Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-25, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 2018síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN SEPTEMBER 2018 18 k v i n n u b l a ð i ð Eydna Skaale Herfyri keypti eg eina køku. Tað var ein van­ lig køka, men tað serliga var, at pengarnir fóru óskerdir til Alzheimersfelagið. Kvøldið fyri høvdu eg og eldra dóttirin, sum er 4 ár, hugt at einum kvf-dokumentari um tvær føroyskar kvinnur við Alzheimers. Send­ingin setti síni spor, og vit vóru báðar rørdar av at síggja, hvussu sjúkan broytti til­ veruna hjá høvuðspersónunum og teimum av­varðandi. Perspektivið hjá børnum er kortini mang­ an øðrvísi enn hjá okkum vaksnu, tí tey hugsa so ítøkiligt. So meðan eg hendan dagin í handlinum greid­di henni frá, at vit – við at keypa hesa køku­na - stuðlaðu teimum, sum eru sjúk av Alzheimers, sá eg, hvussu eygu hennara vuksu. - Hjálpa vit teimum við hesi køkuni, spurdi hon og var bæði ivasom og vónrík í senn. - Ja, segði eg. - Altso.. skulu vit so fara heim til teirra við henni, spurdi hon spent. - Nei, vit skulu sjálvi eta hana í kvøld heima hjá okkum, svaraði eg. - Men.. hvussu hjálpa vit so teimum sjúku, vildi hon vita. - Jú, tá vit keypa hesa køkuna, fara pengarnir til felagið hjá teimum, sum eru sjúk. Reaktiónin kom beinanvegin! - Pengarnir? spurdi hon skuffað. - Tað er ræðu­ligt, sum tað er keðiligt fyri tey sjúku, um vit bara geva teimum pengar, men ikki ætla at geva teimum burturav køkuni. Og so trillaði hon avgjørd og illa nøgd av­ stað við sínum lítla innkeypsvogni og køkuni – og eftir stóð eg og undraðist á, at mín 4 ára gamla enn einaferð hevði sett meg skák-mát. “Summi fólk eru so fátøk, at tað einasta, tey eiga, er pengar” ljóðar eitt sitat. Og tað er nokk nakað um tað. Misskil meg ikki. Øll tey, sum savna pengar inn til onnur - sum ganga við reyða kross- bússum, sum savna inn fyri Team Rynkeby, sum baka køkur fyri Alzheimersfelagið og so mangt annað - gera nakað veruliga gott og neyðugt Um dótturin kundi valt ímillum at fingið antin pengarnar, sum køkan kostaði, ella sjálva køkuna, drekkamunnin og hugnan um borð­ið, meðan køkan varð notin, so er eingin ivi um, at hon hevði valt tað seinna. Tí fyri tann einstaka er tað bæði hugna­ ligari og meiri gevandi at fáa sær ein góðan drekka­munn saman við øðrum, enn “bara” at fáa eitt sindur av pengum. Og kanska, hugsaði eg, meðan eg stóð har í handlinum; kanska halda tey sjúku eisini tað.. Og eg hugsaði um aðra av kvinnunum í send­ing­ini, sum greiddi frá, at so hvørt sum sjúkan tók seg fram, tóktiskt tað, sum um vinir og kenningar tóku seg aftur. Tað er svárt at vitja, har sorg og sjúka hava rakt. Tá er helst lættari, um vit bara kunnu rinda eitt sindur til eitt felag. Og ja, eg veit sjálvsagt væl, at pengar skulu til. Bæði til hjálp, stuðul og gransking. Tað skulu nógvir pengar til, og tað er gott, at tað eru nógvir mátar, sum vit kunnu stuðla, so vit spakuliga fáa bøtt um útlit og viðgerðir. Tað er alneyðugt. Men... tað er bara ikki nokk, um vit veru­ liga vilja gera mun hjá tí einstaka. Tí fyri tey sjúku og tey avvarandi eru tað fakt­iskt smáar ítøkiligar gerðir av nærleika og kær­leika, sum hava størstan týdning. Tað, at tey merkja, at tey ikki eru gloymd, og at vit ikki øll eru farin hastandi víðari í lívinum undan teimum. Tað, at man støkkur inn á gólvið við eini køku og gevur sær stundir til ein drekkamunn og eitt prát, kann gera ovurstóran mun. Misskil meg ikki: Tað er avgjørt gott, at vit lata til vælgerandi endamál. Soleiðis fáa vit spaku­liga flutt tingini rætta vegin og bøtt um ta stóru myndina. Men vit mugu eisini samstundis minnast til ta lítlu, persónligu myndina hjá tí einstaka. At geva pengar er lætt. At støkka inn á gólv­ið kann vera ringt. Men onkuntíð skulu vit senda tingini ein túr í gjøgnum barnsligan logikk fyri at skilja tey betur. Og tað, sum lítla dótturin lat meg skilja her­fyri, var hetta: vilja vit hjálpa einum bólki, skulu vit geva teimum pengar. Men vilja vit hjálpa einum fólki, skulu vit geva teimum køku – og síðani geva okkum stundir at njóta hana saman við teimum. Og í grundini er tað ikki ein spurningur um pengar ella køku. Men um at vit gávumild eiga at geva bæði <3 Tað var ein góð og beinrakin áminning úr barn­anna einføldu verð. Mammulív: Pengar ella køku? KLUMMA: Eigur tú eina góða gamla uppskrift uppá smákøkunar ella kakuna, sum bara riggar? Send hana til okkum og tú ert við í kappingini um hettar settið av bakiamboðum frá Blomsterberg og kassarnar frá Ay-kasa. Virði 1.150 kr. Vit loyva okkum at nýta uppskriftirnar til okkara miðlar. Send uppskiftina til hon@sosialurin.fo Vinningurin er latin av Maria Polusen Búnýti KakuKapping Seinasta freist at senda inn er 31. oktober 2018 Vinnarin verður funnin 5. november 2018