Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-25, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 2018síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN SEPTEMBER 2018 30 k v i n n u b l a ð i ð Pútan og pungurin eru gjørd upp á sama máta sum teppið, ístaðin fyri at tú hevur 11 maskur ímillum hvørja boblu, eru tað bert 3 maskur ímillum til pútuna og fastmaskur ístaðin fyri stangmaskur. Hekla eitt langt stykki, seyma saman og set eitt snarlás í botnin. DIY H E K L A T Í T T E G N A L E K K R A T E P P I E L L A P Ú T U , S Í U P P S K R I F T N I Ð A N F Y R I 1. Hekla luftmaskir, so lengt sum plaggi ynskist og hekla ein rekku fastmaskir 2. Vend við 2 luftmaskum og hekla alla rekkjuna við stangmaskum 3.Vend við 2 luftmaskum og hekla 10 stangmaskir,(so er tað 11 íalt, tá luftmaskirnar eru taldar við, sum ein stangmaska) 4: Nú skal ein bobla gerast. 4a. Ger eina hálva dubulta stangmasku. Kasta 2 ferðir um nálini, hála tráin í gjøgnum 2 lykkir. 4b. Á mynd 2, sæst hálv dubult stangmaska 4c. Boblan er gjørd av 5 hálvum dubultum stangmaskum( tí eru 6 lykkjur á heklinálini) 4d. Toga tráin ígjøgnum 5 lykkir, so eru 2 lykkir eftir á heklinálini 4e. Toga trágin ígjøgnum báar lykkjurnar. Nú er boblan liðug 4f. Hekla nú 11 stangmaskir ímillum boblirnar, Forset alla rekkjuna yvir 5. Nú er fyrsta rekkjan við boblum liðug. 6. Vend við 2 luftmaskum og hekla stangmaskir ala rekkjuna. Boblirnar heklast bara aðru hvørju rekkju,so tær altíð eru á somu síðu. 7. Vend við 2 luftmaskum og hekla 4 stangmaskir, so eru tað 5 íalt ( luftmaskirnar teljast fyri eina stangmasku). Fyri at fáa boblurnar forskotnar, heklast tær skiftivís í 12. Og 6. stangmasku 1 2 3 4 b 4 c 4 d 5 4 a Myndir frá instagram @ibenerica