Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. oktober 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. oktober 2018 · Nr. 117 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Haturstalan á útvarpsstøðini R7 kom rætt­i­liga í brennidepilin, eft­ir at ting­mað­ur tal­aði harð­liga at. Pauli Trond Petersen kenn­ir seg særd­an av til dømis at hoyra Óla Breck­mann tosa um fólk úr Asia sum »skeiv­oygd knetti«. Ting­maðurin hevur tveir ætt­ leidd­ar syn­ir úr Asia, og hann kennir seg særd­an av tí, ið javn­an verður bor­ið fram í send­ing­ini hjá gamla blað­stjór­a­num á Dag­blaðnum. Sjálvandi er tað ikki upp til pol­it­ ik­arar at gera av, nær ein miðil fer ov langt. Og sjálvandi er tað held­ur ikki upp til løgtingsfólk at revsa ein miðil, sum til dømis R7, við at nokta honum miðlastuðul. Beinleiðis haturstalum hava vit havt í rík­i­ligt mát av í før­oysk­um miðl­um. Tí­bet­ur er tað mesta hæs­ að av, so hvørt sum onnur fólk eru kom­in fram at miðl­u­num, sum hava onn­ur virði, enn summi av teimum gomlu høvdu. At R7 grevur ein gamlan royndan hat­urs­talara fram er valla av til­vild. Tað er ein háttur at seta seg í fokus og at føra poli­tikk uppá, um enn tað er langt uttan fyri sømiligt mark. Men sum út­gangs­støði ikki ó­lóg­ligt. Men hevði tað ikki verið fyri júst Paula Trond Petersen, so hevði R7 ikki fingið miðlastuðul í fjør. Pauli Trond Pet­er­sen var ein teirra, sum tal­aði harð­liga ímóti upp­runa­liga upp­skot­i­num um miðla­stuð­ul, tí »Miðla­hús­ið fór at fáa ov nógv­ar peng­ar«, sum hann segði av tingsins røð­ar­a­palli. Í upprunaliga uppskotinum til miðla­stuðul vórðu strangari krøv til miðl­ar­nar. Eitt nú at fleiri fólk skuldu vera í starvi umframt tann, sum á­byrgd­ina hevði. R7 hevði ikki ein gang eina heila ársløn til ein journ­al­ ist í rokn­skap­inum fyri 2016 og hevði tí ikki fingið part av miðla­stuðl­i­num í fjør, um Pauli Trond Pet­ersen og Páll á Reyna­túgvu ikki fingu broytt upp­ skot­ið, so tað meira var ein í­verk­set­ ara­stuð­ul enn ein stuð­ul til virkn­ar miðl­ar. Tað er so eitt politiskt val, sum ting­fólk hava gjørt. Upp­runin til miðl­a­stuð­ul­in var, at priv­atir miðlar skuldu fáa part av lýs­ing­ar­peng­u­ num, sum Kring­varp­ið fór við. Tal­an var um harða kapp­ing, har priv­at­ir miðl­ar ong­an kjans høvdu at kapp­ast við Kvf – sum ikki einaferð, har tað priv­ata ikki megn­ar at kappast við tey við lands­kass­anum í ryggi­num. Við broytta kring­varps­gjald­i­num fekk Kvf ríki­ligt av peng­um, og tí skuldi miðla­stuð­ul­ vera ein aft­ur­ber­ ing av lýs­ing­ar­peng­um. Trupulleikin er tó, at lýsingarpengarnir eru flutt­ ir til am­er­ik­ansk­ar sosialar miðl­ar í­stað­in og gagna tí ikki før­oysk­um miðla­fyri­tøkum. Sjálvandi eiga miðlarnir sjálvir at vanda sær. Um ikki, so er tað eitt mál fyri dómsvaldið. Um valið stendur ímillum at pol­it­ikarar skulu stýra miðlunum, ella at droppa miðla­stuð­ ul­in, so droppið heldur miðla­stuð­ul­in. Tað eru als ikki politikarar, sum skulu stýra miðlunum HATURSTALA OG MIÐLASTUÐUL Pen­ sjónistar 18.000 kr afturat AKSEL V. JOHANNSEN, LØGMAÐUR KJAK S 17 Týsk­ land heiðr­ar Annfinn TÍÐÍNDI KJAK SÍÐA 16 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Helena og Hanus Samuelsen, avvarðandi Tað var ikki uttan svørðslag, at vit fingu húsini á Eir­ ar­garði 14 og 16. Fólk vóru fyri og ímóti, at bygt varð á sjúkra­hús­øki­num. Málið endaði í Løg­ting­i­num. Burt­ur úr tí kom fyrst ein løg­tings­s­am­tykt og so aft­ur ein nøk­ur ár seinni. Báð­ar á­sann­aðu, at varð ikki bygt á Eirargarði, bleiv einki bygt tá. Men samtykt varð eis­ ini, at tað, sum bleiv bygt í fram­tíð­ini, skuldi byggjast í smærri eindum runt um í land­i­num. Og soleiðis er tað gjørt. Vit, sum eiga okkara á Eir­ ar­garði, leggja ikki fót fyri at nýtt verður bygt í Suð­ur­ streymi, tað er harðliga til­ trongt. Men eingin fer væl av, at annar fer illa. Okk­ara gomlu á Eirargarði 16 eru ikki øðrvísi enn onnur gom­ ul fólk. Tey vilja vera heima sum longst. Og vit, sum av­ varð­andi, mugu siga tað fyri tey, tí tey eiga eingi orð, duga ikki at tala fyri seg í orð­um. Men eyguni tala og ótti kem­ur á summi, tí tey skilja ikki, hvat hendir. Nú biðja vit bara um, at bøtt verður um gamla heim teirra, so hús­fólk og starvsfólk fáa frægari um­ støð­ur. Nú eru vit aftur í 70ára stríð­num. Hesaferð er nið­ ur­støð­an hjá teim ráðandi at byggja nýtt. Men fyrst skal byggj­ast eitt harðliga til­ trongt barnaheim og so sam­ býli í Hoyvík, áðrenn nakað verð­ur bygt til tey, sum í dag búgva á Eirargarði 16. Hetta liggur so langt frammi í tíð­ ini, at fleiri av teimum og vit av­varð­andi neyvan uppliva tað. Tí er tað okkara bøn bara tað, at bøta um hjá teimum, sum hava uppiborið, at tey og teirra starvsfólk fáa betri um­støður. Tað er soleiðis, at fleiri nýggj fólk eru flutt inn í sein­ ast­uni, og vit eru kunnað um, at fleiri koma aftrat. Hetta átti ikki at latið seg gjørt, fyrr enn neyðugar ábøtur vórðu gjørdar, so at tað gerst meira liviligt og arbeiðsligt í hús­ u­num. Komu ikki ung fólk inn at búgva, var natúrligt frá­fall, sum tað eisini er, tey gomlu sluppu at vera heima sum longst og húsini tóm­d­ ust so líð­andi. Tey ungu í dag krevja aðr­ar um­støð­ur enn tær eru á Eir­ar­garði 16 í dag. Eingin fer væl av, at annar fer illa Fyrrverandi forsetin í Kata­ lonia, Carles Puigde­mont, fer at umboða Kata­l­o­nia á ráðstevnuni um tjóð­skap­ ar­liga­n sjálvs­av­gerð­arrætt, sum Tjóð­veldi skipar fyri í Norð­ur­landa­húsi­num fríggj­ a­dagin 12. oktober. Um­boð­ið úr Skotlandi verð­ur Kenneth Gibson, ting­ mað­ur úr skotska tjóð­skap­ ar­flokk­i­num, SNP, og úr Ný Kale­don­ia kemur leiðarin í full­veld­is­rørsl­uni har, Dan­ iel Goa. Formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, fer at leggja fyri. Tjóðveldi skriv­ar í tíðindaskrivi, at ráð­stevn­an byrjar kl. 13.15 fríggj­a­dagin í Skálanum í Norð­ur­land­a­ hús­i­num. Hon er almenn, og at at­gongdin er ókeypis. Puigdemont til Før­ oya at vitja tjóð­veldi Hanus og Helena Samuelsen við dóttrini Janu, sum er eitt av búfólkunum á Eirargarði í Havn Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, og Carles Puigdemont, fyrrverandi forseti í Katalonia, tá hann vitjaði á Christiansborg í januarmánaði