Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-20, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2018síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 4 september 2018 20 Hallur av Rana Malan Johansen er ein valdmikil kvinna. Sum stjóri fyri Landsbanka Føroya, er tað hon, ið heldur eyga við føroyska búskapinum. Tað er hon, ið skal ávara um váðar, sum kunnu hótta búskapin. At føroyska tjóðin ikki aftur endar í einari djúpari kreppu. Og tað er hon, ið hevur oyrini hjá landsins politikarunum, tá búskaparpolitikkur landsins skal leggjast. Tí er tað heldur ikki óvæntað, at eitt gott ár aftaná, at hon tók við í starvinum sum stjóri í Landsbanka Føroya, er hon í dag at meta sum ein av valdmiklastu persónum í føroyska samfelagnum. Á listanum hjá Vinnuni yvir valdmiklastu persónar í føroyska samfelagnum, ið kann lesast aðrastaðni í blaðnum, er Malan Johansen nummar sjey og er tann persónurin í almennum starvi, ið er at finna hægst á listanum. Hetta er fyrstu ferð, at Malan Johansen er á listanum yvir valdmiklar persónar og er tað vegna sítt embæti, at hon eigur eitt pláss á listanum. Í sínum starvi sum landsbankastjóri hevur hon fingið eitt stórt vald í hendi av politisku skipanini. Men hóast hon hevur ein av tungu sessunum í almennu Føroyum og fría atgongd til landsins leiðandi politikarar, so er hennara valdsstøða ikki nakað, ið Malan Johansen hevur í huga í sínum dagliga virki í Landsbankanum. - Eg hugsi ikki til dagligt, at eg eri millum valdmiklastu persónar í samfelagnum. Men tá eg beri meg fram sum landsbankastjóri, so hevur tað eitt slag av valdi. Tað kann eg ikki avnokta. Men fyri mítt viðkomandi, so er talan fyrst og fremst um eitt ábyrgdarfult starv, ið eg má vera góð við, ansa eftir og røkja við skili, sigur Malan Johansen. Endurstovnaður Landsbankin varð endurstovnaður 1. januar 2017 og hevur harvið verið virkin í nærum tvey ár. Hesi tvey árini eru flestu formligu viðurskifti fingin upp á pláss, hølir eru fingin til høldar, nýggj starvsfólk eru sett og bankin er farin undir sítt dagliga virki. Stutt eftir, at hann bleiv endurstovnaður, var ein lýsing at síggja í føroyskum miðlunum, har søkt varð eftir einum stjóra. Men hóast Malan Johansen var fyribilsstjóri í bankanum um hetta mundi, so var hon ikki vís í, um hon skuldi søkja nýggja starvið. Manglandi førleikar vóru kortini ikki orsøkin til ivan. Hon starvaðist í Landsbankanum, tá ið hann bleiv niðurlagdur í 2013, og helt síðan fram sum leiðari fyri bankavirksemið hjá landinum, ið bleiv lagt undir Gjaldstovuna. Tá avgjørt bleiv at endurstovna Landsbankan, bleiv hon partur av arbeiðsbólkinum, ið skuldi fyrireika hetta, og bleiv eisini sett sum fyribilsstjóri til nýggi stjórin varð funnin. - Eg ivaðist nógv í, um eg skuldi søkja starvið, tí talan er um eitt ábyrgdarfult starv. Eg valdi at søkja, tí eg var blivin 50 ár og visti ikki, um eg fekk slíkan kjans aftur. Eg var bangin fyri, at eg fór at angra tað, um eg lat vera, sigur Malan Johansen. Endin gjørdist, at Malan Johansen var millum teir fimm umsøkjararnar til starvið, og tá avtornaði fall valið á hana. Nú eitt ár eftir, at hon bleiv sett í starv, er hon glað fyri, at hon sendi umsóknina. - Í byrjanini kundi eg fáa eitt sindur ilt í búkin, tí tað er ein stór ábyrgd at skulu bera seg fram sum landsbankastjóri um føroyska búskapin. Men í dag eri eg glað fyri, at eg tók kjansin, sigur Malan Johansen. Lá ikki í kortunum Hóast Malan Johansen í dag situr í hægsta almenna sessinum innan fíggjarheimin, so kundi hennara yrkisleið hava borið hana eina heilt aðra leið. Eftir at hon sum ung var liðug á student, var hon nevniliga í iva, um hvat hon ætlaði at lesa, og valdi at fara á Fróðskaparsetur Føroyar at lesa verkfrøði. - Tað fann eg skjótt út av, var slett ikki eg. Í staðin fór eg at arbeiða, áðrenn leiðin gekk á handilsskúla í 1987, greiðir Malan Johansen frá. Tað var á Handilsskúlanum, at eyguni hjá Maluni blivin latin upp fyri búskaparfrøði. So væl dámdi henni tíðina á Handilsskúlanum, at hon søkti um upptøku til cand. merc. á Københavns Handelshøjskole og slapp inn. - Hóast eg læs cand.merc., so vóru míni yndisfak altíð tjóðarbúskapar. Tí tók eg øll tey fakini innan tjóðarbúskap, ið eg kundi, og skrivaði høvuðsuppgávu um tað. Til tíðir havi eg hugsað, at um eg kundi valt aftur, so hevði eg valt cand.polit., tí tað hevur meira við tjóðarbúskap at gera. Men eg havi broytt hugsan nú. Sum er havi eg fleiri fak innan evnið og í Landsbankanum hava vit fleiri í starvi, ið eru cand. polit. Nú er tað ein styrki, at eg havi tann vinnuliga partin aftrat, sigur Malan Johansen. Ein umstríddur banki Tað er eingin loyna, at nógv kjak hevur verið um Landsbankan og at tað eru politiskir røddir, ið ikki meta, at landið hevur tørv á einum slíkum banka. Malan Johansen tekur sjálvsagt ikki undir við hesum sjónarmiðum, men heldur tvørturímóti, at tað er sera týdningarmikið, at føroyingar sjálvir halda eyga við búskaparstøðuni her á landi. - Vit kunna ikki hava eina støðu, har vit ikki fylgja við hvat hendir á kapitalmarknaðinum í Føroyum. Nøkur vilja vera við, at Danmark hevur ábyrgdina av peningastovnunum í Føroyum og skulu nokk siga frá, um nakað er á vási. Men kunna vit veruliga liva við, at ikki sjálvi hava teir upplýsingarnar, spyr Malan Johansen og vísir á, at føroyingar áður hava havt ringar upplivingar við dønum hesum viðvíkjandi. - Vit hava áður upplivað, at tá okkurt er áfatt, so eru vit farin til Danmarkar, men fáa einki ordiligt svar. Tí mugu vit sjálvi fylgja við. Tað er betri at vera fyrivarin enn eftirsnarin. Vit muga vita, um vit eru í einari støðu, har vit eru hótt. Tað kunna vit bara gera, um vit sjálvi fylgja við og greina hvat kann henda. Vit kunna ikki vera tí vitan fyriuttan, sigur landsbankastjórin. Malan heldur eyga við búskapinum - VIT HAVA ÁÐUR UPPLIVAÐ, AT TÁ OKKURT ER ÁFATT, SO ERU VIT FARIN TIL DANMARKAR, MEN FÁA EINKI ORDILIGT SVAR. TÍ MUGU VIT SJÁLVI FYLGJA VIÐ. TAÐ ER BETRI AT VERA FYRIVARIN ENN EFTIRSNARIN. VIT MUGA VITA, UM VIT ERU Í EINARI STØÐU, HAR VIT ERU HÓTT. TAÐ KUNNA VIT BARA GERA, UM VIT SJÁLVI FYLGJA VIÐ OG GREINA HVAT KANN HENDA. VIT KUNNA IKKI VERA TÍ VITAN FYRIUTTAN, SIGUR MALAN JOHANSEN, LANDSBANKASTJÓRI Eg hugsi ikki til dagligt, at eg eri millum valdmiklastu persónar í sam­ felagnum. Men tá eg beri meg fram sum land­ s­banka­stjóri, so hevur tað eitt slag av valdi. Tað kann eg ikki avnokta.