Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. september 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Vantandi virðing fyri eigaranum skaðar trúvirðið hjá samtakinum »Tað rakar okkum kanska meira á botn­ linjuna enn tann einstaka kundan«. Soleiðis segði forkvinnan í Betri sam­taki­ num í samrøðu við Dag og Viku, tá hon varð spurd, hvat uppsøgnin av Ben Arabo, stjóra, fer at merkja hjá kundanum. Gamaní er tað ein øgiliga stórur penga­ kassi, sum Betri varðar av. Men tað er altso kund­in sum eigur samtakið alt sum tað er. Betri er alt sum tað er »kundanna ogn«. So tá Betri fær eitt tap, tí at ein frákoyrdur stjóri skal hava 2,6 ella 5,2 milliónir krónur frá­far­ ing­ar­løn, so ávirkar tað kundan tilsvarandi. Kundin verður tað fátækari, sum end­ar á botn­linjuni. Fleiri kritiskar røddir hava víst á, at Betri- sam­tak­ið er vorðin ein alt ov stórur bast­ ardur í lítla samfelag okkara. Har er alt ov nógv savn­að undir einum hatti – alt ov nógv, sum verður stýrt av til­vild­ar­lig­um fólk­um í um­boðs­ráðnum hjá tryggingar­takaru­num sum hað­ani hava valt nøkur til­vild­arlig fólk í eina nevnd, sum so hevur alt valdið. Kritikkurin hevur heglað niður yvir skift­ andi leiðslur og nevndir í hesum stóra fel­ags kassa upp á yvir tríggjar milliardir krónur. Tað er okkurt heilt galið, tá eigarin stend­ ur eft­ir við kensluni av, at tað sum eyð­kenn­ir hend­an stóra pengakassa er stríð, ó­semja, stór­ar milliónagávur til frá­koyrd­ar stjórar og Før­oya størsta roynd at sleppa undan at rinda skatt upp á yvir 90 milliónir krónur. Er tað samtakið, sum er ov stórt, ella eru tað fólkini, sum ikki eru før fyri at stýra? Skrekk­uri­n situr eftir frá Eik-tíðini, tá ein grunn­ur, sum eisini varð stýrdur av til­vild­ar­ lig­um fólk­um, koyrdi bankan á heysin. Eingin ynskir ta støðuna aftur. Kund­in hevði yngst sær fólk, sum høvdu re­spekt fyri kund­anna trygg­ing­ar­fel­ag og kund­anna banka. Kanska stóru yv­ir­skot­ini heldur vórðu nýtt til kundarnar og samfelagið held­ur enn til gylt lógvatøk til stjórar. Og tá nevnd­ar­for­mað­ur­in her í blaðnum í summ­ar lov­aði, at nú var slutt við ovur­stóru frá­far­ing­ar­løn­u­num, so høvdu vit hug at trúgva hon­um. Í roknskapinum fyri 2017 var upp­sagn­ar­tíð­in hjá stjórum stytt úr 24 nið­ur í 12 mán­aðir. Men gakk. Í fyrra hálv­árs­rokn­ skap­i­num fyri 2018 hava tey lívg­að stjór­ar­nar aft­ur, so teir hava 24 mán­að­ir uppsagnartíð. Tað eru ikki røtt tekin at senda eig­ar­u­ num. Tað er ov lætt at oyðsla við »andre folks penge«. Eitt er, at eigarin hevur lítla ávirkan á stóra samtakið. Men hevði leiðslan so av ill­um havt respekt fyri eigarunum, so gekk fram við trúvirðinum heldur enn aftur. Skal aftur í rætti í heyst Í mánadagsblaðnum skrivaði Sosialurin á síðu 4, at ein maður var skuldsettur fyri hótt­an­ir, men bleiv fríkendur. Hetta er ikki rætt. Maðurin fekk eina skrivliga ávaring frá løgregluni, men skal seinni í heyst møta í rættinum aftur, ákærdur fyri at hótta. Vit biðja um umbering fyri mistakið. Eigur kundin ikki botnlinjuna hjá Betri? Ikki fríkendur – fekk skrivliga ávaring RÆTTING Les eisini blaðið á telefonini Kendur løg­frøð­ ingur áttati Nøvn síða 12 Ein sjógarpur 80 ár Nøvn síða 10 Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Tað varð Týskland, sum fekk heiðurin at sum vertur fyri EM endaspælinum í fótbólti hjá monnum í 2024 í stað­in fyri Turkaland. Tað avdúkaði Evropiska Fótbólts­sam­ band­ið, UEFA, seinnapartin í gjár á høv­uðs­ støð­ini í Nyon. Týskland varð valt fram um Turkaland, sum var einasti annar biðilin til at hýsa bestu fót­bólt­s­leik­ar­u­num í Evropa í ein mán­að í 2024. – Tað vóru sterk boð frá tveimum stór­ um fót­bóltstjóðum, men tíverri kundu vit bert velja aðra tjóðina, segði UEFA-forsetin, Aleks­ander Ceferin bent áðrenn, hann læt bræv­bjálvan upp við vinnaranavninum. Fyrrverandi týski landsliðsspaælarin, Phil­ipp Lahm, sum hevur verið ein odda­ mað­ur at fáa endaspælið til Týsklands, held­ur at týskarar millum annað tryggjaðu sær at gerast vertsland vegna stóra opin­ leik­an. – Eg frøðist um, at vit við okkara boð og ætl­an vórðu vald. Vit hava verið ógvuliga op­in og lagt alt fram. – Bundesligafeløgini og áhugafeløgini í Týsk­landi hava eisini stuðla boðnum, og tað merk­ir nógv fyri okkum, tí øll sklulu vera við til at gera tað til eina stóra uppliving, sig­ur Philipp Lahm. Meðan turkarar ongantíð hava hýst eini stór­a­ri fótbóltskapping fyri menn, hava týsk­ar­ar gjørt tað fleiri ferðir. Seinast var VM í fótbólti í 2006. Og í 1988 var táverandi Vest­ur­týsklandi vertur fyri EM. Spælt verður á ymsum leikvøllum, men fin­al­an verður í Berlin ella í München. /ritzau/ Týskland vertur fyri EM 2024 Mánadagur 24. september 2018 · Nr. 110 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 GRANNAKRÍGGJ Systkinabørn stríðast um p-pláss Dómarin bað partarnar royna einaferð enn at finna eina loysn sjálvir, tí um hann skal døma, kann annar parturin standa eftir við ongum. Danjal av Rana Eitt familjustríð um ein atkomuveg og eitt parkeringspláss endaði í rættinum í síðstu viku. Tað eru tvey systkinabørn, sum nú eru grannar, sum í tvey ár hava ligið í stríð um rættin til eitt parkeringsøki. Húsini hjá teimum báðum liggja á grundstykkinum, sum abbi teirra í sínari tíð átti. Síðani bleiv stykkið sundurlisið í tríggjar part ar, ein til abban, ein til sonin og ein til dóttrina. Sonurin bygdi hús á sín­ um øki í sjeytiárunum, meðan dótt­ irin ongantíð bygdi á sínum øki. Atkoman til húsini hevur altíð verið heldur knortlut. Upprunaliga gekk ein vegur gjøgnum stykkið hjá dótrini, sum bæði abbin og son­ ur hansara brúktu og síðani park­ er aðu hvør í sínum lagi við hús síni. Í áttatiárunum fer kommunan undir at breiðka høvuðsvegin fram við húsunum og avger tá at leggja ein nýggjan veg niðan til hús ini gjøgnum eina grannaogn, sum kommunan átti. Nú gongur atkomuvegurin til húsini altso nið­ an framvið sunnan fyri húsini hjá son inum, síðani inn á grundøkið hjá abbanum og yvir til húsini bæði. Parkeringsøkið hjá soninum ligg ur norðan fyri húsini. Enn sum áð ur hava abbin og sonur hansara báð ir koyrt niðan eftir vegnum, inn gjøgn um ognina hjá abbanum og síð ani sett bilin fram við húsunum. Lat okkum so spola fram til okk ara tíð. Nú hevur abbasonurin keypt húsini hjá abbanum og óbygda grundstykkið hjá mammu síni. Fyri trimum árum síðani keyp­ ir so abbadóttirin húsini hjá pápa sín um. Garðurin stjól p-plássið Og so er tað, at stríðið byrjar. ­ Mitt á nátt setti hann brádliga ein garð upp, sum forðar okkum at nýta okkara parkeringsøkið, sigur abba dóttirin um systkinabarnið. Hon vil tí hava dómaran at døma systk inabarnið at taka garðin niður aft ur og viðurkenna, at tey hava rætt at koyra inn eftir hansara ogn yvir á sítt parkeringsøkið, eins og pápi hennara gjørdi, tá hann átti húsini. Abbasonurin vísir á sínari síðu til, at vegurin liggur inni á sínari ogn og at partur av parkeringsøkinum hjá systkinabarninum eisini ligg ur inni á sínari ogn. Tá nú systk ina­ barnið, síðani hon keypti húsini frá pápa sínum, hevur grivið út aft an fyri húsini til fleiri nýggj park eringspláss, helt hann tað mundi vera í lagi, at hann setti ein garð upp millum ognirnar, fram við markinum. ­ Og hann bleiv bygdur á al ljós­ um degi, ikki á miðjari nátt, segði mað urin. Hava ríkiligt av parkeringsmøguleikum Hann vísir á, at hóast tey ikki long ur kunnu koyra sama veg inn á gamla parkeringsplássið, so er fram vegis atgongd inn á nýggja park eringsplássið og haðani inn á gamla parkeringsplássið – og nú uttan at systkinabarnið mugu koyra inn á hansara ogn. Sakførarin vísti á, at sambært skjøl um hjá kommununi var at­ komu vegurin niðan til húsini hjá abb anum, meðan sonur hansara skuldi gera sær eitt parkeringsøki nærri høvuðsvegnum. Hann vísti eisini á, at kvinnan hevði góð ar møguleikar at gera onnur park er­ ings øki, umframt tey nýggju, sum longu eru gjørd, og bilhúsið, sum hon ætlar at byggja. Hesum uppskotum havnaði kvinn an tó, tí at so bleiv ov langt at ganga yvir til høvuðsdyrnar. Gamla park eringsplássið lá nærmast dyrn um, og soleiðis ynskti hon tað. Hon vísir eisini á, at tað er ikki bara bara, at koyra inn á nýggja p­økið, tí har er stórur hæddarmunur, nú grivið er út fyri einum ætlaðum bilhúsi mill um atkomuvegin og húsini. Ógvusligt stríð Stríðið hevur eftir øllum at døma verið sera hart til tíðir. Sosialurin veit, at báðir partar í fleiri umførum hava vent sær til kommununa og klagað hvønn annan, vakmyndatól eru sett upp at halda eyga við hvør øðrum, umframt at maðurin eitt skifti var skuldsettur fyri at hava hótt kvinnuna, men bleiv fríkendur í tí málinum. Stríðið snýr seg altso um at­ komu vegin, sum Tórshavnar komm ­ una gjørdi í áttatiárunum. Sak før­ arin hjá kvinnuni vil vera við, at hon hevur hevdvunnan rætt at ferð ast eftir atkomuvegnum, inn á ogn ina hjá grannanum, systk ina­ barn inum, tí tað gjørdi pápi henn­ ara øll árini, hann búði í hús un um. Sakførarin hjá manninum vil vera við, at abbin og pápi kvinnuna høvdu eina avtalu um, at so skuldi vera. Hann hevur onga slíka avtalu við kvinnuna, sum nú eisini hevur fingið onnur p­øki at seta bil sín á. Tí er ikki neyðugt hjá henni longur, at koma inn á hansara grundøki. Roynið enn eina ferð Fyri betri at kunna gera sær eina mynd av støðuni, valdi dómarin at flyta rættarfundin út til húsini, áðr enn hann skuldi gera eina nið­ ur støðu. Eftir at hava sæð umstøðurnar heitti hann inniliga á partarnar um at finna eina semju sjálvir. ­ Um eg skal gera ein úrskurð, so stendur møguliga annar part ur­ in eftir við ongum. Í øllum før um annar parturin fer at vera skuff­ aður av mínari avgerð, segði dóm­ ar in. Hann kom sjálvur við ein­ um uppskotið um eina loysn, at maðurin tók niður tann part in av garðinum, sum forð aði inn­ koyringini til gamla park erings­ plássið, men at hann afturfyri fekk aft ur fullan ræðisrætt av ognini hjá mammuni, har partur av gamla park eringsplássinum hjá kvinnuni áður lá. Dómarin og sakførararnir samd­ ust tí um at fáa partarnar at seta seg við samráðingarborðið aftur í eini roynd at finna eina semju. Dóm arin gav teimum tvær vikur freist, áðrenn hann sjálvur fór at taka málið upp til endaliga dóms­ við gerð. 28. SEPTEMBER 2018 Aleksander Ceferin við brævbjálvanum, sum avdúkaði, at Týskland verður vertur fyri EM í fóbtólti hjá monnum í 2024 (Mynd: Fabrice COFFRINI / AFP)