Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-25, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 2018síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN SEPTEMBER 2018 20 k v i n n u b l a ð i ð Føðingardagar eru eitt, vit mangan hava hjálpt børn­un­um at telja niður til. Ein dagur í árinum, sum fær ein stóran feitan X í kalendaran. Ein dagur, sum setir seg í barnaminnið – ein dag­ur, tey kunnu minnast aftur á við gleði. Barnaføðingardagar er ein veitslukendur dagur við køkum, gávum, gestum, bæði, stór og smá. Sjálvsagt er tað hugnaligt í sær sjálv­ um, men um ein ynskir at gera meira burt­ ur úr, kann man eitt nú velja eitt tema til føðingardagin. Børn elska at velja sær eitt tema og kunnu sjálvi verða við til at skapa ymiskt til henda stóra dagin. Indiánara­veitslur, sjórænarar, frozen og mangt annað eru dømi uppá hetta. Tá vit leita verður eftir íblástri til hetta, verður eitt nú pinterest nógv nýtt. Har er ein rúgva av góð­um hugskotum, sí myndir niðanfyri. ”Mamma, hvussu nógvir dagar eru nú til mín føðingardag?”