Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. september 2018 · Nr. 111 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað gekk sum væntað við royndini hjá løgmanni at vita, um andstøðan vildi vera við til at bera uppskotið um stjórn­arskip­an gjøgnum tingið. Tað vildi andstøðan ikki. Sam­ bands­flokk­ur­in og Miðflokkurin vóru so fræg­ir, at teir møttu upp á fundi við løg­mann at umrøða mál­ ið. At politikkur er komin í málið er kanska ikki so løgið. Tað er jú ser­frøð­in hjá pol­it­ikarum at fløkja ein­føld mál so nógv, at tey ikki kunnu berast ígjgønum. Men at tveir av full­veld­is­flokk­ u­num ikki møta á slíkum fundi, sigur ikki so lítið. Tað var ein løta beint eft­ir ald­ar­skiftið, at fólk veruliga hildu, at tað var álvari í málinum hjá Fólk­a­flokk­i­num, Tjóð­veld­is­flokk­i­num og Sjálv­stýr­ is­f­lokk­i­num at skipa Føroyar sum full­veldi. Tjó­ð­veldi hevur altíð havt sum stevnu at fáa loysing, hó­ ast tey eins og velj­ararnir kanska ikki hava trúð so nógv upp á tað, sum tey tó gjørdu um ald­ar­skift­ ið. Men í Fólkaflokkinum og Sjálv­ stýr­is­flokk­i­num hevur eldhug­ur­in til loys­ingina ikki verið so eyð­ sýnd­ur og als ikki sannførandi. Naggatódnin í hesum máli man lýsa veruleikan betur enn nakr­an­ tíð, at eingin hugur er at loysa Før­ oy­ar úr ríkisfelagsskapinum við Dan­mark, hóast tað valla heldur kem­ur óvart á nakran. Nú dámar serliga Tjóðveldinum og Sam­bandsflokkinum so væl at skjóta hin­um flokkunum í skógv­ ar­nar, at teir eru á­vik­a­vist sam­ bands­flokk­ar og loys­ing­a­r­flokk­ar. Bárður Nielsen er tann, sum royn­ir seg seg mest í hesum ikki sørt na­ iva ret­o­rikki í hesum døgum. Helst fer Bárður skeivur – og meira sannleika man vera í skot­ unum frá Tjóðveldinum, at all­ir hinir eru – um ikki sam­bands­ flokk­ar, so vilja teir ikki hava før­ oyskt fullveldi. Og tað er kanska júst semjan um ikki at fara úr ríkis­fel­ags­skap­ in­um, sum er trup­ul­leik­in hjá Sam­bands­f­lokk­i­num og Fólk­a­ flokk­i­num at semjast við Javn­að­ ar­flokk­in um hetta málið. Hóast teir látast at vera ó­samd­ ir, so man størsti trup­ul­leik­ in vera, at tað er ov keð­i­ligt hjá Fólkaflokkinum og Sam­bands­ flokk­i­num í anstøðu at hjálpa Javn­aða­r­flokk­i­num í sam­gongu at finna eina »loysn« upp á rík­is­rætt­ ar­ligu støð­una, sum kundi vart í nógv ár framyvir. Nógv vís fólk hava sagt, »at pol­ i­tikk­ur er at vilja broytingar«. Og hes­um kunnu øll taka undir við. Men politikkurin er so sannliga eis­ini »at forða fyri at vilja broyt­ ing­ar«. Tað er júst stóri trupulleikin hjá løg­manni í málinum um stjórn­ar­ skip­an Før­oya, sum tí fer í søguna ó­loyst. Og lítið bendir á, at støðan ver­ð­ur øðrvísi, tá onnur samgonga er skip­að. Allir eru sambands­flokk­ar – uttan kanska Tjóðveldi AT FORÐA FYRI BROYTINGUM Fýra or­søkir at venja rumpu HON SÍÐA 16 »id­i­ ot­sikk­ur« súrepla­ køka HON SÍÐA 26 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Klandur er í ov­ astu nevnd í Betri-sam­tak­i­ num Eftir øllum at døma hevur op­ið stríð verið í ovastu leiðsl­uni í Betri samtakinum. Beint fyri prentstart frætt­ ist úr samtakinum, at ov­ asti stjórin, Ben Arabo, er sagd­ur úr starvi, og at næst­for­mað­u­rin í nevndini, Teit­ur Poulsen, er rýmdur úr nevnd­ini sum mótmæli í­móti, at stjórin er koyrdur. Ben Arabo hevur verið stjóri í samtakinum síðani 1. des­ember í fjør. Orsøkin til uppsøgnina er sam­starvs­trupulleikar, stend­ur í tíðindaskrivinum Gunn Danielsen er sett sum næst­for­kvinna í nevnd­ ini. Evy J. Jacobsen, vinnu­ kund­a­leiðari í Betri Banka, er sett sum fyribils forstjóri. Hóast tú skjótt kanst fáa sekk­in sum stjóri í stórari fyri­tøku, so líðir tú koritni onga neyð. Og so slett ikki, tá tal­an er um Betri samtakið. Lønin sum forstjóri í Betri sam­takinum er sambært árs­rokn­skapinum fyri í fjør 217.000 krónur um mánaðin. Tað er ein ársløn upp á 2,6 mill­i­ónir krónur. Sambært sama roknskapi, so kann stjórin í Betri P/F upp­sig­ast við 12 mánaðar freist og kann sjálvur siga upp við 6 mánaðar freist. Tað merk­ir, at Ben Arabo fær 2,6 mil­l­iónir krónur – svar­andi til løn í eitt ár, fyri at verða uppsagdur. Hann hev­ur verið stjóri í Betri sam­tak­i­ num 0,75 ár, og fyri tað fekk hann 2,17 milliónir krón­ur í løn. Ella tilsamans 4,77 milli­ ónir krónur fyri at arbeiða í slak­ar 10 mánaðir sum stjóri. Sambært sama roknskapi fyri P/F Betri fyri 2017, so fekk til sam­anberingar Suni Schwartz Jacobsen í fjør 9 mill­i­ónir krónur í upp­sagn­ar­ løn eftir at hann varð koyrd­ ur frá sum stjóri í øllum fel­ øg­u­num í samtakinum. Og Reg­in Hammer, sum varð koyrd­ur frá sum stjóri í Betri Trygging, fekk í 2016 4,4 mill­ i­ónir krónur fyri at vera frá­ koyrd­ur. Ben Arabo fekk sekkin sum stjóri í P/F Betri Leygardagin 29. sep­tem­ber kl. 13-16 skipar Stoff­skift­ is­fel­ag­ið fyri almennum kunn­ing­ar­fundi í Kongshøll á Vest­ar­u­bryggju í Tórshavn. Á fundinum heldur All­an Carlé, yvirlækni og gransk­ ari við Aalborg Uni­vers­i­tets­ hos­p­i­tal, fyrilestur um at skilja stoff­skiftissjúkuna um, hvussu tað ber til at man følir seg sjúk­an hóast læknin er nøgd­ur við blóðroyndirnar – ein roynd at skilja hvønn ann­an og sjúkuna. Forkvinnan í danska stoff­skift­is­fel­ag­num, Jytte Flams­holt Christiansen, og Lone Will­um­s­en, ráðgevi hjá danska fel­ag­num, luttaka eis­ i­ni á fund­i­num við kunning um danska felagið. Høvi verður eisini at seta spurn­ing­ar á fundinum. Kunnandi fundur um stoffskifti Eftir góðar níggju mánaðir sum ovast stjóri í Betri- samtakinum, hevur Ben Arabo nú fingið sekkin Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Vælkomið lítla barn – í Sosialinum mánadag