týsdagur 25. september 2018síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN SEPTEMBER 2018
16
k
v
i
n
n
u
b
l
a
ð
i
ð
Venjingin var sera góð og sera hørð.
Eg havi ongantíð í mínum lívi sveittað so illa.
Vil mæla øllum at royna BURN Booty Building.
Anja Joensen, 50 ár
HATTA MÁ EG
MELDA MEG TIL!
“
TILMELDING Á BURN.FO
Størstu vøddarnir í kroppinum sita
nevnliga á rumpuni, og tað er ikki
uttan orsøk. Tí tað eru nevnliga
teir vøddarnir, ið taka sín stóra
part av dagliga stríðnum, tá ið tú
rørir teg. Um teir væl at merkja
eru vandir til at megna hetta.
Tíverri hava nógv okkara rumpur,
sum ikki virka til fulnar, og sum
eru blivnar dovnar, tí at vøddarnir
verða brúktir alt ov lítið í einum
gerandisdegi við alt ov lítlari
rørslu.
Tá ið tú stendur, situr ella liggur,
brúkar tú til dømis ikki tann stóra
afturpartsvøddin, ið er størsti
vøddin í mjødnini, og sum er við
til at fáa rumpuna at standa fram.
Tað er ikki fyrr enn, at tú gongur
aktivt og við stórum fetum, at
vøddarnir verða settir í gongd.
Tað er tíverri so, at nógv okkara
sita, standa og ganga við smáum
fetum til dagligt, og júst tí fáa vit
eisini eina rumpu, ið sær út, sum
um hon ongantíð verður brúkt.
Hon verður sløpp, óvirkin og fær
ein óynsktan flatan form.
Eitt annað óheppið úrslit av
manglandi innsatsi í rumpuni, er,
at tá ið rumpan ikki ger nakað
til nyttu, so verða tað í staðin
mjødnin, ryggvøddarnir og
baklørini, ið taka størsta partin av
byrðuni. Tað hevur so við sær, at
tú kanst fáa eitt nú ilt í ryggin og
ilt í knøini og føturnar.
TÚ FÆRT BETRI
HOLDNING
Tí vøddarnir í rumpuni halda
mjødnini hjá tær og harvið
tínum holdningi í røttu
støðunum, tá ið tú rørir teg,
og tá ið tú situr ella stendur
stillur.
TÚ VERJIR RYGGIN
Nógv lyft hava við sær, at
man bert kann lyfta rætt
við at brúka bein og rumpu.
Er vøddarnir ikki vandir, so
lyfta vøddarnir í rygginum
óneyðuga nógva vekt, og tað
kann geva pínu.
GEISLARNIR Í RYGGINUM
VERÐA VARDIR
Stoytir gjøgnum kroppin, tá
ið tú til dømis gongur, rennur,
hoppar og so framvegis, fara
upp gjøgnum liðini í kroppinum.
Er bein- og rumpuvøddarnir nóg
sterkir, so taka teir størsta partin
av stoytinum og verja harvið
ryggin.
TÚ FÆRT MEIRI YVIRSKOT
Nógvar av rørslunum í
gerandisdegnum fevna um bein-
og rumpuvøddarnar. Jú meiri
vandir hesir vøddar eru, jú minni
troyttir blíva teir – tað sama er
galdandi fyri teg.
Fýra góðar
orsøkir at
venja rumpu
Tað eru nógvar aðrar orsøkir
at venja bein og rumpu enn
bara tær kosmetisku
Kelda: Iform.dk