Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-20, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2018síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 8 September 2018 21 Árni Gregersen Sjálvt um flestu samfeløg á okkara leiðum byggja á demokrati, so vil tað ikki siga, at hvør einstakur borgari hevur eins stórt vald í landinum. Allastaðni vísir tað seg, at tað er onnur enn tey, sum eru vald í demokratisku skipanum, sum hava veruligt vald og kunnu broyta viðurskifti, sum ávirka nógvar borgarar. Vit hava í hesum blaðnum gjørt ein lista yvir tey 25, sum vit halda hava størst vald í landinum. Politikararnir eru sum heild valdir frá. Tey eru partur av demokratisku skipanini. Sjáldan eru tað tey, sum veruliga skapa, men tey eru við til at gera karmarnar fyri vinnulívinum. Undantakið eru landsstýrismennirnir Høgni Hoydal og Poul Michelsen. Høgni Hoydal sum landsstýrismaður við fiskivinnu­ málum. Hann er maðurin handan fiskivinnunýskipanina, sum so smátt er farin at virka. Poul Michelsen er landsstýrismaður við vinnumálum og er í tí starvinum eigari av øllum teimum almennu partafeløgunum. Tað gevur eitt ávíst vald, sum røkkur inn í vinnulívið. Sum tað sæst á listanum, so eru tað fyrst og fremst vinnulívsmenn, sum hava skapt og vunnið nógvan pening, men her eru eisini fólk, sum sita í stjórasessum. Tað er lætt at síggja, at av teimum 25 á listanum eru bert tvær kvinnur. Onnur er Malan Johansen, sum er stjóri í endurreista Lands­bankanum og hin Jóhanna á Bergi, stjóri í tjóð­ar­flog­ felagnum, Atlantsflog. Listin í blaðnum ídag verður samanborin við ein lista í blaðnum Vinnuvitan.biz frá 2012. Samanberingin vísir, at valdið skiftir rættuliga skjótt her í landinum, tí á listanum í dag eru 15 nýggj nøvn, meðan 10 onnur hava flutt seg upp ella niður á listanum. Men eitt er ikki broytt. Regin Jacobsen, Bakkafrost, er framvegis í toppinum (Listin er gjørdur saman við fólki við innliti í føroyskt vinnulív og í føroyska samfelagið. Eftirsum blaðstjórin er við á listanum, so hevur hann ikki verið við í metingunum. Ábyrgdina av listanum hevur undirritaði). Tey VINNUBLAÐIÐ SETIR HESAFERÐ EIN LISTA UPP, UM HVØR TAÐ ER SUM SITUR VIÐ STØRSTA VALDINUM Í FØROYUM HER ERU TEY NÝGGJU BEN ARABO, forstjóri í Betri samtakinum. ÁRNI ELLEFSEN, stjóri í Bank Nordik. NIELS MORTENSEN, stjóri í SMS-samtakinum og nevndarformaður í Atlantsflog. MALAN JOHANSEN, stjóri í endurstovnaða Landsbankanum. CHRISTIAN ANDREASEN, advokatur, nevndarformaður og forseti í Fótbóltssambandi Føroya. TUMMAS JUSTINUSSEN, stjóri og eigari av Smyril Line, Skansanum og Hotel Hafnia, sum nú byggir nýtt hotell. JOHANNES JENSEN, sum eigur og rekur Gist og Vist- samtakið við hotellum og matstovum. HØGNI HANSEN, stjóri og eigari av Poul Hansen, heilsøluni, nógvum handlum og parti av Gist og Vist samtakinum. BOGI JACOBSEN, stjóri í Varðanum Pelagic og formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag. POUL MICHELSEN, landsstýrismaður við vinnumálum og einsamallur partaeigari í almennu partafeløgunum. HØGNI HOYDAL, landsstýrismaður við fiskivinnumálum. EIRIKUR LINDENSKOV, blaðstjóri í Miðlahúsinum. JÓHANNA Á BERGI, stjóri í Atlantsflog. JEAN DJURHUUS, stjóri í Betri banka. ODD ELIASSEN, stjóri í Havsbrún.