Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. september 2018 · Nr. 110 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 PÁLL GEVST Í KLAKSVÍK Ein av drúgvastu KÍ spælarunum nógvu tey seinastu árini verður eftir øllum at døma ikki á liðnum, sum eftir vetrarsteðgin fer undir fyrireikingar til nýtt kappingarár. Talan er um 28 ára gamla álopsspælaran Páll Andrasson Klettskarð. Síðani í summar hevur hann í fleiri umførum verið í Danmark, og nú fyrireikar hann seg at flyta niður. Tróndur Arge – Klaksvík “Eg visti, at vit kundu kappast við tey bestu, men hesum hevði eg heilt erligt ikki roknað við”. Orðini eigur Heimir Guðjónsson, íslendski venjari hjá HB. Hann er í speiska lag­num, tá dysturin er liðugur og FM-heitið er staðfest. Hann minnir á, at eitt nú ÍtróttarSosialurin hevði HB at enda á einum fimta plássi. Sunnudagin prógvaði HB, at teir eru so nógv tað besta liðið í før­ oysk­um landskappingarfótbólti í ár. Fyrst vinnur liðið á NSÍ í 22. um­ fari, og í gjár bleiv so einasta lið­ið, sum hevði ein matmatiskan møgu­ leika at órógva HB, sett upp á pláss á egnum heimavølli. Afturgangandi fyri hetta HB- liðið er, at venjarin er stjørnan og at allir spæla fyri hvørjum øðrum. 23-talið Undan dystinum verður nógv gjørt burt­ur­úr 23-talinum. Dysturin verður spældur 23. septembur, tað er 23. umfar og vinnur HB, so er tað 23. meitaraheitið. Tí er tað so upplagt, at Ari Mohr Olsen skal skora aftur í Klaksvík, tí hann er nummar 23 hjá HB. Og soleiðis er. Tá næstan ein tími er farin, er tað Adrian Justinussen, sum leggur upp á tvørs til Ara Mohr Olsen, sum fyri aðru ferð í ár skorar í Klaksvík. -Tú kann ikki siga annað enn, at tað gekk upp. Tað hevur verið press á og tað hevur staðið nógv í miðlunum, og onkur hevur sjálvandi prikað, men eg havi roynt ikki at lagt so nógv í tað, sigur 20 ára gamli sandoyingurin í álopinum hjá HB, Ari Mohr Olsen. Tað tykist sum, at málverjin og verjuspælarin hjá KÍ ikki fáa avrátt, hvør skal taka bóltin, tá hann kemur innfyri. Tað endar við, at Adrian Justinussen fær fatur á bóltinum í høgru. -Eg havi rópt eftir Adrian í alt ár um at spæla innfyri. So tað var deiligt at hann gjørdi tað í dag, sigur Ari Mohr Olsen við einum brosi. Adrian Justinussen átti eisini lut í upplegginum, tá HB vann 1-0 á KÍ á Summar Festivalinum. -Hetta var annars ein tungur dystur at spæla. Serliga í fyrra hálvleiki, men vit koma til hálvleiks við 0-0. Vit spæla nógv betri í seinna hálvleiki, sigur Ari Mohr Olsen, sum nú hevur tikið pápan aftur í FM-heitum. Ib Mohr Olsen var við á tiltikna B71-liðnum, sum vann FM í 1989. Fleiri HB-viðhaldsfólk Undan dystinum sæst, at tað er meiri spenningur millum HB-við­ hald­fólkini, enn tey lokalu í Klaks­ vík. Undan dystinum fyllist skjótt mill­um tey reyðu og svørtu, meðan tað gongur eitt sindur strilti millum KÍ-viðhaldsfólkini. -Eg haldi meg síggja, at okkurt KÍ-reiður ikki er so væl mann­að í dag, sum tað plagar, er eyg­leið­ingin hjá Jákupi Ósá, lokalur ítróttar­ skrivari. HB er í somu útgávu, sum í dysti­num móti NSÍ í undanfarna um­fari, meðan KÍ byrjar við unga Óla Eyðsteinsson Poulsen á vinstra von­gi. Fyrri hálvleikur er ferðmikil og til tíðir hendingaríkur, men endar mál­leysur. Spælararnir leggja nógv fyri í tvídystunum, og spælararnir fáa lítið av tíð á bóltinum. -Leikferðin er høg og tað eru nógv­ir nærdystir, men eg haldi ikki at ferðin er ov høg á spælinum, sigur Rógvi Jacobsen í fyrra h á l v l e i k i , sum er viðmerkjari á FM1. Jógvan Skeel skor­ar for­loys­ andi málið Í seinna hálvleiki er tað so Ari Mohr Olsen, sum leggur HB á odda. Síðani er ein løta, har HB tykist hava tamarhald á dystinum, meðan KÍ roynir at svara aftur. Eftir 85 hart arbeiðandi minuttir, verður Ari M. Olsen avloystur av Jógvani Skeel Nolsøe. Hann takkar fyri álitið, vinnur bóltin í uppspælinum hjá KÍ og prikar hann fram til Dan í Soylu. Hin sandoyingurin á HB-liðnum er ósjálvsøkin og trillar bóltin upp á tvørs aftur til innskifta áleyparan, sum kann skorað málið, ið endaliga staðfestir FM-heitið. -Ja, hatta tók bara ein minuttir og tvær nertingar, so var bólturin í málinum. Tað er var ein heilt fantastisk kensla og hetta er tað, sum vit hava vant fram í móti í alt ár. Eg kom ikki niður aftur á jørðina restina av dystinum. Eg var útkoyrdur av málinum, sigur Jógvan Skeel Nolsøe brosandi, meðan HB’ ararnir gera klárt at taka mynd. Eftir málið hjá Jógvani Skeel Nolsøe, eydnast KÍ at minka um munin við máli, sum Kristoffur Jakobsen skoraði við skoti uttanfyri brotsteigarmarkið. Málverjin hjá HB, Teitur M. Gestsson var so fegin, tá Jógvan S. Nolsøe skoraði, at hann var púra pøstur, tá innskiftið KÍ- miðvallarin skjeyt. -Eg haldi ikki eg orkaði at kasta meg eftir bóltinum, sigur Teitur M. Gests­son við einum stórum smíli. “Føli meg sum Jesus” Ein spælari, sum hevur fingið nógv góð orð við sær á vegnum í ár, er 33 ára gamli Símun Samuelsen. Hann hev­ur í nøkur ár havt trupulleikar við skaðum og formurin hevur ikki verið tann sami, sum onkur av hinum árinum. Í ár hevur hann fleiri ferðir verið lýstur sum endur­ føddur. -Eg føli meg sum Jesus, so oftani eg eri endurføddur, sigur Simun Samuelsen brosandi, men tað liggur eisini nakað meiri álvarsamt aftan­fyri. -Eg visti, at um ikki nýggju eygu komu til, so hevði eg ongan kjans. Her í Føroyum minnast fólk meg kanska best frá 2013. Eg eri ikki tann spælari longur og fólk siga, at eg havi verið skaddur og skal alltíð samanberast við tað. Nú kom ein venjari, sum bara sá meg sum tann spælari, ið eg eri í dag, sigur vágbingurin, sum á fyrsta sinni kom til HB í 2010. -Eg havi verið avskrivaður fleiri ferðir, so tað er deiligt at kunna mótprógvað teimum, sum hava avskrivað meg, sigur Símun Samuel­ sen, sum hevur skotið átta mál í ár. Heimir er lykilin 23. meistaraheitið hjá HB fer í søgu­ na, sum eitt satt liðavrik. Maðurin aftanfyri liðavrikið er íslendski ven­j­arin, Heimir Guðjónsson. Hann er fegin um meistaraheitið og hevur boðað frá, at hann heldur fram komandi kappingarár. Tað er týdningarmiklasti lut­ur­ in hjá HB at fáa upp á pláss. Ongan­ tíð hevur eitt meistaraheitið verið vunn­ið so sannførandi, síðani lands­kapp­ingin í 2005 bleiv broytt til 27. umfør. Tað eigur Heimir Guð­ jóns­son størsta partin av æruni í. trondur@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... 23. meistaraheitið: Tað stóð nærmast skrivað, at nummar 23 skuldi skorað tann 23. september, og vinna HB 23. meistaraheitið í 23. umfari. Men hetta fer í søguna sum eitt meistarheitið, sum er vunnið í liðandanum við einum sterkum íslendskum venjara FÓTBÓLTUR HB ER FØROYA­MEISTARI – Í STÓRUM STÍLI