hósdagur 4. oktober 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Sjáldan áður hevur ein flokkur verið so
merktur av tingfólki, sum bara hugsa
um sjálvan seg heldur enn flokkin
Ongantíð áður hevur ein floksleiðari og løg
maður verið so illa royndur av egnu tingfólk
um sínum, sum Aksel V. Johannesen, løgmað
ur. Tað hevur eydnast honum rímuliga væl
at halda saman upp á samstarvsflokkarnar,
men egni flokkur hansara er ein katastrofa
við ávísum tingfólkum, sum halda seg sjálvan
hava størri týdning og virði enn flokkurin og
felagsskapurin.
Men at tingmenn ikki eru annað enn stórir
smádreingir eru síðstu skálkabrøgdini hjá
seks andstøðutingmonnum og einum sam
gongutingmanni gott dømi um. Tað er øllum
púra greitt, at uppskotið um Fámjinstunnilin
als einki hevur at gera við, at hesir menn vilja
fremja verkætlanina. Talan er um eina reina
provokatión, sum teir vóna kann fáa løgmann
at skriva út val. Og barnslig skálkabrøgd eyð
kenna fleiri trøllvaksnar menn í politikki. Teir
eru sum stór smábørn – síggja størri virði í at
gera fortreð enn at føra politikk.
Nakrir av kúllunum luktaðu luntin, tá
Henrik Old legði frá sær, tá hann tapti slagið
um Fámjinstunnilin. Oldurin boðaði tó skjótt
frá, loyalur sum hann er, at teir kundu spara
sær at royna at lokka hann við til at leggja ráð
ímóti løgmanni. Tí tað fór uttan iva eisini at
seta Hvalbiartunniln í vanda. Tað er nú sjón
fyri søgn. Løgtingsvalið, sum Kristin Michel
sen provokerar fram, setir Hvalbiartunnilin í
vanda. Tað skal sera lítið til at seta tunlarnar
norð um Fjall fram um Hvalbiartunnilin eftir
eitt møguligt løgtingsval í heyst.
Kristin Michelsen veit væl, at hann kann
ikki stilla upp fyri Javnaðarflokkin aftur.
Og løgmaður veit enn betur, at er Kristin
Michelsen á listanum, so verður ein velj
araflukt frá flokkinum norðanfjørðs. Í 1994
fór Javnaðarflokkurin í knús, tí hann fekk
skyldina fyri allar ólukkurnar. Hesaferð eru
tað ikki veljararnir, sum geva flokkinum
skyldina. Hesaferð er tað flokkurin í upploysn,
sum leggur seg skerflatan og sigur, »at vit eru
ein katastrofa. Veljið okkum ikki aftur. Tað er
einki skil í okkum«.
Fjolluta uppskotið verður valla samtykt.
Andstøðan spælir bara hund, og Kristin Mich
elsen finnur sær nakað at handla við. Seriøst
er tað ikki. Nú má Javnaðarflokkurin skjótt
sannføra veljaran um, at treytin fyri at sleppa
á listan er, at valevnini stuðla flokkinum og
hugsjónini og ikki bara eru stórir hugsjónar
leysir egoistar.
Tað er nú greitt, at Tórshavnar Býráð tekur yvir
býarsavnið, sum Birgar Johannessen hevur bygt
upp av sínum eintingum hesi seinastu, nógvu
árini. Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at
yvirtaka savnið, og í morgun kom tað so langt
sum at avtala er gjørd um, at Birgar Johannessen
letur Tórshavnar býarsavni lutirnar í privata
savninum.
– Birgar Johannessen hevur altíð havt áhuga
fyri gomlum lutum, og fór undir eitt miðvíst inn
savningararbeiði fyrst í nítiárunum. Talan er um
fleiri enn 1.000 lutir, ið nú eru latnir Tórshavnar
býarsavni, sigur býráðið. Tey siga, at nú verður
savnið bulurin hjá einum komandi Býarsavnið.
Annars verður arbeitt við at útvega Tórshavnar
býarsavni høli at
húsast í, men fyribils
verður framsýningin
hjá Birgari verandi í
Niels Finsensgøtu 38
og verður opin eftir
avtalu.
Royna at spæla hund við løgmanni
Yvirtekur nú savnið
hjá Birgari
BÝRÁÐIÐ Í HAVN
Les eisini blaðið
á telefonini
Nógvir Glyvra
snikkarar í New
Zealandi
Siðsøga
síða 24-25
Hevur tú eina gávu
skalt tú brúka
hana
Samrøða síða 6-7
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Tað er ikki gott nokk longur, at
klaksvíkingar grannskoða rokn
skapin hjá Norðlýsinum
Tað verður tutlað í krókunum, um ætlanin
hjá nýggju eigarunum á Norðlýsinum er at
gerast partur av høvuðsstaðarpressuni, sum
103 ára gamla málgagn norðoyinga hevur
skrivað so nógv um.
Síðani loysingarmenn yvirtóku blaðið frá
sambandsmonnunum eru tvær eyðsýndar
broytingar framdar. Onnur er, at blaðið ikki
longur verður prentað í Føroyum. Blaðið
hevur fingið miðlastuðul frá Løgtinginum,
og hann er sendur beinleiðis til A/S Dansk
Avistryk í Glostrup í Danmark, sum nú
prentar blaðið. Hesaferð náddu teir tó ikki
flúgvaran, og tí kom einki blað við Posta
mikudagin. Vit hava frætt, at blaðið er
komið til landið og verður borið út einaferð
seinni. Eintakið, vit fingu, sær nú ikki ser
liga pent út. Skeivt skorið og vánaligt prent.
Hetta hevði føroyska loysnin á Prentmið
støðini klárað betur.
Men ikki nóg mikið, at nýggju eigararnir
ikki stóla upp á føroyska framleiðslu. Tí teir
stóla heldur ikki uppá, at bókhaldsvirkið hjá
Agnar á Dul í Klaksvík klárar at grannskoða
roknskapin, sum tey hava gjørt í mong
harrans ár. Tí eru teir farnir til Havnar at
grannskoða roknskapin.
Sambært Skráseting Føroya hevur av
gerðin verið til viðgerðar á hægsta stað á
aðalfundi í Sp/f Norðlýsinum 22. september,
sum hevur framt ta viðtøkubroyting, at
grannskoðaravirkið í Havn, Sp/f SPEKT, løg
gildir grannskoðarar, framyvir grannskoða
roknskapin hjá gamla málgagni norðoyinga.
Nú skal Norðlýsið
grannskoðast í Havn
5. OKTOBER 2018
Fyrr plagdu loysingarmenn at hugsa sum so, at »vánalig føroyskt prent er betri enn gott
danskt prent«. Men tað er so ikki galdandi fyri Norðlýsið, sum lá í eini postbox í Havn í gjár