Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. oktober 2018 · Nr. 116 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Henrik Old, Javnaðar­flokk­urin Djóni N. Joensen, Javnaðarflokkurin Jógavan á Lakjuni, Fólkaflokkurin Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi Edmund Joensen, Sambandsflokkurin Jónleif Johannesen, Javnaðarflokkurin Anita á Fríðriksmørk, Tjóðveldi Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin Hanna Jensen, Framsókn Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin Joen Magnus Rasmussen, Fólkaflokkurin Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkurin Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin X Vil ikki svara, men hevur alment sagt, at hann ikki fer at atkvøða fyri uppskotinum Nei Nei X X Nei X Nei X Vil ikki svara ? Vil ikki svara ? Vil ikki svara ? Vil ikki svara ? Ja √ Ja √ Ja √ Ja √ Ja √ Ja √ vart við, at atkvøður nak­ ar úr samgonguni fyri upp­skoti­num, so er tað brot á sam­gonguskjalð og so verður talan um nýval. Í okkara uppteljing er tað bert Kristin Michelsen, sum hevur boðað frá, at hann ikki kennir seg bundnan at Javnað­arflokkinum, sum sigur seg fara at atkvøða fyri upp­skotinum. Uttanflokkatingfólkini Sonja Jógvansdóttir og Magni Laksáfoss vilja ikki siga, hvat tey fara at atkvøða. Magni Laksáfoss er ein av uppskotsstillarunum, so vit ganga út frá, at hann at­kvøð­ur fyri sínum egna uppskoti. Ein steinur á vegnum Hóast vit telja 17 fyri upp­ skotinum, so eru tað fleiri sum ikki hava svarað. Tað er av prinsipiellum orsøk­um, sum vit hava stóra virðing fyri, men í fleiri førum er orsøkin, at verður uppskotið sam­tykt, so kann tað fáa ávirk­an á, nær tunlarnir Norð­ur um Fjall verða gjørd­ir. Tað fyriliggur annars ein avtala í samgonguni um, at tá ið liðugt er at bora til Hvalbiar, so verður beinanvegin farið und­ir at gera tunlar Norð­ ur um Fjall. Hetta er ein av orsøku­ num til, at fleir tingfólk norðan­fyri ikki vilja svara, um tey fara at taka undir við uppskotinum um at gera Fámjins tunnilin nú. Tí kann tað henda í polit­iska spælinum, at sum­mi av teimum, sum ikki hava svarað, fara at hug­sa taktiskt og atkvøða takt­iskt. Onkur teirra nevnir eisini, at fer eitt uppskot sum hetta at gera, at sam­ gongan skrædnar, so fara tey at atkvøða fyri upp­ skotinum. Fíggjarlógin Aksel V. Johannesen, løg­ mað­ur, er tann, sum skal syrgja fyri, at samgongan held­ur, til hann útskrivar val. Sjálvandi hevur hann fleiri streingir at spæla uppá, bæði tá ið tað snýr seg um tunnilsmálið, men ein fíggjarlóg skal eisini sam­tykkjast. Við at flyta útreiðslur og inntøkur eitt sindur, kann løgmaður saman við restini av samgonguni syrgja fyri, at hann í báð­ ur málum fær flutt onkra atkvøðu. Og stendur eftir við politiska sigrinum. SOLEIÐIS HØVDU