hósdagur 20. september 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Stjórin í Danske Bank fær 26 milli
ónir fyri at siga upp. Men tað var
eitt blað, sum avdúkaði gøluna
Det glade vanvid. Soleiðis kann málið um
hvítvasking í Danske Bank í stuttum lýsast.
Mikudagin legði Danske Bank fram sína
egnu frágreiðing um svikið og hvítvasking
ina av pengum, sum bankin hevur staðið
fyri í estisku deild bankans, sum advokatur
bankans, »Bruun & Hjejle« hevur gjørt.
Talan er um innanhýsiskanning, og var
liga niðurstøðan er, at okkurt óregluligt er
farið fram – ikki í Danmark, men so langt
burturi sum í Estlandi. Átta fólk eru meldað
til løgregluna, og fleiri eru søgd úr starvi.
Leiðslan í Danmark hevur sjálvandi einki
galið gjørt. Løgreglan ella bakmanspolitiið
eru ikki boðsend, og eingin verður meldaður
til løgregluna. Men ovasti stjórin hevur sagt
seg úr starvi. Sambært Finans, so fær hann
millum 20,5 og 26 milliónir krónur í fráfar
ingarsamsýning.
Soleiðis hugsa fólk í løgum í samfelag
num, har nógvir pengar eru. Oftast eru tað
fólk, sum stýra »andre folks penge«, sum
gera slíkar avtalur. Vanlig hampafólk, sum
fyri eitt gott orð kunnu verða uppsøgd upp á
grátt pappír, uttan gylt lógvatak, men held
ur við at fáa fótin í afturpartin, fata slett
ikki, hvussu hetta kann bera til. Hví skapa
vit slíkan stættarmun í samfelagnum? Hví
skulu summi handfarast so varliga? Gamaní
skal ein bankastjóri hava góða løn. Men tá
hann fær fótin í afturpartin, hví skal hann
samstundis premierast? Hvat er góða lønin
tá fyri?
Grammleiki og sjálvsøkni kunnu vit
skjótt staðfesta. Men tað serliga áhugaverda
í hesum málinum er, at einki bendir á, at
Danske Bank sjálvur ávaraði ella ætlaði at
ávara um hvítvasking fyri milliardir.
Tað, sum fekk bankan at gera eina inn
anhýsiskanning vóru avdúkingar í einum
donskum blað – í Berlingske.
Bankin óttaðist nú uttan iva, at almenn
ingurin fór at finna út av, hvat fyrifórts í
bankanum. Og tí bíløgdu teir eina kanning
frá sínum egna advokati – sum sjálvandi
ikki er ein óheft kanning, tá felagið arbeiðir
fyri bankan – ein keypt kanning kanska?
So kunnu vit í okkara stilla sinni spyrja,
hvat vit skulu við Fíggjareftirltinum, tá vit
hava bløðini at avdúka stóru gølurnar.
Hóast leiðsla bankans livir í síni egnu
verð, so óttast hon fólksins vreiði – og skan
daluna, sum kundi gjørt enda á bankanum.
Um vikuskiftið vitjar bretski rockbólkurin Uriah
Heep í Føroyum. Teir hava konsert í Høllini á
Hálsi í Havn leygarkvøldið.
Uriah Heep var stovnað í 1969 og var millum
fremstu rockbólkarnar í sjeytiárunum, tá ið teir
hittaðu við sangum sum Lady In Black, Easy
Livin’, Stealin’, July Morning og The Wizard.
Uriah Heep hevur spælt so at siga uttan steðg
síðani, og teir eru framvegis sera virknir við kon
sertum. Teir spæla fleiri enn hundrað konsertir
um árið. Uriah Heep gav í farnu viku út nýggja
plátu, sum hevur fingið góð ummæli.
Uriah Heep hevur vitjað tvær ferðir áður í
Føroyum. Í 1988 hevði Uriah Heep tvær konsertir
í Føroyum, og í 1990 høvdu teir eina.
Nú koma teir aftur hendanvegin at hava kon
sert. Ætlanin var, at konsertin við Uriah Heep
skuldi vera í Dansifrøi, men har var útselt, og
tí varð konsertin flutt
í Høllina í Hálsi, har
fleiri fólk sleppa inn.
Bankastjóri heiðraður fyri hvítvasking
Uriah Heep vitjar
UM VIKUSKIFTIÐ
Les eisini blaðið
á telefonini
Fimti partur um
Glyvrasnikkaran
Siðsøga
síða 16-17
Tjaldur: Venjing at
avdúka veikleikar
Tíðindi
síða 14-15
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Í ár er tað 36. árið at skótasamskip
anirnar í Føroyum skipa Skótahjálp
ina í felag – 22. til 29. september
Í eina viku um árið fara skótar um alt landið
til arbeiðis. Hettar gera tey við at spyrja seg
fyri hjá familju og vinfólki, ella við at banka
uppá hjá fólki í grannalagnum fyri at bjóða
sína hjálp fram. Skótarnir eru børn heilt niður
í forskúlaaldur, men eru tey sera hugagóð og
arbeiðssom, og vilja fegin rætta eina hjálpandi
hond, afturfyri at fáa eina peningaupphædd,
ið kann hjálpa øðrum børnum.
Endamálið við skótahjálpini er, at frísk og
ferug børn stuðla og hjálpa sjúkum, illa stødd
um ella neyðstøddum børnum og ungum,
bæði í Føroyum og uttanlands.
Siðvenja er, at innkomni peningurin frá
Skótahjálpini verður býttur soleiðis, at ein
triðingur fer til eina føroyska verkætlan,
ein triðingur til eina útlendaka verkætlan
og ein triðingur til teyðhjálpargrunnin hjá
Skótahjálpini. Í fjør savnaðu skótarnir slakar
200.000 kr inn við Skótahjálpini.
Í ár stuðlar skótahjálpin Barnaheiminum í
Uummannaq í Grønlandi og Viðgerðarheimið
Frælsið á Eiði.
Barnaheimið í Uummannaq í Grønlandi er
fyri børn, sum á eina hvønn hátt hava verið
fyri vanrøkt, missi ella umsorganarsviki. Á
barnaheiminum fáa tey umsorgan og hjálp
til at fáa ein tryggan og góðan gerandisdag.
Innkomni peningurin frá skótahjálpini fer at
vera nýttur til at fríðka um og dagføra økið
uttanfyri og at keypa útgerð til uttandura
leik og til skúlabrúks, til gagns fyri børnini á
barnaheiminum.
Viðgerðarheimið »Frælsið« á Eiði er fyri
ung við rús
drekka- og
rúsevnistrupul
leikum. Viðgerð
arheimið er nýtt,
og enn vanta
hentleikar til tey
ungu. Innkomni
peningurin frá
skótahjálpin fer
til at keypa súkkl
ur, tráður og aðra
útgerð til bæði
uttandura og innandura virksemi og spæl, so
tey ungu á tann hátt kunnu uppbyggja nýggj
áhugamál og menna ein rúsfrían sosialan
førleika sum innbygdan part av viðgerðini.
Vónandi fara øll at taka væl ímóti skótu
num.
Fyri at tað skal eydnast væl fyri báðar
partar, er neyðugt, at arbeiðsuppgávan svarar
til støðið, skótin er á. Tit eru sjálvandi eisini
vælkomin stuðla við einari peningagávu, men
tað er ein størri lærdómur fyri skótarnar, um
tey skulu gera okkurt fyri pengarnar.
Við skótakvøðu
Nevndin í Skótahjálpini
Ingibjørg Winther, Høgni Jensen, Símun
Michael Sørensen, Tummas Lauritsen, Jan
Vang og Fía LIndenskov
Hjálp okkum at hjálpa
BankNordik 6460-4655216
Betri 9181- 4956879
Norðoya Sparikassi 9865- 4157421
Suðuroya Sparikassi 9870- 4050194
21. SEPTEMBER 2018
Skótahjálpin: Skótar hjálpa
(FOTO: MADS CLAUS RASMUSSEN/RITZAU SCANPIX)