Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-20, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2018síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 10 September 2018 21 Regin Jacobsen er stjóri í størstu, føroysku fyritøkuni, Bakkafrost. Fyritøkan hevur yvir 960 fólk í starvi og stendur fyri størsta partinum av føroyska útflutninginum. Saman við Marine Harvest og Luna, stend­ ur Bakkafrost fyri meira enn helvtini av øllum føroyskum útflutningi. Bakkafrost er skrásett á norska keyps­skál­ an­um í Oslo, men høvuðssætið hjá fyri­tøk­ uni er á Glyvrum. Regin Jacobsen sjálvur og mamma hansara, Oddvør Jacobsen eru fram­ vegis størstu einstøku eigararnir í fyri­tøkuni. Regin Jacobsen hevur sjálvur verið partur av fyritøkuni síðani hann var smádrongur. Tað vóru pápi hansara, Hans Jacobsen, og brøðurnir Róland og Martin, sum settu fyri­ tøkuna á stovn, men longu sum 16 ára gamal tók núverandi stjóri sær av fíggjarliga partinum. Tað hevur hann gjørt øll árini, eisini meðan hann tók sínar útbúgvingar. Í dag situr Regin Jacobsen einsamallur á ovastu rók, sum stjóri í Bakkafrost. Fyritøkan arbeiðir við aling og situr í dag á allari virðisketuni. Fyritøkan framleiðir smolt, alir laks, tekur og kryvur og stendur fyri søluni, bæði av heilum laksi, fløkum og portiónum, sum eru til endabrúkaran. Harumframt fram­ leiðir fyritøkan fóður. Tað verður gjørt á Havs­ brún, sum Bakkafrost einsamalt eigur í dag. Styrkirnar hjá Regin Jacobsen eru nógvar. Hann kennir øll og alt sum hevur við aling at gera, fyri ikki at tala um at hann kennir Bakka­ frost út og inn. Hann hevur dugað væl at fylgja við tekniska framburðinum og framburðinum inn­an aling. Besta dømi er nútímans virkið á Bakka á Glyvrum, sum arbeiðir á hægsta tekn­ iska støði. Regin Jacobsen hevur eitt sera sterkt net­ verk, bæði í Føroyum og í Noreg. Hann ferð­ast heimakendur á bonaðu gólvunum hjá keyps­ skálunum í Evropa og hann hevur gott sam­ band við íleggjarnar hjá fyritøkuni. Í Føroyum hevur hann alstóra ávirkan. Havbúnaðarfelagið verður nógv brúkt sam­an við hinum alarunum, hóast teir ikki eru samd­ir um alt. Felagið er sterkt og hevur havt bein­leiðis ávirkan á, hvussu alingin í Føroyum er skip­að í dag. Familjan er stórur partur av netverkinum, men hann hevur eisini eitt netverk í Kelduni í Skála­firði. Har hevur hann verið ein partur av sam­komuni í mong ár og hann er har framvegis. At vit hava valt Regin Jacobsen til Føroya maktmikl­asta mann byggir á tveir veruleikar. Hann er stjóri í Føroya nógv størstu ftyritøku, sum er partur av føroyska samfelagnum og før­oyska samfelagsbúskapinum. Hin veruleikin er, at Regin Jacobsen gjøgn­ um menningina í Bakkafrost hevur megnað at skapt virðing um sín persón. Virðingin er so stór, at tá ið Regin Jacobsen tal­ar, so verður lurtað – ikki bert á Bakkafrost, men so sanniliga eisini í politisku skipanini.1 Regin Jacobsen Tey 25 maktmiklastu Í MIÓ.KR 2017 2013 Umsetningur 3.770 2.491 + 51% Avlop áðrenn skatt 744 727 + 2% Eginogn 3.626 1.665 + 118% Marknaðarvirði 19.205 3.902 + 492% Úrslit pr. kg. 30,39 15,57 + 195% Starvsfólk 960 640 + 50% Avlop áðrenn skatt seinastu fimm árini 5.036 1.909 + 264% Vinningsbýti 513 220 + 233% Fimm ára íløguætlan 3.000 1.100 + 273%