týsdagur 2. oktober 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. oktober 2018 · Nr. 114
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Í Javnaðarflokkinum sita tey uttan
iva og telva um, hvør skal taka við
landsstýrissessinum í Samferðsl
umálaráðnum, eftir at Henrik Old
legði kongin mánadagin.
Tað var Fámjinstunnilin, sum
gjørdist Waterloo'ið hjá Oldinum,
sum er tann politikarin, sum hevur
sett tunlarnar til smáplássini aftur
á dagsskrá.
Eingin trúði uppá longur, at
tað nakrantíð fór at bera til at
gera tunlarnar til smábygdirnar,
tí tunlarnir eru vorðnir so dýrir at
gera, at bygdir sum Fámjin, Dalur
og Tjørnuvík høvdu skula bíðað
í mong harrans ár fyri at komið
so mikið langt fram í røðina, at
hugsingur fór at vera um at gera
tunlarnar. Hetta hevur Oldurin
broytt soleiðis, at fólk nú eru farin
klandrast um, hvør tunnil skal ger
ast fyrst. Tann heiðurin eigur Hen
rik Old einsamallur.
Men tá vit siga, at Fámjinstunn
ilin er Waterloo'ið hjá Oldinum, so
er tað ikki heilt rætt, tí heldur enn
at fella, so fær Henrik Old uttan
yvir martyrleiklutin í Suðuroy
av hesum máli, har hann offraði
landsstýrissessin í stríðnum ímóti
norðanfólkunum og byrokratu
num á Landsverki, sum heldur
vilja gera Dalstunnilin fyrst.
Tað er als ikki vist, at hetta mál
ið fær so keðiliga ávirkan á Javn
aðarflokkin. Henrik Old kemur
sterkur burtur úr einum komandi
løgtingsvali í Suðuroy – og so er
spurningurin, hvønn flokkurin fer
at seta í hansara stað í Samferðslu
málaráðnum.
Har eru fleiri møguleikar, alt
eftir, hvat flokkurin vil. Vil hann
styrkja Suðurstreym og loysa mál
ið um innkomuvegin, so kundi
hann sett Heðin Mortensen har
næsta hálva árið fram til valið.
Hinvegin kann sigast, at tað helst
er lættari sagt enn gjørt at finna
pengar at loysa tað málið fyri valið,
og tí kann flokkurin velja at seta
Jónleif Johannesen fyri at styrkja
umdømið hjá flokkinum bæði í
Sandoynni og í Norðuroyggjum.
Stríðið við Gerhard Lognberg gav
flokkinum eitt skrædl í Sandoynni,
sum tó ikki merkti flokkin, tí hann
hevði so stóra framgongd alla aðra
staðni. Men til næsta vil er týdn
ingarmikið hjá flokkinum at vinna
Sandoynna aftur. Tað kann flokk
urin gera við at seta ein landsstýr
ismann úr Dali, sum enntá kann
seta arbeiðið við Dalstunlinum í
gongd. Soleiðis kann Javnaðar
flokkurin fáa tvífaldan vinning:
Henrik Old vinnur Suðuroynna
fyri tað, sum hann ikki slapp at
fremja fyri hinum í samgonguni,
og Jónleif Johannesen kann vinna
Sandoynna og Norðoyggjar við
tunli til Dals og við at loysa fløkj
una um tunlarnar norður um Fjall
og seta teir á skrá.
Taktiskt snildi hjá Javnaðar
flokkinum kann geva atkvøður
TVÍFALDAN VINNING FYRI OLDIN
Spari
kassin
okkara
Old Lady
HERI MOHR
KJAK SÍÐA 14
2.000
kr fleiri
til pen
sjónistar
HANS JOENSEN
KJAK SÍÐA 14
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Okkurt bendir á,
at so Airbnb hev
ur so nógv sum
20.000 gistingar
í Føroyum um
mánaðin í háárs
tíð
Fleiri ferðafólk nýta Airbnb
enn í gistingarhúsum, tá tey
eru í Føroyum, bendir ein
kanning, sum Gallup hevur
gjørt fyri Visit Faroe Islands
á.
Gallup hevur spurt 438
ferðafólk, sum vitjaðu í Før
oyum millum 22. juli og 22.
august, um ymisk viðurskifti
viðvíkjandi ferð teirra í Før
oyum.
Spurnarumfarið
vísir,
at 38,9 prosent av teimum
spurdu siga, at tey hava bóka
sær býli umvegis Airbnb,
meðan 32,5 prosent gistu á
gistingarhúsi.
Sambært
Hagstovuni
vóru 17.578 gistingar á før
oysku gistingarhúsunum í
juni í ár. Okkurt bendir tí á,
at AirBnb hevur yvir 20.000
gistingar um mánaðin í Før
oyum í háárstíð.
Fleiri ferðafólk svaraðu
tó, at orsøkin til, at tey valdu
Airbnb, var at einki pláss var
á gistingarhúsinum. Sannlíkt
er tí, at um um várið, heystið
og veturin velja lutfalsliga
fleiri gistingarhús enn Air
bnb.
Kanningin varð gjørd í
tíðarskeiðinum 22. juli til
22. august 2018. 438 ferða
fólk játtaðu at taka lut í
kanningini. Flestu samrøð
urnar (71,4%) fóru fram á Tax
Free økinum á flogvøllinum
í Vágunum, meðan 28,4% av
samrøðunum vórðu gjørdar
á keiini í Tórshavn.
Flest ferðafólk nýta Airbnb
Á Eplafestivalinum á Sandi
seinasta leygardag vóru nógv
ungfólk sum tóku lut – her
síggja vit 10 ára gamla Lukas
Gudrunarson
Mortensen
royna seg sum skinkuseljara
– væl gekst hjá honum og var
Trøllanes Skinkan væl mót
tikin.
Seinast
í
Oktober
fer
Trøllanes Skinkan at verða til
sølu í handlum og matstovum.
Serbryggið
Húrfrúgvin,
sum
Annika
Waag
hevði
bryggjað og Archi Black tekn
að etikettina til, var sera væl
umtókt og var skjótt útselt.
Annika Waag hevði nýtt
millum annað tara, sum Agnes
Mols av Tvøroyri hevði fram
leitt og so var røllika og hvon
og føroysk hylde blomstur
nýtt.
Fólk vóru áhugaði í søgn
ini um Húsfrúnna og nógvar
søgur vóra havdar á lofti sum
hava livað munn av munni í
Sandoynni gjøgnum tíðarnar.
Trøllanes-skinkan
væl móttikin
savnsmynd
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
BRYGGJAÐ AV FÖROYSKUM VATNI, BYGGMALT, HUMLU OG FÖROYSKUM URTUM OG TARA.
ÓFILTRERAÐ. GOYMIÐ MYRKT OG KALT.
ALC. 5,8% VOL.
70 CL.
SÍÐAN 1888
AUT. NR. 1197
Húsfrúgvin
Rætting
Tá vit í blaðnum í fyri tveimum vikum síðani høvdu mynd av monnum
í springaradrápi vantaði myndatekstur undir myndini, sum segði, at
talan var um savnsmynd. Menninir á myndini høvdu einki við nógv
umrødda springaradrápið í Streymnesi herfyri at gera. Vit biðja orsaka
mistakið.
blaðstj.
Mikudagur 19. september 2018 Nr. 108 92. árg. kr. 20,00 í leysasølu
Keyp
Fraktfrítt
á balslev.fo
Kom til opið hús sunnudagin kl. 14-18
og royn tann nýggja volvo v60
wenzel.fo
Pauli gevst:
Hetta
er mín
avgerð
s30-31
Sp/F Mark:
Hevur 80
íbúðir til
lesandi s15
B8 á LS:
Snýr seg um
at arbeiða
skjótt – og
øðrvísi s12-13
Spurningurin er, um tað loysir seg at drepa nakrar fáa spring
ar ar, tá ið tað elvir til so stóra øsing, held ur for mað ur in í
Grindamannafelagnum s8-9
ORK AÐI
IKKI AT
HYGGJA
ÓLAVUR SJÚRÐARBERG: