týsdagur 25. september 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. september 2018 · Nr. 111
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
LEIÐARI TIL NES SÓKNAR MUSIKKSKÚLA
Við hesum verður lýst eftir leiðara til Nes Sóknar Musikkskúla, ið er
skipaður umvegis samstarv ímillum Nes- og Runavíkar kommunu. Skúlin
hevur virkað í skúlabygningunum hjá kommununum, síðani hann varð
settur á stovn. Í løtuni ganga áleið 150 næmingar í skúlanum.
Musikkskúlin hevur
rímiligar karmar, og
væntað verður, at nýggi
leiðarin, saman við nevnd
skúlans og kommun-
unum báðum, vísir á og
finnur loysnir, ið kunnu
gera karmarnar uppaftur
betri.
Tað er eitt greitt ynski, at
Musikkskúlin frameftir
miðar eftir at skipa
soleiðis fyri, at saman-
spæl í smærri og størri
bólkum, við alrahanda
ljóðførum, fer at mynda
umhvørvið kring skúlan í
alt størri mun.
Musikkskúlin hevur hjálpt
væl til í rekruteringini til
Hornorkestrið í økinum,
hetta eigur at halda fram,
men ynskiligt er eisini, at
ljómlið, skipað saman við
øðrum ljóðførum, fara at
síggja dagsins ljós fram-
eftir. Skúlin eigur eisini at
kenna eina ábyrgd fyri
størri høpum, m.a. at vera
veitari av leikarum til eitt
nú Føroya Symfoni-
orkestur.
Møguleikarnir fyri fram-
førslum eru nógv batnaðir
hesi seinastu árini, bæði í
Runavík og á Toftum.
Ynskiligt er, at hesir
møguleikar vera brúktir
væl meiri í framtíðini, og
at Musikkskúlin gerst
meiri sjónligur og stimbr-
andi í staðbundna
mentanarlívinum.
Væntað verður, at við-
komandi, ið fær starvið,
umframt at vera dyggur
umsitari, er kveikjandi,
framsøkin, dugir væl at
samskipa og samstarva
og hevur greiðar fram-
takandi hugsjónir fyri
Musikkskúlan. Mál skulu
setast og røkkast í
størstan mun.
Samsvarandi viðtøkunum
verður leiðarin settur fyri
fimm – 5 – ár í senn.
Áðrenn starvstíðin er
runnin, verður lýst eftir
leiðara av nýggjum.
FØRLEIKAKRØV
Umsøkjari skal hava
musikknámsfrøðiligt
prógv frá musikk-
konservatorium ella aðra
samsvarandi musikk-
útbúgving.
Tónleikaútbúgvingin skal
í minsta lagi vera á
bachelor stigi og góð-
kend av landsmyndug-
leikanum. Tað er ein
fyrimunur at viðkomandi
hevur royndir frá musikk-
skúlaarbeiði.
Fyrisitingarligar royndir
og gott skil fyri fíggjar-
viðurskiftum eru ein
fyrimunur. Musikkskúla-
leiðarin skal antin hava
nomið ella nema sær
góðkenda leiðslu-
útbúgving.
LØNAR- OG
SETANARTREYTIR
Starvið er áramálssett
hálvtíðarstarv, og løn
verður latin sambært
sáttmálanum, ið er
galdandi fyri limir í Føroya
Musikklærarafelag.
UMSÓKNIR
Umsóknir skulu stílast til
Nes Sóknar Musikkskúla,
og hesar skulu, saman
við CV og prógvum,
sendast til Nes
kommunu, Toftavegur 3,
FO-650 Toftir ella
umvegis teldupost til
nes@nes.fo í seinasta lagi
3. oktober 2018. Ynskja
áhugaði at vita meiri um
leiðarastarvið, ber til at
ringja til Sølva R. Hansen,
mentanarleiðara í
Runavíkar kommunu,
telefon 221226.
K R E A
Starvsfólk til dagrøktina
í Viðareiðis kommunu
Søkt verður eftir námsfrøðingi ella starvsfólki at
arbeiða 35 tímar um vikuna. Starvið verður sett
skjótast gjørligt. Starvstíðin er fram til 1.juli 2019.
Tann, ið settur verður, skal:
•
Megna at arbeiða við børnum, ið hava
serligar avbjóðingar.
•
Duga, við støði í námsætlanum og
stevnumiðunum, at arbeiða við ymiskum
evnum í teimum ymisku aldursbólkunum.
•
Hava hug og áræði at skapa og íverkseta ein
mennandi, tryggan og stuttligan og til tíðir
øðrvísi gerandisdag saman við børnum og
starvsfeløgum, í teimum ymisku tiltøkunum,
ið verða fyriskipað.
•
Duga at vísa og útinna tolsemi, virða og
vísa umsorgan fyri tí einstaka barninum,
foreldrum og starvsfeløgum.
•
Vera jaligur, sjálvstøðugur, ábyrgdarfullur
og hava góðan munnligan og skrivligan
málførleika.
•
Duga at virka í góðum samstarvi við
starvsfelagar og leiðara.
•
Verða álítandi, nærverandi, nærlagdur og
reiðuligur.
Vit bjóða tær:
•
Eitt avbjóðandi starv og jaligir starvsfelagar, ið
virða og rúma ymiskleika.
•
Eitt lívsjáttandi starv, har øll eru við til at
leggja dagin tilrættis.
•
Eitt spennandi og mennandi starv við
nógvum avbjóðingum.
Løn- og setanartreytir:
Setanarøkið er Viðareiðis kommuna. Tann, ið
settur verður, eigur at tola broytingar starvinum
viðvíkjandi og skal kunna virka innan alt dagliga
virksemið hjá dagrøktini, sum fevnir um børn í
aldrinum 1. - 10 ár.
Starvið verður lønt sambært sáttmála
millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgeravarafelag.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
10.okt. 2018 kl.12.00, saman við møguligum
prógvum og viðmælum. Meiri fæst at vita við at
venda sær til Dianu Borgnáyrdóttir, leiðara á tel.
231084.
Umsóknin skal sendast sum bræv til:
Dagrøktin á Viðareiði
Eggjarvegur 4
750 Viðareiði
ella sum teldubræv til:
vid.dagroktin@kallnet.fo
FO- 750 Viðareiði · T-postur: vid.kommuna@kallnet.fo
Tel: +298 451083 · Fax: +298 451094
Dreymastarvið finnur tú á in.fo
Mikudagur 20. september 2017 Nr. 109 91. árg. kr. 20,00 í leysasølu
skulu læra
at undrast
og granska
Vísindavøka s4
Skúvoy:
Lundin
hevur havt
tað go s4
LANDSROYNDIR:
KØVA ÁHUGA
HJÁ BØRNUM
AT GRANSKA
Lærarar í náúruvísindaligum
læru grein um kenna seg noydd ar at
l
j
d
t á
t
f kli
f
190.000,-
Vanligur prísur 246.990,- Avmarkað nøgd ∙ Uttan bil í býti
nsin 120 hk Active
ÁRG. 91, B
22. SEPTEMBER 2017
Eyðun hevur Parkinson:
SJÚKAN
RÍKAR
MÆR LÍV
17 Nr. 108 91. árg. kr. 20,00
Uppboðssøla
forðar breið-
ari semju
...OG SUM ALTÍÐ QUIZZIN 5 SKJÓTIR UMMÆLI VIKAN IÐ FÓR
TORKIL VEYHE
DRØNAR
AVSTAÐ:
-EG TOSI VIÐ
TRÝ LIÐ Í LØTUNI
SEBASTIAN
PINGEL:
TAÐ VAR IKKI
BROTSSPARK
LES UM TORKIL VEYHE Á SÍÐU 14-15
LES UM HB-VÍKING Á SÍÐU 18-19
VATNHAMAR
OG ATLI SAMDIR
TAÐ BLEIV RÆTTILIGT ROK Í GUNDADALI, TÁ MENN TÓKTUST AT
FARA TIL HENDURS Í SAMBAND VIÐ EITT INNKAST. TRÓNDUR
VATNHAMAR BLEIV BURTURVÍSTUR OG ATLI GREGERSEN KOM Í
MÓTVIND. Í BLAÐNUM Í DAG FORTELJA TEIR HVAT HENDI
LES UM ROKIÐ Á SÍÐU 23
BAKSÍÐAN
ÜNELL BRUHN:
TT AT
OMA INN
ØROYSKA
Síða 4
U