Millum annað hevur liðið ikki sett stig til móti sokallaðu “botn fimm”. HB hevur bara tapt tvær ferðir í ár. Seinna ferðin var móti júst NSÍ á ólav­søku. Ein ósigur, sum hevur sett síni spor, men havnarmenn reistu seg eftirfylgjandi. Higartil bendir lítið á gummibein, men tað er ongin ivi um, at teir í NSÍ hava ein trúgv upp á, at tað ber til at vinna á HB í Gundadali. Runavíkingar hava staðið seg væl í seinnu hálvu, har spælið eisini hevur verið framúr til tíðir. Tí kom tað eisini eitt sindur óvæntað, at runavíkingar taptu fyri einum skerd­um B36-liðið í fara umfari. Hesin ósigurin ber við sær, at NSÍ ikki hevur nakran møguleika at leggja trýst á í FM-stríðnum. Tó eru teir í hørðum stríði um silvur­ heiðurs­merkini. Tað er eitt sindur ringt at avlesa NSÍ, men higartil hevur verið lætt­ ari at avlesa HB-liðið og teirra av­rik. NSÍ er uttan Bárð J. Hansen, sum hevur leikbann, meðan Øssur Dal­búð er skurðviðgjørdur. Avrikið hjá HB kemur helst at líkj­ast sær sjálvum, meðan ósigurin hjá NSÍ setur síni spor. Ein javnur dystur, har HB er ein lítil favorittur á heimavølli. SOSIALURIN TIPPAR: 2-1 Skála – KÍ Sunnudagin klokkan 15 Eftir dystir uttan sigur, vann Skála stór­sigur á 07 Vestur í farna umfari. Vit 5-0 sigurinum á vágamonnum hevur Skála aftur fingið luft til niður­flytingarstríðið. Tað er sum so ongin vandi á ferð, men tað sær nú betri út at vera nummar seks enn nummar átta. KÍ royndi seg við góðum spæli í Klaksvík undan lands­liðs­steðgi­ num, men javnleikurin móti Vík­ ingi er enn ein staðfesting av, at HB er á FM-kós. Klaksvíkingar hava tíggu stig upp til 1. plássið, so tað snýr seg í stóran mun um hjá KÍ at fast í silvurheiðursmerkjunum. KÍ misti síni fyrstu stig í hesum kapp­ingarárinum í ár á Skála. Eftir fimm sigrar upp í slag spældi KÍ mál­leysan javnleik á Skála. Stutt undan ólavsøku møttust liðini í Klaks­vík, har KÍ tóktist hava við­ rák eftir góð avrik í Evropa. KÍ vann 3-1. KÍ hevur fyri kortum tryggj­að sær Semir Hadzibulic og Deni Pav­ lovic fyri komandi kapp­ingar­árini. Teir eru lyklaspælarar á liðnum. Hóast liðini hava spælt javnleik á Skála fyrr í ár, so kemst illa uttan­ Ikki við: Jobin Drangastein (leikbann, 4 gul), Jónas Stenberg (skaddur) Ikki við: Lukasz Cieslewicz (langtíðarskaddur), Jónas Tór Næs (langtíðarskaddur), Benjamin Heinesen (leikbann), Róaldur Jakobsen (skurðviðgjørdur) Við aftur: Robert Heðin Brockie (eftir leikbann) Ivasamur: Bjarni Petersen (fótlið) Ikki við: Leif Niclasen (Brotið fótin), Rói Olsen (Brotið fótin), Fríði K. Johansen (Brotið fótin), Arnar Dam (Farin av landinum) Ivasamir: Oddur Højgaard, Arnbjørn Hansen, Andras Olsen Ikki við: Sebastian Pingel (knæið, langtíðarskaddur) Ikki við: Hákun Edmundsson (Lærkrikin, ógreitt hvussu leingi) LIÐ TÍÐINDI B36 KÍ HB AB EB/STREYMUR Upptakt 22. umfar: SEINASTI MØGULEIKIN FYRI SPENNINGI FÓTBÓLTUR: Upptakt 22. umfar Sunnudagin er møguleiki fyri, at næstan ongin spenningur er eftir í landskappingini. Feløg sum 07 Vestur, AB og NSÍ mugu vinna sínar dystir, um alt ikki skal verða avgjørt longu nú