týsdagur 18. september 2018síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. september 2018 · Nr. 108
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eysturkommuna
brúk fyri fólki til
viðlíkahald
Tvey størv eru leys at søkja í Eysturkommunu, og umsóknarfreistin er sett
til mikudagin 26. september
Vilmund Jacobsen
Eysturkommuna hevur brúk
fyri tveimum arbeiðsfólkum
at byrja skjótast gjørligt. Ar
beiðsuppgávurnar eru við
líkahald av vegum, gøtum,
kloakkum og vatnleiðingum.
Tey, sum sett verða í størvini,
skulu eisini taka sær av frí
økjum, spæliplássum, og har
umframt skulu tey taka sær
av fyrifallandi uppgávum í
kommununi.
Eysturkommuna
fevnir
heilt úr Leirvík til Norðra
gøtu, um Gøtugjógv til Syðru
gøtu og vestur um Gøtueiðið
til bygdina Undir Gøtueiði,
sum liggur út móti innara
parti av Skálafjørðinum.
Ynskiligir førleikar
Um ynskiligar førleikar hjá
teimum, sum sett verða, siga
tey í Eysturkommunu so
leiðis:
- Tað er ein fyrimunur,
men ikki ein treyt, at tey,
sum sett verða, hava stóra
koyrikortið og hava royndir
við og eru før fyri at koyra
vanligar entreprenørmask
inur, eitt nú gravi-og lessi
maskinur.
Í Eysturkommunu vænta
tey, at tey, ið sett verða, eru
samstarvandi,
arbeiðssom,
dugnalig og vælskipað.
Umráðandi er, siga tey í
Eysturkommunu, at nýggir
starvsfelagar eru fyrikom
andi og arbeiðsglað.
Fulltíðarstørv
Talan er um tvey fulltíðar
størv, og løn og setanartreyt
ir eru sambært sáttmála mill
um avvarandi yrkisfelag og
KAF.
Í Eysturkommunu ynskja
tey, at skrivligar umsókn
ir við avritum av prógvum,
c.v., viðmælum og møguliga
øðrum verður sent komm
ununi í seinasta lagi miku
dagin, 26. september 2018.
- Hava fólk fyrispurningar
um størvini, kunnu teir stíl
ast til tekniska leiðaran í
Eysturkommunu,
Jógvan
Ósá, tekniska leiðara, telefon
730013, verður lagt aftrat.
STARVSMARKNAÐUR
Gunnar og Pól eru
deildarstjórar
Gunnar
Holm-Jacobsen
og Pól E. Egholm eru settir
í starv sum deildarstjórar í
uttanríkis- og vinnumála
ráðnum.
Gunnar
Holm-Jacob
sen
er
settur
í
starv
sum stjóri fyri uttanríkis
tænastuna. Hann er 54
ára gamal, er útbúgvin
løgfrøðingur
og
hevur
tey seinastu 12 árini ar
beitt
í
uttanríkistæna
stuni. Hann var sendi
maður Føroya í Brússel í
árunum 2008-2012.
Pól E. Egholm er sett
ur í starv sum stjóri fyri
vinnudeildini
í
uttan
ríkis- og vinnumálaráðn
um. Hann er 37 ára gamal,
útbúgvin cand.merc og
hevur seinastu seks árini
arbeitt í vinnumálaráðn
um og í uttanríkis- og
vinnumálaráðnum.
Sagt verður í uttanríkis-
og vinnumálaráðnum, at
fimm umsøkjarar vóru til
størvini.
vilmund@sosialurin.fo
SNA nýggjan
fíggjarleiðara
Hálvan august í ár tók
Anya S. Midjord við starv
inum sum fíggjarleiðari
hjá SNA, sum er Selmar
Nielsen Arkitektar. Hon
kemur úr einum starvi sum
innkeyps- og goymsluleið
ari á Landssjúkrahúsinum.
Útbúgvingarnar
hjá
Anyu S. Midjord eru ein
Master of Business Ad
ministration og ein HD í
logistikki.
Anya S. Midjord hev
ur áður starvast sum
logistikkleiðari hjá Poul
Hansen og sum operations
manager hjá Eimskip.
Nýggi
fíggjarleiðarin
hjá SNG er 49 ára gomul,
gift og eigur trý børn.
Anya S. Midjord er upp
vaksin í Havn og búsitandi
í Hoyvík.
vilmund@sosialurin.fo
Í løtuni eru tvey størv leys at søkja í Eysturkommunu, og talan er um tvey fulltíðarstørv