týsdagur 25. september 2018síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN SEPTEMBER 2018
24
k
v
i
n
n
u
b
l
a
ð
i
ð
BARNETS TARV
Ian McEwan
Fiona Maye er dómari í enska familjurættinum. Hon er kend fyri
at vera klók og neyv í sínum dómum, men aftan fyri framburðin
í arbeiðslívinum fjalir hon trupulleikar í hjúnabandinum, og hon
syrgir, at hon ongantíð fekk børn. Nú hóttir ein nýggj kreppa 30
ára gamla hjúnabandið. Samstundis verður Fiona kroyst í einum
rættarmáli, har ein 17 ára gamal drongur av átrúnaðarligari
sannføring noktar at taka ímóti lívbjargandi viðgerð.
Undirhald og
innihald til
myrku kvøldini
TAÐ GONGUR ÍMÓTI MYRKARI
OG KALDARI TÍÐUM, OG
UPPLAGT ER AT SETA SEG VIÐ
EINARI BÓK ELLA STROYMA
EIN FILM ELLA SJÓNVARPSRØÐ.
HER ERU NØKUR HEYSTARBOÐ
UM BØKUR OG STROYMING
LA CATEDRAL DEL MAR
Sjóvarpsrøð á Netflix
Sponsk sjónvarpsrøð, ið byggir á bókina
við sama navni hjá Ildefonso Falcones.
Vit eru í Barcelona í 1300 talinum. Arnau
og pápin flyta til býin, tí teir eru komnir
illa fyri aðrastaðni. Í Barcelona royna
teir at byggja sær eina nýggja tilveru
undir fátæksligum korum, samstundis
um nýggjur kadedralur verður bygdur í
býnum. Røðin lýsir menniskjalyndið – tað
góða og tað ónda – og leikluturin hjá
katólsku kirkjuni verður eisini vístur frá
góðu og minni góðu síðuni. Røðin er bæði
spennandi og fangandi.
ALLIED
Filmur á Netflix
Undir seinna heimsbardaga finna ein
kanadiskur heryvirmaður og ein kvinna
í fronsku mótstøðurørsluni saman og
búseta seg í London. Har byrjar kríggið
at leggja trýst á parið, og illgrunasamir
upplýsingar koma fram. Brad Pitt og
Marion Cotillard hava høvuðsleiklutirnar
í eleganta og spennandi filminum, sum
gevur innlit í støðuna, tá ið kríggið rakar
beint í hjartað á teimum elskandi. Kann
stroymast á Netflix.
OUTLANDER
Sjónvarpsrøð á Netflix
Outlander er væl umtókt sjónvarpsrøð,
ið byggir á bókarøð hjá Dianu Gabaldon.
Hon snýr seg um Claire Randall,
sum er sjúkrasystir undir seinna
heimsbardaga. Hon verður flutt aftur
í tíðina – til Skotlands í 1743, har hon
hittir hermannin Jamie Fraser og verður
fløkt upp í uppreistrarstríð. Tríggjar
sesongir eru av røðini, og tær kunnu allar
stroymast á Netflix.
SELVMORDSLÆGEN
Dokumentar á DR
Pensióneraði yvirlæknin Svend Ling
situr í heimi sínum á Fjóni í Danmark og
ráðgevur fólki, sum ikki ynskja at liva
longur. Hann sigur teimum, hvussu teir
kunnu gera av við seg við heilivági. DR
Dokumentar hevur gjørt sending um
læknan, sum nú er skuldsettur fyri at
hjálpa sjúklingum at gera sjálvmorð. DR
roynir millum annað at finna fram til,
hvussu læknin tryggjar sær, at talan ikki
eru um sálarliga sjúk fólk, sum ringja til
hansara. Dokumentar á dr.dk.
SKOVEN
Jane Harper
Fimm kvinnur fara við ryggsekki í skógin,
men bert fýra koma heimaftur. Tær
fýra kvinnurnar siga hvør sína søgu um,
hvat hendi í skógnum, men tær eru allar
samdar um, at eingin sá Alice hvørva.
Aaron Falk skal greiða gátuna, og hann
hevur eitt serligt samband við horvnu
kvinnuna, tí hon var smettari hjá honum
í einum máli ímóti stórfyritøku. Bókin
avdúkar sambond millum fólk – lygnir,
øvund og gamlar hendingar.
DE UROLIGE
Linn Ulmann
Linn Ulmann hevur skrivað skaldsøgu
um sín uppvøkstur. Hon var dóttir kend
fólk – norsku sjónleikarinduna Linn
Ullmann og svenska filmsleikstjóran
Ingmar Bergman. Linn skrivar serliga
um sambandið við pápan seinastu
tíðina, áðrenn hann doyr á oynni Fårø
í 2007. Bókin er skrivað við innliving
og eymleika, og málsliga skrivar Linn
Ulmann helst á sínum besta støði í hesi
bók.
KORALBRUNI
Anna Malan Jógvansdóttir
Hvat við at geva einum nýggjum
yrkingasavni møguleikan? Anna Malan
Jógvansdóttir úr Nólsoy hevur gingið
á rithøvundaskúla í Keypmannahavn,
og fyri kortum kom hon við nýggjum
yrkingasavni, sum er ein roynd at skriva
seg burtur frá menniskjanum og út í
náttúruna, so hon kann sleppa at ráða.
Anna Malan minnir okkum á, at tað
materiella ikki bert er deytt og óvirki,
men ein partur av øllum og okkum
sjálvum.
THE BEGUILED
Filmur á Viaplay
Vit eru í USA í 1864, tá ið borgarakríggið
herjar. Í Virginia leiða tvær strangar
kvinnur ein kostskúla fyri gentur. Ein
dagin finnur ein næmingur ein særdan
hermann, sum tey hjálpa. Hermaðurin
vekir tó kenslur á kostskúlanum, og
hendingarnar taka dik á seg og fáa
deyðiliga avleiðing. Filmurin er frá 2017,
og sjónleikarar eru eitt nú Nicole Kidman,
Kristen Dunst og Colin Farrell.
Ígjøgnum eld og vatn
Dómari í dilemma
Tá kríggj rakar
tey elskandi
Ferðast í tíð
Læknin ráðgevur
um sjálvmorð
Fimm kvinnur
fóru í skógin
Eyma familjusøgan
Menniskja í náttúruni
Strangi kostskúlin
Eyðun Klakstein