Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. oktober 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. oktober 2018 · Nr. 114 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Áki Bertholdsen –  Eg fái ikki frið á mær, fyrr enn sáttmálin upp á Hvalbiar­tunnilin er skriv­að­ ur undir. Tað sigur Henrik Old, sum legði frá sær sum lands­ stýrismaður í sam­ferðslu­ málum mána­dag­in. Hann tekur sostatt aftur sæti á Løg­tingi, sum tinglimur fyri Javn­aðarflokkin. Men hóast hann nú »bara« er vanligur løgtingsmaður aft­ur, heldur hann, at tað er ov tíðliga at slappa av. Hann sigur nevniliga at hann er ikki róligur, fyrr enn sáttmálin upp á Hvalbiar­ tunnilin er skriv­aður undir. – Tað eru sterkar kreftur í Løgtinginum, sum vilja út­ seta hann, sigur Henrik Old. Ikki undir nøkrum umstøðum Annars verður eitt uppskot lagt fyri Løgtingið í dag, sum ein annan dag, um at farast skal undir at gera tunnil til Fámjins beinanvegin. Og tí er tað sjálvsagt at spyrja Henrik Old, um hann ikki fer at atkvøða fyri einum slíkum uppskoti, nú hann hevur stríðst so hart fyri Fámjins­tunlinum ímeðan hann sat í Løgtinginum. Men Henrik Old ger púra greitt, at tað fer hann ikki. Tað kann annars tykjast at vera ein andsøgn í, at hann hevur stríðst so hart fyri einum tunli til Fámj­in ímeðan hann sat í lands­ stýrinum, men at hann so fer at atkvøða ímóti ein­um slíkum tunli, nú hann hev­ur tik­ið sæti á Løgtingi, og fær bein­leiðis høvið til at ávirka málið. Men Henrik Old sigur, at hann fer ikki at atkvøða fyri Fámjinstunlinum, tí hann sigur, at tað fer at seta ætlan­ ina at gera nýggjan Hvalbiar­ tunnil í vanda. –  Og eg fari ikki undir nøkr­um umstøðum at seta ætlaða Hvalbiartunnilin í vanda, og tí fari eg heldur ikki at gera nakað í Løg­tingi­ num, har tað kann verða av­ leið­ingin, sigur hann. Samstundis ásannar hann eisini, at slagið um Fámjins­ tunnilin er tapt, tí tað er eyð­sæð, at hann verður ikki gjørdur í bræði. Í stórum vanda Skal uppskotið, sum nú verð­ ur lagt fyri Løgtingið um at gera Fámjinstunnilin, sam­ tykkjast, verður tað helst neyðugt, at tinglimir í sam­ gonguni fara at atkvøða fyri tí. Tað eru bara 16 tinglimir í samgonguni, men atkvøður øll andstøðan, og tey bæði ting­fólkini uttan flokk, Sonja Jógvans­dóttir, og Magni Laksá­foss, fyri upp­skoti­ num um at gera tunnilin til Fámj­ins, hava tey 17 at­kvøð­ ur fyri tí, og sostatt verður tað samtykt. Hinvegin hevur Sonja Jógvans­dóttir, meiri enn eina ferð, gjørt púra greitt, at hon fer ikki at fella samgonguna, tí hon vil ikki undir nøkr­um umstøðum hava Fólka­flokk­ in út í Tinganes aftur. – Samstundis hevur Aksel V. Johannesen, løg­mað­ur, eisi­ni gjørt púra greitt, at at­ kvøða tinglimir í sam­gongu­ ni fyri uppskotum, sum føra stórar útreiðslur við sær, uttan at samgongan er samd um tað, er heldur ongin sam­ gonga longur, staðfestur Henrik Old. –  Tað merkir, at verður upp­skotið um at gera tunnil til Fámjins, samtykt við hjálp frá tinglimum í samgonguni, verður løgtingsval útskrivað. – Og so er Hvalbiartunnlin í stórum vanda, tí tað er óvist, hvør kemur í samgongu eftir eitt løgtingsval. Og sam­ stund­is vita vit, at tað eru sterk­ar kreftur, sum vilja út­ seta Hvalbiartunnilin, legg­ur fyrr­verandi lands­stýris­mað­ urin afturat. Henrik Old sigur, at so­ statt ræðist hann eitt løg­ tings­val nú og tískil fer hann held­ur ikki gera nakað, ið kann føra til, at løgtingsval verður útskrivað. Enn er Hvalbiartunnilin ikki tryggur Tá ið Henrik Old sigur, at tað eru sterkar kreftir í Løg­ tingi­num, sum vilja út­seta Hvalbiar­tunnilin, sip­ar hann ser­liga til teir løg­tings­lim­ ir sum stríðast fyri at gera tunl­ar­nar Norður um Fjall sum skjótast. – Fáa teir makt, sum teir hava akt, er eisini vandi fyri at teir fara at taka tunlarnar Norð­ur um Fjall fram um ætlaða tunnilin til Hvalbiar, og tað má ikki henda, at Hvalbiar­tunnilin verður út­ settur, sigur hann. Hann sigur, at tað málið, hann leggur størst dent á av øll­um málum at fáa f ram, er at seta gongd á arbeiðið at gera Hvalbiartunnilin. Og hóast tunnilin er komin á stokkin, er hann ikki kom­in innanborða enn Tunnilin er ikki í potti­ num fyrr enn sjálvur sátt­ mál­in er skrivaður undir, sigur hann. Hann sigur, at sporini í sambandi við tunlarnar Norður um Fjall, ræða fram­ vegis. Teir tunlarnir vóru nevniliga komnir so mik­ið langt longu í 2009, at teir vóru, samtyktir í Løg­tingi­ num, og í 2010 varð tunnilin enn­tá klárur at bjóða út. –  Men kortini datt alt niður­fyri, tí samgongan, sum tá sat, gjørdi av at útseta teir, og vildi heldur fara undir tunnil til Viðareiðis ístaðin. –  Tá ið ein ætlan um at gera tunnil kann koma so langt, og so kortini detta nið­ ur fyri, sigur tað mær so mikið sum tað, at einki er vist, fyrr enn undirskriftirnar eru sett­ar á ein sáttmála, sigur Henrik Old. Tí endurtekur hann, at hann fer ikki undir nøkrum um­støðum at gera nakað, sum kann seta samgonguna í vanda, tí hendur tað, verður Hvalbiartunnilin eisini settur í vanda. Av tí sama væntar hann heldur ikki, at uppskotið um at gera Fámjinstunnilin, verð­ur samtykt við hjálp frá tinglimum úr sam­gongu­ni. Og tí fer hann eisini fram­ vegis at stuðla sam­gonguni, so at hon tey mál, hon hevur sett sær fyri at fremja, verða framd. Annars hevur Landsverk bjóða arbeiðstakarum, sum hava áhugað fyri at gera Hvalbiartunnlin, um at gera vart við seg, og ætlanin er at bjóða hann út seinni í ár. HANN RÆÐIST FYRI AT FÁA LØGTINGSVAL NÚ POLITIKKUR Eitt løgtingsval nú kann oyðileggja alt, sigur Henrik Old, sum legði frá sær sum landsstýrismaður í samferðslumálum mánadagin. Men tað er ikki hansara egnu lagnu, hann stúrir fyri SLAGIÐ ER TAPT Henrik Old ásannar, at slagið um Fámjinstunnilin er tapt í hesum umfari, men hann fer ikki at fera nakað, sum upp á nakran máta kann seta samgonguna í váða Hendur tað, verður Hvalbiar­ tunnilin eisini settur í vanda