týsdagur 18. september 2018síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 19. september 2018 · Nr. 108
Íbúð Undir Brúnni, Tórshavn.
Ca. 45 m2 til leigu, frá hálvan okt.
Til ein tilkomnan persón 5.500 kr
við hita og el.
Billmrk: 100
Starvsfólk til
tekniska økið
Søkt verður eftir starvsfólki við hóskandi
førleikum til tekniska økið hjá Nes kommunu at
byrja 1. november 2018 ella skjótast møguligt.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
at hava ábyrgdina av vatnveitingini í kommununi
at hava ábyrgdina av, at vatnroyndir verða tiknar
regluliga
at hava umsjón við vatnreinsiverkinum,
vatnbrunnum, vatnleiðingum og brandpostum
at hava ábyrgdina av havnaumsjónini
at hava dagligu fyrisitingina av havnini um hendi
at hava umsjón við havnalagnum
og eftir ávísari fyriskipan at arbeiða og samstarva
við onnur innan kommunalu fyrisitingina
Vit ynskja, at starvsfólki:
•
er álítandi, samstarvssinnað og hevur hegni
og áhuga fyri tekniskum loysnum og
viðlíkahaldi
•
setir røkisskap og arbeiðssemi í hásæti
•
hevur góðar førleikar at gera ymisk
viðlíkahaldsarbeiði bæði skjótt og væl
•
hevur teldukunnleika
•
tolir skiftandi arbeiðstíðir
•
dugir væl at síggja møguleikar heldur enn
forðingar
Starvið hevur tilvísing til leiðarin fyri tekniska
økið í Nes kommunu.
Løn verður ásett sambært sáttmála millum
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi
yrkisfelag.
Nes kommuna tilskilar sær rætt frítt at velja
millum innkomnar umsóknir, og eisini rættin til
ikki at taka av nakrari av innsendu umsóknunum.
Arbeiðstíð
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, umframt at
innganga í vaktarskipan um kvøldarnar og um
vikuskifti.
Umsóknin
Umsóknin, við upplýsingum um royndir,
møguliga útbúgving og viðmæli, skal sendast til
Nes kommuna
Toftavegur 3
650 Toftir
ella við telduposti til: nes@nes.fo – í seinasta lagi
12. oktober. 2018
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Aksel Højgaard, leiðara fyri tekniska økið, á
tlf. 447586 ella 565001.
N E S K O M M U N A
650 Toftir · www.nes.fo · nes@nes.fo
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá okkara elskaða mamma, vermamma,
omma og langomma,
Malvina á Dunga
f. 20.07.32 - d. 16.08.18
andaðist og varð jarðað.
Takk til starvsfólkið á Klaksvíkar sjúkrahúsi fyri
fyrimyndarliga røkt og nærveru.
Takk til portørarnar fyri tykkara virðismikla og
hjartaliga íkast.
Takk til tykkum øll á B6 fyri linnandi røkt og stuðul.
Takk til tykkum, sum ringdu, vitjaðu
og sendu heilsanir.
Takk til Bjarna Bæk, prest fyri bønarløtuna saman
við mammu og okkum, takk fyri troystarrík orð í
heiminum, í kappellinum og í kirkjuni.
Takk til starvsfólkið í kappellinum, til
kirkjutænarar, sangarar og gravarar.
Takk til kvinnu- og mansliðið hjá Neistanum
fyri sýnda samkenslu.
Takk til Ranju fyri vakra framførslu
av Ave Maria á Cello.
Takk fyri minnisgávur til ungdómsarbeiðið hjá
Neistanum, og takk fyri blómur og kransar.
Takk til starvsfólkið á Hafnia, sum skipaðu fyri
ervinum, og til tykkum øll sum komu við bakstri.
Stóra tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu mammu
til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunar vegna
Anna, Bryndis, Unnur og Kára
Tøkk
Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum gjørdu mær
90 ára føðingardagin so minnisríkan.
Takk fyri allar gávurnar, blómurnar, fyri talur og
vakran sang.
Hjartaliga tøkk til tykkum, sum stílaðu fyri.
Takk øll somul
Blíðar heilsur
Signhild Nolsøe
Klaksvík
TØKK
Vit vilja av hjarta takka øllum, sum vístu
samkenslu, tá okkara høgt elskaði maður, sonur,
pápi, beiggi og gubbi
William Andreasen
f. 4. oktober 1965 d. 7. juni 2018
So brádliga bleiv tikin frá okkum
og fór heim til Harran.
Ein hjartans takk til Jóhann Birgir fyri andakt.
Takk til prest, Bergtórur Hjelm Bjarkhamar,
fyri talu og organistin fyri urguspæl.
Takk Kári Østerø, Kristian á Lakjuni og Mai-Britt
Hansen fyri vakran sang í kirkjuni.
Ein takk til berarar og sangarar.
Takk til tykkum mongu, sum hjálptu til og takk fyri
blómur, sum prýddu gravstað hansara.
Takk fyri peningagávur.
Hjartans tøkk øll somul, Harrin løni tykkum.
Familjunar vegna
Beinta v/familju, mamma, sonur
og systkin v/familju
Sálmur 23.1
Sosialurin 341800
fyrst og fremst
www.in.fo