Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. juli 2000síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 tíðindablaðið sosialurin Nr. 139 - 22. juli 2000 gult cyan magenta svart Sjúkrasystrar og almanna- og heilsu- atstøðarar/pleygarar til psykiatriska røktarøkið Á D7 eru 2 fulltíðar størv sum sjúkrasystir í skiftandi vaktum leys at søkja til setan 1. september 2000 ella eftir avtalu. Harum- framt eru 2 tíðaravmarkað størv sum al- manna- og heilsuatstøðarar/pleygarar á starvsbrøki 0,8 leys at søkja til setan frá 1. september 2000 til 31. august 2001. Endamálið við deildini er at útgreina og viðgera demens. Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum er: • at syrgja fyri, at røktin av hvørjum ein- støkum sjúklingi er so fyrimyndarlig sum gjørligt • at dagligi dagurin hevur ein friðarligan dám • at samarbeiða við aðrar starvsbólkar Á D5 er eitt fulltíðarstarv sum sjúkrasystir í skiftandi vaktum leyst at søkja til setan frá 1. september 2000 ella eftir avtalu. Deildin er ein opin deild fyri gerontopsyki- atriskar sjúklingar og dagsjúklingar. Á D2 er eitt tíðaravmarkað starv sum sjúkrasystir í skiftandi vaktum á starvsbrøki 0,8 leyst at søkja til setan skjótast gjørligt og til 31. mars 2001. Starvið er eitt far- loyvisstarv fyri sjúkrasystir í barnsburðar- farloyvi. Deildin er ein afturlatin akutt móttøkudeild við 12 seingjarplássum. Á øllum deildunum verður arbeitt saman við læknum, ergoterapeutum, fysioterapeut- um, sálarfrøðingum eins og avvarðandi sosialu skipan. Meira fæst at vita um størvini á D7 við at venda sær til Marjun Restorff, deildarsjúkra- systir, á telefon 31 35 40, lokal 357 og D2 til Birgit Andersen, deildarsjúkrasystir, lokal 422 og um øll størvini hjá Marin Vang, sjúkrarøktarstjóra, lokal 266. Løn og setanartreytir til størvini smb. sátt- mála millum Fíggjarmálastýrið og ávikavist Sjúkrasystrafelag Føroya og Føroya Pleyg- arafelag. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum verður at senda til Almanna- og heilsumálastýrið Starvsfólkadeildin Eirargarður 2 100 Tórshavn Umsóknarfreist: 6. august 2000, kl. 14.00. Landssjúkrahúsið FO-100 Tórshavn Undirvísingar- og mentamálstýrið Mentamáladeildin ENDURLÝSING Deildarleiðarar til Sjúkrasystraskúla Føroya Deildarleiðari fyri sjúkrasystraútbúgvingina Høvuðsuppgávur • Vararektari tá rektarin er burturstaddur/ burturstødd • Gerð av útbúgvingarætlan • Fyrisiting og ábyrgd av útbúgvingini • Planleggja og gera tímatalvu, evnisarbeiði o.l. • Viðgera mál viðvíkjandi lesandi • Menningaruppgávur • Undirvísa uml. helvtina av arbeiðstíðini Vit sóknast eftir einum persóni, ið • er sjúkrasystur við viðkomandi framhalds- útbúgving ella eftirútbúgving • hevur vitan um og royndir innan útbúgvingar- viðurskifti innan heilsuøkið • hevur royndir innan námsfrøði og leiðslu til at røkja ta dagligu fakligu og námsfrøðiligu leiðsluna av sjúkrasystraútbúgvingini • skal kunna samstarva við hinar leiðararnar, til at skapa eitt mennandi og skapandi umhvørvi fyri lesandi, lærarar og starvsfólk Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggj- armálastýrið og Sjúkrasystrafelag Føroya. Vegna ov fáar umsóknir verður við hesum lýst av nýggjum eftir deildarleiðara til sjúkrasystraútbúgv- ingina og deildarleiðara til almanna- og heilsuútbúgvingarnar. Sjúkrasystraskúli Føroya fer, umframt at fevna um sjúkrasystraútbúgvingina, eisini at fevna um tær nýggju almanna- og heilsuútbúgvingarnar. Sjúkrasystraskúli Føroya fer sostatt at hava tvær útbúgv- ingarrásir, og fer hvør rásin sær at hava ein deildarleiðara við fakligari og námsfrøðiligari ábyrgd. Vit bjóða Tvey størv við avbjóðing, har tú verður við til at skapa sjálvt starvið, eins væl og ta víðari menningina í skúlanum. Umsókn Umsókn við prógvum o.ø verður at senda til: Undirvísingar- og Mentamálastýrið Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 110 Tórshavn Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 21.08.2000, kl. 15.00. Størvini verða at seta skjótast tilber. Um tygum ynskja fleiri upplýsingar, herundir eina starvslýsing, kunna tygum ringja til Jóannes Dals- gaard, deildarstjóra, á tlf. 215052 ella Kristionnu S. Jacobsen, fulltrúa, á tlf. 314545 (privat) ella tlf. 355050 eftir 14.08.2000. Deildarleiðari fyri almanna- og heilsuútbúgvingarnar Høvuðsuppgávur • Gerð av útbúgvingarætlan • Fyrisiting og ábyrgd av útbúgvingunum • Planleggja og gera tímatalvu, evnisarbeiði o.l. • Viðgera mál viðvíkjandi næmingum • Menningaruppgávur • Undirvísa uml. helvtina av arbeiðstíðini Vit sóknast eftir einum persóni, ið • hevur framhaldsútbúgving, ið kann metast at vera viðkomandi fyri almanna- og heilsu- útbúgvingarnar • hevur vitan um og royndir innan útbúgvingar- viðurskifti innan heilsuøkið og gjarna innan miðnámsútbúgvingar • hevur royndir innan námsfrøði og leiðslu til at røkja ta dagligu fakligu og námsfrøðiligu leiðsluna av almanna- og heilsuútbúgving- unum • skal kunna samstarva við hinar leiðararnar, til at skapa eitt mennandi og skapandi umhvørvi fyri næmingar, lærarar og starvsfólk Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarðandi yrkisfelag. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og ymiskum frítíðarvirksemi. Sjúkrasystraskúli Føroya verður útbygdur til eisini at umfata tær nýggju almanna- og heilsuútbúgvingarnar, og fer sostatt at hava tvær útbúgvingarrásir. Onnur rásin er sjúkrasystraútbúgvingin, ið er ein miðallong framhaldsútbúgving, 45 mðr., og hin rásin fevnir um tær nýggju almanna- og heilsuútbúgvingarnar. Hesar umfata almanna- og heilsuhjálparaútbúgvingina, 1 ár, og almanna- og heilsurøktaraútbúgvingina, 11/2 ár. Í løtuni eru um 9 størv á Sjúkrasystraskúla Føroya, og økist hetta nakað, tá tann nýggja skipanin er farin at virka. sosialinum Lýsið í