týsdagur 25. september 2018síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN SEPTEMBER 2018
26
k
v
i
n
n
u
b
l
a
ð
i
ð
Siri Jensen
E
g
havi
ein
lummateori
um,
at
antin liggur best fyri at baka ella
at matgerða. Hjá mær liggur heilt
hampuliga væl fyri at biksast við alskyns
døgverðarættir, men eg dugi forferdiliga
illa at baka. Bókin við uppskriftum er um
at bresta við matarhugskotum úr øllum
heiminum, men parturin við tí omaná er
næstan tómur. Kokostoppar og pannukøkur
– tað er tað villasta eg blaki meg út í.
Av somu orsøk er eisini langt í millum, at
eg baki – og so kann tað henda, at eg “gloymi”,
hvussu illa stendur til; tá er tað, at eg av óvart
biði um eina uppskrift, um okkurt lekkurt
var afturvið drekkamunninum. Aloftast
kiksar. Ovnurin fær helvtina av skuldini,
vektin hina.
Men so var tað, at eg var til foreldrakaffi
hjá skótunum. Borðið var á tremur við
bakstri – og tosið kom inn á hetta við at
baka. Eina mamman setti súreplakøkuna
frammanfyri mær og stóð fast uppá, at
hendan var “idiotsikkur”. Eg hugsaði mítt,
men tók ímóti uppskriftini.
Nú havi eg bakað hana fleiri ferðir, og má
geva meg: Hon ER idiotsikkur. Onki fjas við
at stinga stokkar ella knívar niður í miðjuna
at kanna um deiggj hongur við, 40 minuttir
og so er bakað! Tað er líkamikið um eg ikki
brúki lineal, tá eg skeri súreplini í bitar, eggini
eita ikki “XL” ella “M”, og um tað er ein ella
onnur teskeið til bakipulvur og vaniljusukur,
er eisini hipps um happs.
Mær dámar best súreplakøku heita. Ein
sjatt av súrróma, ísi ella róma afturvið er
heldur ikki so galið – men slettis ikki neyðugt.
Goymið køkuna í springformunum inni í
ovninum, so heldur hon sær væl í eina viku.
Vit plaga at koyra ein bita í mikroovnin, so
hvørt sum vit eta burturav (hægsta stig, ½
minutt)
Mín uppskrift
Ovnhiti: 200 gradir.
200 gramm av sukri og
3 egg
-pískast væl.
225 gramm av fínamjøli
2 tsk av vaniljusukri
3 tsk av bakipulvuri
-verður malið í
500 gramm av súreplum, flust og skorin
í bitar,
-blandast við fyrrnevnta.
“Bitar” kann lesast akkurát sum ein
sjálvur hevur hug til; t.v.s., at her hevur
støddin onki at siga!
Dýrdin verður koyrd í ein hampastóran
springform, og sett mitt í ovnin at baka
í 40 minuttir. Tá liðugt er bakað, skal
kanelsukur stroyast omaná – mongdin
er smag og behag, men tað skal gerast
meðan kakan er rúkandi heit.
Vælgagnist!
"Idiotsikkur” súreplakøka