Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. september 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. september 2018 · Nr. 108 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Krabbameinsfelagið Almennur fyrilestur um seinfylgjur eftir krabbameinssjúku og krabbameinsviðgerð Mánakvøldið 24. september kl. 19.00 verður fyrilestur um seinfylgjur eftir krabbameinssjúku og viðgerð. Fyrilesturin verður í Smæruni, J.H. Schrøtersgøta 9 í Havn. Fyrilesturin heldur Marianne Nord Hansen, forkvinna í seinfylgjufelagnum í Danmark. Marianne Nord Hansen hevur sjálv havt krabbamein og hevur í nógv ár ráðgivið og vegleitt fólki, sum hava seinfylgjur. Viðgerð fyri krabbamein er tíbetur batnað nógv seinastu árini og alsamt fleiri verða frísk. Tað eru tíverri nógv sum fáa seinfylgjur av sjúkuni og viðgerðini. Seinfylgjurnar kunnu vera til stóran ampa, og tær kunnu eisini vísa seg, tá ið long tíð er fráliðin. Marianne Nord Hansen fer at greiða frá vanligastu seinfylgjunum og hvør viðgerð er fyri tær. Eisini hvat kann verða gjørt fyri at lætta um og hvørjum hildið skal verða eyga við, tá ið tað talan er um seinfylgjur. Fyrilesturin verður mánakvøldið 24. september kl. 19.00 í Smæruni í húsinum hjá Starvsmannafelagnum, J.H. Schrøtersgøtu 9 í Havn. Ætlar tú tær at koma, sig so frá á kmf@krabbamein.fo ella ring 317959. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. Grønlandsvegur 58 ۰ Box 1216 ۰ FO-110 Tórhavn ۰ Tel. +298 317959 Krabbameinsfelagið ۰ ráðgevur, hjálpir og umboðar krabbameinssjúk og teirra avvarðandi ۰ upplýsir um krabbameinssjúkur og fyribyrging ۰ stuðlar og upplýsir um gransking í krabbameini Vilt tú vita meira, ella hevur tú tørv á hjálp, ráð ella vegleiðing, ert tú vælkomin at seta teg í samband við felagið á tel. 317959 MIÐSTOVUGARÐUR Á SANDI Tlf. 220203 Vit selja við Magn í Klaksvík, fríggjadagin 21/9. frá kl. 11. til 14. Og leygardagin 22/9 við M.B.M. í Hoyvík frá kl. 10. til 15 Miðstovugarður selur í við Magnstøðirnar í Klaksvík og M.B.M. í Hoyvík EPLI-GRØNMETI- NEYTAKJØT Heygum & Petersen advokatar | Bøgøta 16 | postboks 164 | FO-110 tórshavn Tlf. 351710 | fax 351711 | hp@adv.fo | www.adv.fo Stór sethús við tilhoyrandi seyðahúsi, fjósi og hoyggjhúsi í Trongisvági verða hervið lýst til sølu. Trøðin rundanum húsini er til víddar 20.596 m2, sum alt er dyrkað. Húsini standa høgliga fyri við góðum útsýni og í friðaligum umhvørvi á adressuni Við Rangá 18, Trongisvágur. Atkomumøguleikarnir eru góðir við lítlari ferðslu. Húsini eru bygd í 1951 og umbygd í 1962. Tilfar: Húsini eru gjørd úr betong og timbri. Húsini eru í 2 hæddum. Niðarahædd er býtt upp í búrúm, seyðahús, fjós- silo- og slaktirúm. Búparturin er til víddar umleið 165 m2, við sambygdum seyðahúsi uppá 51 m2, umframt fjósi og silo- og slaktirúmi uppá ávikavist 15 m2, 13 m2 og 15 m2 Niðara hædd er innrættað soleiðis: Havastova, gongd, køkur, 3. stovur, kamar, bað/wc. Ovara hædd er innrættað soleiðis: Loftsrúm, 4 sovikømur, bað/wc. Hjallur /úthús hoyrir somuleiðis til húsini. Prísuppskot kr. 1.500.000,00. STÓR SETHÚS Í TRONGISVÁGI VIÐ TILHOYRANDI TRØÐ UPPÁ 20.596 m2, - TIL SØLU GRUNDØKI Í TRONGISVÁGI UPPÁ 643 m2, - TIL SØLU Støðufrágreiðing fyriliggur ikki. Eitt grundstykki uppá 643 m2 Í Heygunum 6, Trongisvágur, verður hervið lýst til sølu. Grundstykkið er slætt, og er lætt at grava út og planera. Stykkið liggur annars høgliga fyri beint við vegin, og hevur soleiðis beinleiðis atgongd til vatn- el og kloak. Prísuppskot kr. 100.000