týsdagur 25. september 2018síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN SEPTEMBER 2018
10
k
v
i
n
n
u
b
l
a
ð
i
ð
Hallur av Rana
Lat
teir
tungu,
svørtu
jakkarnar
og
myrku
troyggjurnar
liggja
í
skápinum. Tann heystmótin,
ið vit kenna, verður kastaður
fyri borð, tá SMS hóskvøldið
bjóðar til ársins mótasýning,
har handlarnir í sølumiðstøðini
fara at vísa fram mótan
komandi
mánaðirnar.
Teir
myrku litirnir og stílreinu
linjurnar verða nevniliga skift
út við alheims litir, mynstur og
ymisk klædnatilfar.
- Eg kann siga, at tað
verður eitt litríkt heyst. Tað
sum er stuttligt í ár, er at tá
man
samanber
við
vanlig
heystklæðir, so eru tey myrku,
svørtu og gráu klæðini í ár
skift út við gul, reyð, pink
og appilsingul klæðir, sigur
Siri Sørensen, ið saman við
Karitu Zachariassen skipar fyri
mótasýningini í ár.
Tað eru ikki bara litirnir, ið
verða øðrvísi í heystmótanum í
ár, men kunna føroyingar vænta
at síggja ymisk snið og tilfar á
gøtuni teir næstu mánaðirnar.
- Rákið er at ymisk tilfar kemur
inn aftur. Floyal og cowboyklæði verður
meira brúkt, so at samansetingin verður
øðrvísi enn undanfarnu ár. Og so fara vit
at síggja nógv leopardmynstur í heyst.
Tað er farið frá at vera trygt til at blíva
eksperimenterandi og stuttligt aftur, sigur
Siri Sørensen.
SPÆL Í KLÆÐUNUM
Heyst- og vetrarmótin í Føroyum hevur
tey seinastu árini verið merkt av myrkum,
gráum og svørtum klæðum, so talan er um
eina lítla kollvelting innan føroyska móta,
sum luttakararnir fáa innlit í hóskvøldið.
Siri Sørensen vísir á, at tað er heldur ikki
óvanligt, at litir vinna frama í mótanum
aftaná nøkur tung ár.
- Man plagar at siga, at aftaná fíggjarligar
harðar tíðir, so kemur eitt rák við nógvum
litum, blómum og líknandi. Tað hevur
nakað við tað at gera, at vit sum menniskjur
hava brúk fyri at verða upplyft og hava
tað stuttligt, sigur Siri Sørensen og leggur
afturat.
-
Nú eru tað nøkur ár síðan, at tíðirnar vendu,
men nú síggja vit tað í mótanum. Tíðin er
komin at fáa eitt sindur spæl í klæðini og fara
frá teimum reinu linjunum. Tað verður tað, ið
handlarnar fara at vísa hóskvøldið. So fólk
kunna koma, fáa íblástur og síggja hvussu
man kann spæla við litirnar í heyst, sigur
Siri Sørensen.
Eitt sum mangan verður tikið til, tá mótin
fyri eina árstíð skal lýsast, er at einastu
reglarnar eru, at tað eru ongir reglar. Siri
Sørensen tekur eisini til hesi orðini í ár, men
er sjálv skjót at vísa á, at tað er kanska ikki
heilt rætt. Men tí er tað eisini eitt upplagt
høvi hjá áhugaðum at koma í SMS og síggja
hvat letur seg gera.
- Reglarnar eru, at tað eru ongar reglar.
Men hvat merkir tað í veruleikanum? Man
sigur tað ofta, men tað passar ikki heilt, tí
man kann gott gera okkurt kiksað. Hetta
er møguleikin hjá fólki at fáa íblástur til
hvussu man spælir við ymsu litirnar og
skapini. Serliga tá man kanska mest er vanur
at lata seg í svørt og myrk klæðir, sigur Siri
Sørensen.
Heystið er litríkt
- EG KANN SIGA, AT TAÐ VERÐUR EITT LITRÍKT HEYST.
TAÐ SUM ER STUTTLIGT Í ÁR, ER AT TÁ MAN SAMANBER
VIÐ VANLIG HEYSTKLÆÐIR, SO ERU TEY MYRKU, SVØRTU
OG GRÁU KLÆÐINI Í ÁR SKIFT ÚT VIÐ GUL, REYÐ, PINK
OG APPILSINGUL KLÆÐIR, SIGUR SIRI SØRENSEN, NÚ
ÁRLIGA MÓTASÝNINGIN HJÁ SMS VERÐUR HÓSKVØLDIÐ