Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. september 2018 · Nr. 111 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TALGILDA KOYRIKORT Plast koyrikortið er ein leivd frá fortíðini - Tað átti at verið lagamanni at kunnað talgildað koyrikortið í Føroyum, meinar Nicolai Mohr Balle, verkætlanarleiðari fyri Talgildu Føroyar. Pætur Hjalmar Evensson pature@sosialurin.fo Alsamt fleiri tænastur og loysnir verða so við og við talgildaðar, og talgildi heimurin verður fyri hvørt ár sjónligari í almenna rúminum. Hetta kann gera gerandisdagin hjá okkum lættari og skunda und­ir fleiri mannagongdir, sum ann­ars ofta krevja tíð, pengar og orku. Í vikuskiftinum boðaði danska Fíggj­armálaráðið frá, at mann í Danmark fer undir at talgilda koyri­kortið, sum vil siga, at tað í framtíðini skal vera møguleiki fyri at hava koyrikortið á einari app á sínari telefon. Hetta er partur av ein­ari størri ætlan, har fleiri sam­ leika­prógv skulu talgildast. Føroyar fylgja væl við í talgildu menningini, og tað kann tí væntast, at talgilda koyrikortið eisini verður ein veruleiki í Føroyum um nøkur fá ár. Talgildu Føroyar er ein verk­ ætl­an, sum hevur til endamáls at  talgilda tænastur til borgarar, vinn­una og almenna geiran í Før­ oy­um. Í apríl í ár verður m.a. ein nýggj­ur talgildur samleiki eftir ætl­ an veruleiki, sum kann nýtast til inn­ritan og eyðmerking, har mann skjótt og lætt kann avgreiða flestu av sínum viðurskiftum. Ómakaleyst at talgilda koyrikortið Við einum talgildum samleika verða allir persónsupplýsingar savn­aðir saman á einum stað, so tað kem­ur at fungera sum eitt talgilt sam­leikaprógv. Nicolai Mohr Balle, verk­ætl­anarleiðari fyri Talgildu Før­oy­ar, vísir á, at uppá hendan mátan eru fyritreytirnar fyri ein­ari talgildan av koyrikortinum í Før­ oyum til staðar. Tí kann hann væl fyri­stilla sær eina føroyska koyri­ korts­app, hóast tað ikki er partur av Talgildu Føroyum á hesum sinni. - Fyritreytirnar fyri einum tal­ gildum koyrikorti verða mun­andi styrktar við tí talgilda sam­leik­ an­um, vit menna í Talgildu Før­ oy­um. Um Akstovan mennir eina app við síðuna av hesum, er alt grund­arlagið til at kunna eyð­ merkja persónar til staðar, so tað átti at verið lagamanni at kunnað tal­gildað koyrikortið, sigur Nicolai Mohr Balle. Komandi talgilda koyrikortið í Danmark, sum eftir ætlan skal koma í gildi í 2020, fer ikki at merkja, at fysiska kortið fer í søguna. Tað verð­ur sostatt møguleiki at brúka báð­ar loysnirnar, og tað heldur Nicolai Mohr Balle vera eina snilda loysn, sum mann eisini kundi gjørt í Føroyum. - Mann nýtist ikki neyðturviliga at avskriva tað fysiska kortið, men mann kundi havt appina sum eina eyka eind at hava koyrikortið á. Tað síggi eg absolutt sum eina styrki, sigur hann. - Fysiska kortið minni relevant Við at hava koyrikortið á sínari snild­fon sleppur mann m.a. frá at stúra fyri, um mann hevur forlagt sær kortið, og tað verður eisini lætt­ ari og skjótari at dagføra sítt koyri­ kort. Nicolai Mohr Balle heldur, at tað hevði verið ein stórur lætti fyri fólk, um koyrikortið varð talgildað. - Eina telefon hava næstan øll uppi á sær í dag. Um mann kundi sloppið undan at havt eitt koyri­ kort við sær og bara kundi eyð­ merkt seg á einari telefon, vænti eg, at tað hevði kunnað verið ein stór­ ur lætti fyri nógv fólk, sigur Nicolai Mohr Balle. Hann heldur, at vit væl kundu verið núverandi fysiska laksalitta plast koyrikortinum fyri uttan. - Sum eg síggi menningina, so haldi eg, at tað fysiska kortið er minni relevant, tá mann líka væl kann eyðmerkja seg á einari tele­ fon, sigur Nicolai Mohr Balle, sum mein­ar, at plast koyrikortið er ein leivd frá fortíðini. - Tað er í prinsippinum bara ein leivd frá fortíðini, at mann skal hava koyrikortið á sær. Tøknin ger tað møguligt, at mann kann sleppa und­an at havt tað á sær. Tað er jú hend­an vegin, øll menning koyr­ ir í løtuni, staðfestir Nicolai Mohr Balle, verkætlanarsstjóri fyri Tal­ gildu Føroyar. Eingin ítøkilig ætlan um hetta enn Henrik Old, landsstýrismaður í sam­ferðslumálum, er jaligur um at talgilda koyrikortið í Føroyum eis­ini, men hetta liggur ikki í kort­ un­um enn. - Um eitt talgilt koyrikort lætt­ ur um hjá fólki, haldi eg, tað er í fín­asta ordan. Men tað má vera væl fyrireikað, og kann ikki vera fyrr enn Talgildu Føroyar er komið uppá pláss, sigur Henrik Old. Akstovan er stovnur undir Sam­ ferðslu­málaráðnum og stendur fyri at útvega koyrikort í Føroyum. Her hava tey hugsað talgilda vegin. - Vit hava ikki gjørt nakra ítøki­ liga ætlan um hetta, men sjálv­andi hugsar mann um hetta, tá menn­ ing­in gongur hendan vegin. Tað er einki at ivast í, at hatta verður veru­leiki um nøkur ár, sigur Jákup Jacob­sen, stjóri í Aktovuni. - Hatta hevur verið frammi í Norð­ur­londum seinastu árini, m.a. hev­ur Finland gjørt royndir við tí. Men tað snýr seg eisini um altjóða reglu­verk, og hvussu lóggávan í yms­um londum er bygd upp. Mær vit­andi hevur mann ikki broytt tað enn. Men eitt og hvørt land kann óivað gera reglar, hvussu mann hev­ur tað innanlands, sigur Jákup Jacob­sen.