Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. september 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. SEPTEMEBER 2018 SOSIALURIN 112 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Sæð á Facebook: Arbeiðsloysið í Føroyum var 1,7 prosent í juli mánaði – sama mánað í fjør var tað 2,4 prosent. Løgreglan boðar frá, at 23 ára gamal maður er skuldsettur fyri dráp av 16 ára gamlari gentu í Hvannasundi í 2012. Ben Arabo fer úr starvinum sum stjóri Betri samtakinum. Orsøkin skal vera samstarvstrupulleikar við onnur í leiðsluni. Marita Debess Magnussen er nýggjur doktari. Hon hevur gjørt ph.d.-ritgerð um antibiotika­ mótstøðuføri í Føroyum. Høgni Lauritsen er nýggjur stjóri í Húsavarðatænastuni. Hann er eisini stjóri í TG-Verk Føroyar. Fráfaringarsamsýning MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt tons av toski eru landið higartil í ár – tað eru heili 25 prosent meira enn somu tíð í fjør. 10.892 Tað kom óvart á tey flestu, tá ið Ben Arabo mánakvøldið varð uppsagdur sum stjóri í Betri samtakinum. Ben Arabo hevur røkt starvið í slakar 10 mánaðir, nú hann er koyrdur. Sambært tíðindaskrivi var orsøkin samstarvstrupulleikar. Ben Arabo fekk 2,6 milliónir í fráfaringarsamsýning, og kjakast hevur verið um, hvussu rímiligt tað er við stóru fráfaringarlønum. Evy J. Jacobsen er fyribils sett sum stjóri. Um orðið sigur Sprotin: Vígslubræv samsýning útgoldin starvsfólki í sambandi við at viðkomandi fer úr starvi (t.d. sum endurgjald fyri uppsøgn) Øll kunnu ikki búgva í Europa Tá ið kvinnurnar í Vestmanna tóku yvir, kom skil í Gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum út á dagin spakuliga øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind og lækkar í ein útsynning, 10 til 15 m/s, um kvøldið í støðum upp í skrið, 18 m/s. Skýggjað og út á seinnapartin regn. Um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi, 10 til 15 m/s. Tað klárar í, tó at ælini vera nógv. Hitin millum 7 og 10 stig.   Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Ælaveður, men stundum sólglottar. Hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Turt og lutvíst klárt og hitin millum 2 og 6 stig. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi, 10 til 15 m/s, sum um kvøldið og náttina hækkar í ein útnyrðing og makar í andøvsugl upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin um dagin millum 8 og 10 stig, um náttina niður í 4 stig. 5-10 m/s 8-13 m/s Tað kom ikki alment fram fyrr enn í gjár, at teldusnikar hava herjað síðuna nic.fo, sum umsitur alt navnaøkið hjá føroyskum heimasíðum. Sjálvt um málið er meldað til løg­reglu­ na, so sær tað út til, at hetta ikki er tikið í fullum álvara, tí hóast álopið var framt sunnu­dagin, so var ikki alment boðað frá hesum fyrr enn í gjár. Vit hoyra ofta um, at slíkt hendir í stóru verð, men vit eiga eisini at geva okkum far um, at vit sjálvi kunnu enda mitt í hesum roki­num. Hetta kann gera, at ókunnufólk lættliga kunnu fara inn á okkara síður. Tey kunnu eisi­ni koma víðari í skipanini, tí nógv brúka vit sama loyniorð til fleiri skipanir. Vónandi verður ein loysn funnin, so vit sleppa undan ov stórum missum, men hetta er ein greið áminning um, at sjálvt um vit eru farin frá pappíri til teldur, so er vandin fyri sníkum tann sami. Ája! Var við í einari sending í útvarpinum um pressuna í Føroyum. Gott at hetta er sett á skrá. Tøkk fyri tað KVF og Øssur Winther­eig, sum hevur sendingina. Sjálvandi eiga vit at kjakast um okkara fak. Havi fingið eitt sindur av ábreiðslum fyri tað vit søgdu um munnligu fyri­spurn­ ing­ar­nar í tinginum. Summi tingfólk halda at hetta er besta amboðið at varpa ljós á samfelagsspurningar, sum annars ikki eru frammi. Hetta er eisini ein vegur inn, tá ið tað eydn­ast borgarum at fáa okkurt tingfólk at spyrja um mál, sum kanska eru komin í drag. Eg má tó halda fast í, at skipanin eisini verður misbrúkt, tá ið tingfólk spyrja lands­stýrisfólk úr egnum flokki um ávís mál. Tá minnir tað mest um reklamu ella spuna­smíð. Ája! Veðrið eiga vit føroyingar at grenja um og tað gera vit eisini. Haldi eisini at vit við góðari samvitsku kunnu grenja um veðrið í september. Nógv væta og nakað av vindi, hóast vit ikki enn hava fingið ógvusligu heyst­stormarnar.. Ája! Lat meg enda við at taka upp eitt mál, sum altíð liggur frammalaga í mínum tonk­um. Vit 50.000 føroyingar eru í ferð við at gera Føroyar til eitt land, har vit liva av at administrera og hava eftirlit hvør við øðrum. Okkara fyrisiting veksur og okkara eftirlitsstovnar vakssa. Eiga vit ikki at spyrja okkum sjálvi um vit fáa eitt betri samfelag av hesum ella eiga vit heldur at brúka orkuna til okkurt annað: framleiðslu, menning, skapan og so framvegis. Nei, eg spyrji bara um vit ikki innføra alt ov nógvar danskar standadfir inn í okkara lítla samfelag, sum vit, tá ið alt kemur til alt, vi ikki megna at halda allíkavæl. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? At í juli vóru 480 fólk arbeiðsleys í Føroyum – tað eru 196 færri enn sama mánað í fjør. 10-15 m/s