Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-04, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. oktober 2018síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 115 30 TRÓNDUR ARGE L eygardagin verður fult um­far í Betri deildini hjá monn­um. Talan er um 25. um­far av 27. Spælt verður leygar­dagin, tí landsliðið skal spæla móti Aserbadjan hóskvøldið í Nations League. Allir dystirnir verða klokkan 15, tí tað er ásett, at sein­astu umførini skulu fylgjast, so einki lið fær fyrimun av, at vita úrs­litið hjá kappingarneytanum. Tað er lítil og ongin spenningur eftir í landskappingini í ár, tað mugu vit nokk ásanna. HB er FM- vinn­ari, B36, KÍ og NSÍ fáa helst pláss­ini í Europa League, meðan sein­asti spenningurin tykist verða um niðurflyting, har tað fram­vegis ikki er geitt, um eitt ella tvey lið flyta upp. Tí stríðast AB og 07 Vestur fyri at sleppa undan aftasta plássinum, sum við vissu gevur niðurflyting. Veðrið argar Farna vikuskiftið var 24. umfar í Betri deildini hjá monnum. Í Gøtu spældu Víkingur og B36 javnleik í nógvum vindi. Liðskiparin hjá Víkingi helt dagin eftir fyri, at dysturin ongantíð skuldi verið spældur. - Dysturin skuldi ongantíð verið spældur. Vit mugu gevast at spæla í slíkum veðrið. Tað verður bara verri sum tíðin gongur, sigur Atli Gregersen í útvarpssending hjá Kring­varpinum. Hann helt fyri, at tíðin er komin at kappingarárið endar fyrr á árinum, so vit sleppa undan at avgerandi dystirnir verða spældir í ringum veðrið. Dómari í dystinum í Gøtu var Dagfinn Forná, hann sigur við ÍtróttarSosialin, at hann umhugsaði at blása dystin av mitt í seinna hálvleiki. - Eg metti, at tað var so mikið nógvur vindur akkurát tá, at tað faktist ikki var spælandi. Tað var serliga tá hvirlurnar vóru, at tað ikki var spælandi, sigur Dagfinn Forná. Eftir at hava tosað við lið­skipar­ ar­nar hjá Víkingi og B36, so valdi dómarin at lata dystin halda fram eina løtu. Tað endaði við javnleiki 1-1. - Eg haldi ikki, at dysturin skuldi verið spældur. Tað tænti ong­um endamáli og tað bleiv eisini vanda­ mikið at spæla, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36. Tað er líkt til, at kjakið um at broyta leistin í landskappingini aftur verður á skránni í framtíðini. Ungir spælarar á vøllin Sunnudagin var 24. umfar í Betri deildini hjá monnum. Spenn­ ingurin er rokin í fleiri pørtum av lands­kappingini, og tað sást aftur í summum av liðuppstillingunum. Hartil vóru óvanliga nógv leikbann. Tí bleiv eisini pláss til fleiri spælarar, sum fingu sínar fyrstu minuttir í bestu deildini. Ein teirra, sum gjørdi nógv um seg, er 17 ára gamli Pætur Turiðarson Skibanes, ið fekk sínar fyrstu minuttir fyri besta liðið hjá NSÍ. Bara fimm minutt­ ir seinni skoraði hann sítt fyrsta mál, tá hann sendi innleggið hjá Klæminti A. Olsen í málið. HB vann longu í farna umfari FM, og hartil vóru fleiri spælarar, sum sótu uttanfyri við leikbanni og skaðum. Her tveir ungir mans sínar fyrstu minuttir, tá teir komu á vøllin heilt móti enda­num. Teir eru 18 ára gamli Tór­móður Djurhuus, og 17 ára gamli Villiam Emil Klein. KÍ hevði eisini ein nýggjan mann við á liðnum. Talan er um 16 ára gamla Børga Petersen, sum spældi allan dystin, tá KÍ vann 3-0 á AB. Eitt skifti vóru tríggir U17- spælarar á vøllinum. Hartil kann nevnast at spælarar sum 16 ára gamli Gutti Dahl-Olsen (EB/Streymur), Jonn Johannesen (KÍ), Jóhan W. Høgnesen (KÍ) og Sjúrður Pauli Nielsen (NSÍ) komu allir á vøllin fyri aðru ferð. Ivasamur: Bjarki Nielsen (hondin) Ikki við: Róaldur Jakobsen (fótur, langtíðarskaddur), Lukasz Cieslewicz (knæ, langtíðarskaddur), Jónas Tór Næs (ryggur, langtíðarskaddur), Hannes Agnarsson (fibur) Ivasamur: Odmar Færø (skurðviðgjørdur) EB/Streymur: Ikki við: Pætur Petersen (leikbann), Leif Niclasen (brotið fótin), Fríði K. Johansen (brotið fótin), Rói Olsen (brotið fótin), Aksel B. Danielsen Ivasamur: Arnbjørn Hansen Ikki við: Sebastian Pingel (knæskaði, langtíðarskaddur), Tróndur Jensen (trælær, 2-3 vikur) Við aftur: Dan í Soylu (leikbann), Adrian Justinussen (leikbann), Jógvan Rói Davidsen (leikbann) Ikki við: Hákun Edmundsson (lærkrikin, langtíðarskaddur) Við aftur: Jákup B. Andreasen (leikbann), Semir Hadzibulic (leikbann), Ísak Simonsen (leikbann) Ivasamur: Deni Pavlovic, Hjalgrím Elttør LIÐ TÍÐINDI B36 KÍ HB AB EB/STREYMUR Upptakt 25. umfar: FÓTBÓLTUR: Upptakt 25. umfar 07 Vestur og AB royna at renna undan niðurflytingini, men tað gongur avbera illa. Tað sigur eitt sindur um spenningin í landskappingini, at mesta prátið í farna umfari var um veðrið BARA SPENN­ING­ UR UM NIÐUR­ FLYTINGINA