Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. september 2018 · Nr. 111 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Síðsta fíggjar­ lógin er latin Løgtinginum Umsitingin í Løgtinginum hevur fingið seinasta fíggjarlógaruppskotið áðrenn val verður aftur Árni Gregersen Freistin hjá landssstýriskvinnuni at lata umsitingini í Løgtinginum upp­skot til fíggjarlóg var úti á middegi í gjár. Sjálvt um uppskotið er gjørt, so eru enn fleiri mál, sum sam­gong­an ikki er komin ásamt um í fíggj­ar­ lógaruppskotinum, men nú er upp­ skotið farið í tingið, og so er tað í ting­inum møguligar broyt­ing­ar skulu gerast. Øll tingfólk og landsstýrisfólk vita, ta tað er torført at gera upp­ skot til fíggjarlóg í einum valári – og serliga tá ið tað gongur væl við bú­skap­inum í Føroyum. Samgongufundur var í Tinga­ nesi í gjár har tingfólk fingu at vita, hvussu uppskotið sær út og fingu høvi at koma við viðmerkingum til fíggj­ar­lógina. Okkara keldur siga, at fleiri ting­ fólk ikki eru samd um alt í upp­skot­ in­um. Serliga eru tað íløg­ur­nar, sum einstøku tingfólkini finnast at. Millum politisku flokkarnar í sam­gonguni rt hrelfut ikki full semja. Hóast vit hava góðar tíðir, so eru flokkarnir ikki heilt samdir um, hvussu stórur vøksturin í rakstr­in­ um skal vera komandi ár. Tann spurningurin er heldur ikki loystur 100 prosent, men skal viðgerast tá ið uppskotið um fíggj­ arlóg verður beint úr ting­sal­in­um í fíggjarnevndina. Old og løgmaður Umframt at fáa politisku kabalina at ganga upp um fíggjarlógina, so hevur løgmaður eisini spurn­ing­in um tunnil til Dals á skriv­ara­borð­ in­um. Løgmaður hevur greitt boðað frá, at tað verður ikki sum lands­ stýris­maðurin við sam­ferðslu­mál­ um, Hendrik Old, hevur boðað frá, at tunnil fyrst verður gjørdur til Fámj­ins og síðani til Dals. Løgmaður hevur sagt, at hann sum samgonguleiðari hevur skorið ígjøgn­um og avgjørt, at fyrst skal tunnil gerast til Dals og so kemur Fámj­in aftaná. Henrik Old segði á middgi í gjár við Sosialin, at enn er ongin loysn funnin á hesum málinum, men at hann og løgmaður tosa væl saman. Tingfólk – bæði úr samgonguni og andstøðuni – rokna við at hetta málið tó verður loyst. Hóast bæði løgmaður og lands­ stýris­maðurin hava verið avgjørdir í teirra útmeldingum, so vænta tey, at hetta málið verður loyst. Spurningurin er mest, hvussu ein loysn kann pakkast inn, so hvørki løgmaður ella lands­stýris­ mað­ur­in missa tign. Ongin væntar – hóast alt kann henda í politikki - at striðið um rað­fylgj­una av tunnlum av álvara verð­ur ein politisk kreppa. Til tess er málið ov lítið. Hin­veg­ in so hevur lítil túgva ofta koppað stórum lessi, so tað kann sjálvandi eisini hena her. Raðfestingin av tunlum kann eisini fevna víðari enn tunlar til Dals og Fámjin, tí nógv bendir á, at partar í samgonguni vilja hava flutt ein tunnil úr Gøtudali til Millum Fjarða fram í raðfestini fyri at fáa ferðsl­una úr Klaksvík til Havnar at flyta seg av eystara til vestara arm­ in á Skálafjørðinum. Fíggjarlógaruppskotið er júst hjá fyrisitingini í Løgtinginum, har tað verður eftirkannað tekniskt og so verður tað lagt fram á tingfundi fríggja­dagin fyrrapart. Sjálvi tølini í uppskotinum fer landsstýriskvinnan við fíggjar­mál­ um, Kristina Háfoss, at leggja frazm á tíðindafundi á Argjum klokkan 10 fríggjadagin. POLITIKKUR Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, hevur latið tinginum uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár. Hendrik Old, landsstýrismaður við ssamferðslumálum, sigur, at enn er ongin loysn funnin á trætuni um hvør tunnil skal gerast fyrst. Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at sum samgonguleiðari noyddist hann at skera ígjøgnum