Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-20, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2018síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 6 september 2018 20 Tvinnar uppgávur Landsbankin hevur í fleiri ár verið miðdepil í einum politiski stríði hvørt føroyingar yvirhøvur skulu hava ein slíkan bankan. Undanfarna samgonga avtók gamla Landsbankan, men tá nýggja samgongan tók við fyri trimum árum síðan, bleiv avgjørt at endurstovna bankan. Stríðið hevur tó elvt til, at tað eru øgiliga deildar meiningar millum føroyingar um bankan og eisini ein ivi um, júst hvat tað er, ið bankin tekst við. Sambært stjóranum kunnu uppgávurnar hjá Landsbankanum býtast upp í tvey. Tann fyrra uppgávan er bankaparturin, at umsita landskassan gjaldføri og skuld hjá landinum. - Til dømis syrgja vit fyri at gjaldføri til løn, pensjón og annað til borgaran er tókt, tá tað verður útgoldið. Undir bankapartin kemur eisini røkt av skuldini og alt samskifti við ratingfyritøkuna Moody’s. Tað er umráðandi, at landið fær eina góða kreditmeting, so lánstreytirnar hjá landskassanum verða so góðar sum møguligt, greiðir Malan Johansen frá. Halda eyga við váðum Seinna uppgávan er at vera ein greiningarstovnur. Tann uppgáva inniber at halda eitt vakið eyga við váðum, ið kunna føra til trupulleikar fyri búskapin, serliga á fíggarmarknaðinum. Og so mæla til tiltøk at forða fyri at váðin verður virkin. - Millum annað fekk Landsbankin fyrst í 90’unum politiska myndugleikan at samtykkja eina lóg, sum tryggjar at landskassin hevur nóg nógv gjaldføri, um vit koma í eina kreppu. Hetta var ein stórur trupulleiki í kreppuni fyrst í 90’unum. Lógin ásetur at landskassin nú altíð hevur 15 prosent av BTU í gjaldføri, sum í løtuni svarar til 2,6 milliardir krónur. Tað skal tryggja, at um vit enda í eini kreppustøðu, so kunna vit í minsta lagi í eitt hálvt ár rinda allar lønir, pensjónir o.a. Harumframt vinnur tað okkum tíð til neyðug átøk, soleiðis, at um vit skulu út á marknaðin at lána, so eru vit eitt sindur betri fyri, sigur landsbankastjórin og leggur afturat. - Ein onnur broyting er, at peningurin ikki longur stendur í føroyskum bankum, men er settur í virðisbrøv og annað í útlondum, soleiðis at tað ikki er nakar trupulleiki at taka kapitalin heim, gert tað neyðugt. Trupulleikin í 90’unum var, at gjaldførið hjá landskassanum stóð inni í føroysku bankunum, og bankarnir komu í trupulleikar. Um landið so samstundis tekur sínar pengar úr bankunum, ger tað støðuna bara uppaftur verri. Tí er tað risikospjaðing at seta kapitalin uttanlands. Manglandi reiðskap Viðvíkjandi føroyska búskapinum, so er stjórin í Landsbankanum bjartskygdur. Sum heild stendur tað nevniliga væl til í dagsins samfelag og vísir hon til nýggju heystfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum. - Støðan hjá peningastovnunum er góð og tað gongur væl hjá teimum stóru fyritøkunum her á landi. Men sum Búskaparráðið vísti á í nýggjastu frágreiðingini, so hevur byggivinnan øgiliga nógv at gera. Tað skapar fløskuhálsar, ið øll merkja. Tí um tað verður dýrari at byggja, so merkir vanligi borgarin tað eisini á húsaprísunum, sigur landsbankastjórin. Eins og Búskaparráðið, so mælir Malan Johansen til, at landið fær betri amboð til at stýra fíggjarpolitikkinum við, tí sum nú er, hevur landið lítið og einki vald yvir teimum íløgum, ið kommunurnar og almenn partafeløg fremja. - Kommunurnar standa fyri umleið 40 prosent av búskapinum og so koma almennu partafeløgini aftrat tí. Tað einasta, ið heldur kommununum eitt vet aftur er lógin um, at tær ikki kunnu skylda meira enn eina álíkning. Men um man tekur Tórshavnar kommunu sum dømi, so kann hon gera íløgur fyri eina milliard krónur, tí hon hevur skattainntøkur á 800-900 milliónir krónur um árið og eina eginogn. Tað kann hon, uttan at landið kann gera nakað við tað, sigur Malan Johansen. Ein av tveimum kvinnum Eitt, sum er merkisvert við listanum hjá Vinnuni yvir 25 teir mest valdsmiklu persónarnar í Føroyum, er, at einans tvær kvinnur eru á listanum. Fyriuttan Malan Johansen, so er einasta kvinna á listanum Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, ið er nummar 22 á listanum. Við sínum sjeyndaplássi á listanum er Malan Johansen sostatt mett at vera valdmiklasta kvinnan í einum samfelag, ið tykist at vera stýrt av monnum. Malan Johansen er ikki heilt tikin av bóli av listanum, tí hon ásannar, at tað kann vera trupult hjá kvinnum at sleppa framat, hóast man innan tað almenna hevur reglur og mannagongdir, ið skulu tryggja, at eingin munur verður gjørdur á kynunum - Tað er verri hjá kvinnum at koma framat. Vit skulu kempa eitt sindur meira enn menn. Føroyar er eitt siðbundið samfelag og hugsa vit enn í kynsleiklutum. Tað gjøgnumsúrgar enn føroyska samfelagið, tí tað tekur tíð at broyta vanar. Vit eru komin eitt sindur fram á leiðini, men enn eru vit ikki komin á mál, sigur Malan Johansen. Slóðbrótari Sum landsbankastjóri og fremsta kvinna á listanum er Malan Johansen kortini eitt gott fyridømi fyri aðrar kvinnur, um at kyn ikki nýtist at forða einum at koma upp á toppin. Og leikluturin sum slóðbrótari er eisini ein, ið henni dámar. - Tað er ein deilig kensla, at kunna vera slóðbrótari. Tá eg fekk starvið sum stjóri í Landsbankanum vóru eisini nakrar yvirskriftir í fjølmiðlunum, ið vístu til mítt kyn, og sum vaktu ans. Eg varð tó ikki stoytt av tí, men sat við einari kenslu av, at hetta var feitt. Um eg sum kvinna kann gerast landsbankastjóri, so kunna aðrar kvinnur eisini náa toppin í sínum økjum, sigur Malan Johansen. Tann tankagongdin hevur eisini hjálpt henni at fóta sær innan eitt øki, búskaparfrøði, ið ikki nógvar føroyskar kvinnur hava fingist við. Síðstu nógvu árini hevur landsbankastjórin nevniliga javnan virka sum serfrøðingur í føroyskum miðlum og aðrastaðni, tá føroyski búskapurin hevur verið til viðgerðar. - Eg havi aldrin hugsað um, at tað mest eru menn, ið úttala seg. Men búskapur er mítt serøki. Eg havi nógva vitan innan økið og brenni fyri tí. Og eg havi akkurát líka góðan rætt at úttala meg sum ein og hvør maður, sigur Malan Johansen. hallur@sosialurin.fo Bláa bók: Navn: Malan Johansen Føðidag: 12. oktober 1966 Starv: Stjóri í Landsbanka Føroya. Nevndarsessir: Ráðsforkvinna fyri Váðaráðið og stýrisforkvinna fyri Arbeiðsmarknað reftirlønargrunnin. Útbúgving: Cand. Merc. úr Københavns Handelshøjskole (núverandi Copenhagen Business School) Harumframt hevur Malan Johansen eina MBs í leiðslu frá Robert Gordon University og diplomprógv í journalistikki frá Journalisthøjskolen í Aarhus. Nøkur vilja vera við, at Danmark hevur ábyrgdina av peninga­ stovnunum í Føroyum og skulu nokk siga frá, um nakað er á vási. Men kunna vit veruliga liva við, at ikki sjálvi hava teir upplýsingarnar