týsdagur 2. oktober 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. oktober 2018 · Nr. 114
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Eirikur Lindenskov
Tá tann 37 ára gamli vágbing
urin, Henrik Old, varð valdur
á Føroya Løgting 8. novem
ber í 1984, hevði hann trý
mál, sum hann vildi arbeiða
fyri. Ella í øllum førum vóru
hesi tey fremstu málini, sum
hann hevði upp á hjarta, tá
Sosialurin hitti hann beint
eftir valið, tá hann segði
soleiðis í samrøðu við blaðið:
– Vónandi kann eg liva
upp til tað álit, sum veljarar
í Suðuroynni hava víst mær,
sigur nýggi tingmaðurin hjá
Javnaðarflokkinum í Suður
oynni, Henrik Old, í Vági.
Hann varð valdur inn á
ting við tilsamans 281 at
kvøðum. Av hesum fekk
hann tær 231 í heimbygdini
Vági.
Javnaðarflokkurin hevur
sostatt fingið sín mann í
Vági. Hilmar Bech í Porkeri
hevur annars sitið í hesum
tingsessinum. Hann fekk í
alt 231 atkvøður.
Henrik Old er heilt nýggj
ur í føroyskum politikki.
Hann hevur siglt við fesk
fiskabátinum Nýborg tey
seinastu 13 árini. Í sjey ár
hevur hann ført skipið .
Sosialurin tosaði við Hen
rik Old eftir valið og hevði
hann hesa viðmerking:
– Tað er gleðiligt at vita
sær, at vágbingar stóðu
saman og fingu sín javnað
armann. Vónandi kann eg
liva upp til hetta stóra álit
og ætli eg ær at verja javn
aðarhugsjónina á tingi, segði
Henrik Old, sum fekk heilar
231 atkvøður bara í Vági av
teimum 281, sum hann fekk
í øllum Suðuroyar valdømi á
løgtingsvalinum í 1984.
Víðari greiddi hann frá,
at hann helt tað hava stór
an týdning, at millumbylgju
sendarin hjá Útvarpinum nú
verður settur upp, soleiðis at
sjómenn kunnu fyljga við tí,
sum hendir á landi.
– Eisini fer Henrik Old
at arbeiða fyri, at berghol
ið millum Sumba og Lopra
gerst veruleiki. Somuleiðis
heldur hesin nýggi javnað
artingmaðurin, at sjómans
útbúgving eigur at verða sett
í gongd í Suðuroynni til tess
at geva øllum teimum ungu
henda møguleikan.
– At enda fari eg at takka
øllum teimum veljarum, sum
hava stuðlað nú uppundir
valið. Her hevur verið gjørt
eitt ómetaliga stórt arbeiði
og tað eri eg sera takksamur
fyri.
Henrik Old er
ein av teimum
royndastu polit
ikarum í Føroyum
Eirikur Lindenskov
Hann hevur verið við í pol
itikki síðani 1984, tá hann
fyri fyrstu ferð varð valdur
á ting.
Hann
er
afturvaldur
sjey ferðir síðani, einferð
var hann ov stuttur, men tá
kom hann inn sum fastur
varamaður fyri løgmann, og
einaferð stillaði hann ikki
uppaftur.
Henrik Old var fyrstu verð
valdur á ting í Suðuroyar val
dømi á løgtingsvalinum 8.
november í 1984.
Síðani varð hann aftur
valdur í 1988, 1990, 1994, 1998
og í 2002. Hvørja ferð í Suð
uroyar valdømi.
Men í 2004 var hann akk
urát ov stuttur at verða aft
urvaldur.
Henrik Old fekk tá 291
atkvøður. Fyrstvaldi á lista
num hjá Javnaðarflokkinum
í Suðuroyar var Jóannes Eid
esgaard, sum fekk 403 per
sónligar atkvøður.
Men á valinum hesaferð
fór fyrrverandi løgtingsmað
urin Sverre Midjord framvið
Henrik Old. Hann fekk fýra
atkvøður fleiri, 295 atkvøður,
og fór av stað við tingsessi
num. Sverri Midjord var tá
70 ára gamal og eftirløntur
tingmaður.
Men tá Jóannes Eides
gaard tók við sum løgmaður,
var kortini pláss fyri Henriki
Old í løgtinginum, og tí sat
hann á tingi til løgtingsvalið
í 2008.
Men hesaferð valdi Hen
rik Old ikki at stilla uppaftur.
Men tá løgtingsval aftur
var skrivað út í 2011, kláraði
Henrik Old ikki at halda sær.
Hetta var annað valið eftir
nýggju skipanini, har Føroy
ar vóru eitt valdømi – og tað
eydnaðist Henriki Old at ger
ast nummar 5 á listanum hjá
Javnaðarflokkinum við 265
persónligum atkvøðum.
Á valinum í 2015 gekk
uppaftur betur hjá Henriki
Old, sum ta ferðina fekk 387
persónligar atkvøður og varð
valdur sum nummar 6 av 8 á
listanum hjá Javnaðarflokk
inum.
Henrik Old er føddur 20.
juni 1947 í Vági. Hann er gift
ur Elsebeth Old úr Havn. Tey
eiga fýra børn.
Henrik Old hevur verið
fiskimaður síðani 1964 og
gjørdist fiskiskipari í 1977.
Hevur sitið 9 skeið á tingi
Henrik Old fær
onga løn úr
løgtinginum
fyrr enn 1. apríl
Eirikur Lindenskov
Sjálvt um Henrik Old
tekur sæti á tingi, tá ting
fundur verður klokkan 10
í dag, so fær hann kortini
onga løn sum tingmaður.
Tað fær hann ikki fyrr
enn í fyrsta lagi 1. apríl
næsta ár.
Orsøkin er nýggja lóg
in um samsýning og eft
irløn landsstýrismanna.
Tí sambært hesi lóg ber
tað ikki longur til hjá pol
itikarum at fáa dupulta
løn sum bæði landsstýris
maður og løgtingsmaður.
Eftir gomlu skipanini,
fekk
landsstýrismaður,
sum fór frá, samsýning
sum landsstýrismaður í
hálvt ár samstundis sum
hann fekk løn úr Løgting
inum, um hann aftur fór
í tingið.
Henrik Old er tann
fyrsti
landsstýrismað
urin, sum fer frá eftir
nýggju lógini, sum løg
maður
kunngjørdi
15.
september í 2015. Hann
verður tí eisini tann fyrsti
løgtingsmaðurin,
sum
kann sita á Løgtingi uttan
løn frá Løgtinginum í eitt
hálvt ár, tí hann fær løn
sum landsstýrismaður.
Treytin fyri fráfaring
arsamsýning hjá lands
stýrismanni er, at um
hann hevur verið lands
stýrismaður í upp til
eitt ár, hevur hann rætt
til samsýning í tríggjar
mánaðir eftir, at hann
er farin frá. Hevur hann
verið landsstýrismaður í
minsta lagi eitt ár, hevur
hann rætt til samsýning
ina í seks mánaðir eftir at
hann er farin frá.
Fyrsta ting
fólk uttan løn
Sjónvarpið fór at senda sama ár, sum Henrik Old kom upp í politikk. Her er hann í samrøðu við Sjónvarp Føroya tíðliga í tíðini
Lovaði útvarpssendara, berghol
til Sumba og sjómansútbúgving