Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. september 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19.september 2018 · Nr. 108 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Speiskur var hann, formaður Mið­ floks­ins, í viðmerking til Javn­að­ar­ flokk­in nú um dagarnar. Høvið til speisku viðmerkingina var, at forkvinna Javnaðarfloksins á tingi nú hevði slíka umsorgan fyri spring­ar­um, – eftir mishátta dráp­ið í Streymnesi, at nú er tíð at kalla sam­an allar landsins grinda­ for­menn at viðgera, hvussu vit gera við stakk­als springararnar fram­yv­ir: »Meðan heilsufrøðingar, og onn­ur við innliti í støðuna før­ oyska fam­ilj­an liv­ir und­ir, rópa var­skó og bøna ráðandi pol­it­ik­ ar­ar um at vakna, so kem­ur Javn­ að­ar­flokk­ur­in í gjár við ein­um tí­ð­ind­a­skrivi, har tey, í­stað­in fyri upp­skot um her og nú átøk at hjálpa teim­um, sum »mangla tak yv­ir høvd­ið«, heita á lands­stýr­ið um: »at kalla grinda­for­menn­inar sam­an í stund­ini«, og at »bíða við at halda spring­ar­um til«. Vit kunnu smílast og hugsa sum so, at hetta hevur Javn­að­ar­ flokk­ur­in biðið um, tá um­sorg­an­in fyri spring­ar­unum verður hild­in sam­an við í­búð­ar­neyð­ini – ser­ liga í­búð­ar­neyð­ini hjá smá­barn­a­ fam­ilj­um, sum heilsu­frøð­ing­ar­nir vístu á her í blað­num fyri viku síð­ani. Sjálvandi skal skil vera í spring­ a­r­a­d­ráp­i­num. Men okkurt er skeikl­að, tá tað er meira um­ráð­ andi at fáa skil á, um vit skulu drepa spring­ar­ar ella ikki, enn tað er at tryggja barn­a­fam­ilj­um tak yv­ir hvødið. Er politikkur løgin, so eru pol­i­ tik­arar sannilga eisini løgnir. Eitt so einfalt mál, sum tað at menn bróta grindareglugerðina í einum grind­a­drápið fær politikarar upp úr stól­i­num. »Tíðindaskriv« eftir »tíð­inda­skriv« kemur frá ymsum poli­tik­arum um, at nú mugu aðrir part­ar takast fyri. Men tá tað snýr seg um smá­ barna­fami­lju­rnar, sum ikki hava tak yvir høvdið, so er tað »eitt pos­i­ tivt pro­blem«, tí at vit hava havt so stór­an fólkavøkstur seinnu árini – nógv meira, enn nakar hevði rokn­ að við. Jamen er tað ikki gott? Skluu vit ikki fegnast um tað, leggja ym­iskt annað til viks og gera alt, sum stendur í okkara valdi at fáa hes­um nýggju borgarum tak yvir høvd­ið? Arbeiðið er til allar hend­ u­r, men tak yvir høvdið hava ikki øll. Um vit siga, at sýslumenninir taka sær av grindadrápinum, og pol­i­tik­ar­ar­nir hugsavna seg um at veita heim­leysu familjunum tak yv­ir høvd­ið í staðin fyri at keglast við grinda­formenn, so hevði helst nógv ver­ið vunnið. Kanska ein tiltrongd áminning til Javnaðarflokkin SPRINGARAR OG ÍBÚÐARNEYÐ Húsa­ garður verdur at varðveita JÓHANN MORTENSEN KJAK SÍÐA 14 Eitt bjart ljós slóknað MINNINGAROÐR SÍÐA 16-17 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tá gøtumenn eiga bankan í Havn, so verða gøtu­nøvnini sjálv­andi hareftir Smyril Line er farið at byggja nýtt hotell við R. C. Eff­er­søesgøtu í Havn – á stykknum hjá BankNordik, har gamli Húsagarður enn stendur. Síðani bankin flutti niðan á heyggin – sum hevur inn­koyr­ing av Tjaldursvegi norð­an­fyri, hava ver­ið tvær gøt­ur at ganga eftir niðan av R. C. Eff­er­s­øes­gøtu. Hetta hevur lætt um hjá teimum, sum koma til gongu úr bý­ num og hava ør­indi í bankan. Síðani ríkmenn í Gøtu keyptu banka­bygn­ing­in fyri at hjálpa BankNordik, hava hesar báð­ar gøtur fingið nýtt navn. Tann norðrara verður nevnd »Norð­a­gøta« og tann syðra verður nevnd Syðru­ gøta. Sum landið ligg­ur beint nú, so verður nýggja hotellið bygt út yvir »Norðr­agøtu«, sum tí er griv­in av. Havn­ar­ fólk til gongu mugu tí ann­ að­hvørt ta tungu leið nið­an á Tjald­urs­veg ella ganga niðan gjøgn­um »Syðru­gøtu«, vilja tey ør­indi í bankan. – Ella kanska Smyril Line ger eina nýggja gøtu mitt í mill­um hin­ar­ báð­ar, sum hósk­andi fer at eita »Gøtu­ gjógv«? Hava grivið Norðragøtu av – Syðrugøta hórar undan – Sjó­mans­miss­ ión 1918-2018” Í ár hevur Føroyska Sjó­ mans­miss­i­ónin 100 ár á baki, og í hes­um sambandi hevur Frants Jensen, journalistur, Fugla­fjørður, skrivað sera for­vitn­is­liga bók. Bókin gevur lesaranum eitt søg­u­ligt yvirlit, frá byrj­ an og heilt til okkara dag­ar. Nomið verður við íðin und­an­ gong­u­fólk og virkin tænast­u­ fólk gjøgn­um tíðirnar, eins og for­vitnisligar hending­ar. Ar­beið­ið byrjaði í Suðuroy, men breiddi seg um alt land­ ið við sjómansstovum og sjó- mansheimum. Sjó­mans­ miss­i­ón­in fylgdi eisini við føroyskum fiskimonnum til Ís­lands, Grønlands, Bretlands og Dan­markar. Soleiðis er ein høv­uðs­tráð­ur gjøgnum bókina, at arbeiðið støðugt hev­ur verið lagað til broyttu um­støð­ur­nar hjá serliga fiski­ monn­um okkara. Bókin kemur eisini inn á brotið eftir seinna heims­bar­ daga, tá sjómansmissiónin fór í tví­n­ing­ar. Í nýggjari tíð hev­ ur ein høvuðstáttur verið at vitja umborð á skip og bátar í Før­oy­um, um­framt mongu sjó­mans­ kvinnu­r­ing­ar­nir kring landið. All­ir hes­ir tættir verða lýstir í bók­ini. At enda eru stuttar sam­røður við sjómenn í dag, um hvat teir halda um sjó­ mans­miss­iónina. “Lívg­að sjófólk í eina øld” er 214 blaðsíður, við hóp­in av for­vitn­is­lig­um mynd­um, bæði svart­/hvít­ar og í litum. Bókin kost­ar 259 kr. og fæst í bóka­ handlum og øðrum handlum kring landið, umframt frá Heima­miss­ións­for­lag­num, her­und­ir nethandlinum keyp. mission.fo Seinni í september og í ok­tober skipar Føroyska Sjó­mans­miss­ión­in fyri seks hugn­akvøldum um landið, og tá v­erður bókin eisini løgd fram. Lívgað sjófólk í eina øld Nú ber ikki longur til at ganga eftir »Norðagøtu« í Mexico í Havn niðan til BankNordik... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin