mánadagur 1. oktober 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. oktober 2018 · Nr. 113
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eftir fleiri ár á rað við steypasigrum og FM-heitum, gjørdist
tað sunnudagin so gott sum ein sannroynd, at Víkingur
komandi ár ikki verður partur av liðunum, sum fara
at spæla altjóða fótbólt. Formaðurin í Víkingi
væntar tó, at Víkingur skjótt aftur verður
partur av oddinum av føroyskum fótbólti
VENJARASPURNINGURIN IKKI AVGREIDDUR
Sum støðan er í løtuni, hevur Víkingur komandi
ár ikki sáttmála við nakran venjara. Brandur
Jacobsen, formaður í Víkingi sigur, at tey í felagnum
ikki hava tikið støðu til venjaraspurningin enn,
og at tað í løtuni verður umrøtt í felagnum.
André Olsen
Seinastu árini hevur samanlagda
felagið úr Gøtu og Leirvík, Vík
ingur, verið tað felagið í føroyskum
fótbólti, sum í serflokki hevur verið
tað besta, og hevur havt mest við
gongd. Undan hesum kappingar
árinum, hevði Víkingur vunnið
steyp - antin Løgmanssteypið ella
FM-heitið - seinastu seks árini á rað,
sum talar fyri seg.
Men sum við øllum øðrum í lívi
num, fær alt ein enda. Eisini góða
gongdin hjá Víkingi seinastu árini.
Sunnudagin gjørdist tað so gott
sum ein sannroynd, at Víkingur í ár
glíður út úr oddinum av føroyskum
fótbólti. Felagið kemur eftir øllum
at døma at enda á fimta plássið, og
fer komandi ár á fyrsta sinni síðani
2011 ikki at luttaka í altjóða fótbólti.
Hetta tí at Víkingur sunnudagin
spældi 1-1 javnleik á heimavølli móti
B36, meðan kappingarneytarnir,
NSÍ og KÍ, vunnu sínar dystir, so
leiðis at munurin millum tey trý
feløgini nú er so mikið stórur, at
eitt størri undur skal til, fyri at Vík
ingur kann enda omanfyri tey bæði
feløgini.
Eru brynjaði til eitt ár
uttan altjóða luttøku
Formaðurin í Víkingi, Brandur
Jacobsen, sigur at tað sjálvandi er
ein smeitur fyri Víking, at altjóða
luttøkan til komandi ár í løtuni
sær út til at gleppa. Men tó heldur
Brandur Jacobsen, at tað gott kann
verða sunt fyri felagið, at royna at
fáa armarnar niður aftur.
Hóast
kappingingin
fyri
okkara viðkomandi enn ikki
er heilt avgjørd, haldi eg, at vit
eru brynjaði til eitt ár uttan
altjóða fótbólti. Tað er sjálvandi
ein fyrimunur at vera partur
av europa-fótbóltinum, tí tað
gevur nakrar eyka inntøkur. Men
tá tað er sagt, so haldi eg ikki, at
øll diskussiónin um toppfótbólt
í Føroyum, er ein spurningur um
pengar.
Í felagnum skulu vit duga, at
gleðast um tí góðu gongdina sum
vit hava verið í seinastu árini, og
tað kann væl vera, at tað er sunt
fyri felagið, líka at fáa armarnar
niður og at fáa hugt inní felagið.
Hvar tað er vit komu frá, og fáa
justera ein rakstur, sum sjálvandi
verður ávirkaður av einum so lang
um upptúri, sum vit hava havt, sig
ur Brandur Jacobsen.
Góða fundamentið fer at
vinna Víking aftur í oddin
Brandur Jacobsen trýr fult uppá,
at góða fundamentið undir Víkingi,
fer at bera felagið fram í oddin av
føroyskum fótbólti aftur.
Hóast vit eru eitt av feløgunum
við nakað minni fólkagrundarlagið
enn tey størstu feløgini, hava vit
eitt gott fundament undir felag
num. Eg trúgvi eisini fult og fast
uppá, at vit hava so mikið góðar
kreftir, sum hvønn tann einasta dag
í árinum arbeiða fyri at fáa hetta
felagið at fungera, og eitt so mikið
sterkt fundament, at vit nokk skulu
reisa
okkum.
Tí
trúgvi
eg eisini fult
og fast uppá, at vit
fara at vera partur aftur av
oddinum av føroyskum fótbólti –
men akkurát nær tað verður, tori
eg ikki at siga. Vit skulu bara til at
at arbeiða tað harðari sum felag –
bæði innanfyri og uttanfyri vøllin,
sigur Brandur Jacobsen.
Nógvur vindur
ávirkaði dystin
Dysturin hjá Víkingin móti B36
sunnudagin, endaði við 1-1 javnleiki.
B36 legði seg tíðliga í dystinum
á odda 1-0 við máli frá Erlendi
Magnusson eftir hornaspark, með
an Víkingur svaraði aftur gott 20
minuttir seinni, tá ungi Víkinga
leikarin, Hjalti Strømsten, skoraði
sítt fyrsta mál í fremstu føroysku
fótbóltsdeildini.
Sjálvur dysturin var annars
merktur av serstakliga ringum lík
indum. Tað var
nógvur
vindur
og kalt í Norðragøtu
sunnudagin,
og
tað
hevði stóra ávirkan á leik
gongdina í dystinum. Í fyrra
hálvleiki byrjaði B36 – sum hevði
undanvind – greitt betri, og kom
eisini á odda, meðan Víkingur við
undanvindi í seinna hálvleiki,
hevði greiða yvirvág. Men Víkingur
megnaði í seinna hálvleiki ikki at
gagnnýta greiðu yvirvágina, hóast
fleiri góðar málmøguleikar.
Sølvi hevur meldað
avboð til landsliðið
Fyri Víking var tað stórur smeitur,
at stóri profilurin á Víkinga liðnum
og ársins leikari seinastu tvey ár
ini á rað, Sølvi Vatnhamar, móti
dystarenda mátti av vøllinum við
skaða. Sølvi
Vatnhamar
rendi
saman við B36 málverjan, Trygva
Askham, og lá leingi á vøllinum. Og
tað sást beinavegin, at talan var um
álvarsama støðu. Sølvi Vatnhamar
sigur, at skaðin er so mikið
álvarsamur, at hann hevur meldað
avboð til teir báðar komandi
landsdystirnar móti Aserbaijan og
Kosovo.
Tað sum hendi var, at eg havi
brotið nøkur rivjabein. Eg eri
sjálvandi harmur um, at eg var
noyddur at melda avboð til landsliðið
av tí, men soleiðis kann tað eisini
ganga, sigur Sølvi Vatnhamar.
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi
FÓTBÓLTUR
VIT FARA AT REISA
OKKUM AFTUR