týsdagur 9. oktober 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. oktober 2018 · Nr. 117
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Hvassur orðadráttur
nú valið nærkast
Tað prutlar undir lokinum og spenningur
økist til valið verður
Árni Gregersen
GREINING: Politiska arbeiðið er
komið í gongd nú heystið er komið.
Tað merkist á bæði andstøðu
og samgongu, at hetta er seinasta
tingsetan áðrenn vit fáa val til
Løgtingið.
Formliga skal valið í seinasta
lagi vera 1.september, men ongin í
politisku skipanini væntar, at hetta
heldur so leingi.
Fyrst og fremst av praktiskum
orsøkum. Tað er ikki serliga heppið
at hava val eftir ólavsøku, tí tá kem
ur skipanin av nýggjari samgongu
ov tætt at arbeiðnum at gera fíggj
arlóg fyri 2020.
Tí meta tey flestu, at situr hend
an samgongan so leingi sum til ber,
so fer samgonguleiðarin at útskriva
val at halda áðrenn summarfrítíð
ina 2019.
Hetta er um alt gongur eftir vild
hjá samgonguni og um innanhýsis
ósemjunar ikki spreingjast og hava
eitt val við sær.
Í fleiri støðum er løtt – spurn
ingurin er bara nær spreingingin
hendir.
Tunnilsmál
Sum vit hava merkt fyrr í politikki,
so er spurningurin um berghol,
vegir og havnir vanliga rættuliga
heitur, tá ið val nærkast.
Í løtuni ger tað sama seg gald
andi. Ein megastór íløga verður
gjørd í undirsjóvartunlar millum
Havnina og Skálafjørðin og millum
Velbastað og Sandoynna.
Hetta eru íløgur fyri einar tríggj
ar milljardir krónur. Íløgurnar eru
so stórar og ógvusligar, at ongin
semja er gjørd í politisku skipanini
um innkomuvegirnar – hvørki í
Havn ella í Runavík.
Í dag liggur fast, at hetta eru
spurningar, sum ikki verða loystir
áðrenn liðugt er at gera tunlarnar.
So hóast breiða semju, ger tað
almenna sama brølara sum í Ledir
víki: semjan er bert um tað sum
hendir undir vatnskorpuni – ikki
hvussu slepst víðari við ferðsluni
á landi.
Hitt eru hinir tunlarnir. Semja
er um at gera Hvalbiartunnilin
fyrst, men hvat so skal henda
tykist óvist. Dalur og Fámjin eru
smábygdirnar, sum júst nú eru í
klemmu í politisku skipanini, men
sum vit skrivaðu fyrr í vikuni, so
er helst politiskur meirluti fyri at
geras Fámjin fyrst.
Tá vit skriva fyrst, so er tað
tí tað er ivasamt, hvat tingfólk í
Norðoyggjum fara at gera.
Hóast tey helst vilja hava Fámj
in fyrst - eisini fyri at spæla sam
gonguni eitt puss – so melda tey
ikki greitt út, tí tað kann hava við
sær, at tunlarnir Norður um Fjall
koma seinni – og tað hava tey ong
an áhuga í.
Fíggjarlógin
Eitt annað, sum eisini kann gera
enda á einari og hvørjari sam
gongu, er seinasta fíggjarlógin í
valskeiðnum.
Hendan samgongan hevur lagt
uppskot fram til seinastu fíggjar
lógina í hesum valskeiðnum.
Orðaskiftið undir 1.viðgerð var
ikki serliga hvast, men undir yvir
flatuni liggja nógv mál, sum kunnu
spreingjast.
At onkl beinleiðis stríð er
brostið á enn, er tí at øll í skipanini
vita, at uppskotið í veurleikanum
er vegleiðandi. Fyri at meirluti
kann fáast fyri uppskotinum, so
skulu pengar flytast higar og hagar.
Uppskotið leggur upp til eitt
avlop uppá 400 milljónir krónur,
so til ber at gera okkurt, so atkvøð
urnar gerast nóg nógvar, tá ið at
kvøðast skal.
Ongin skal gerast serliga kløkk
ur, verður málið um tunlar knýtt
at fíggjarlógini og møguliga eisini
onnur ting.
Soleiðis er politikkur: tú sigur
eitt hendan vegin, so fær tú okkurt
ein annan veg.
Landsstýrismaðurin
Henrik Old hevur lagt frá sær sum
landsstýrismaður, tí samgongan vil
gera tunnil til Dals áðrenn tunnil til
Fámjins.
Løgmaður hevur sagt, at hann
fer at tilnevna nýggjan lands
stýrismann beint undan heystfrí
tíðini ella beint eftir heystfrítíðina.
Men nú ljóðar millum sam
gongufólk í Tjóldi og Framsókn,
at tað kanska ikki er heilt rætt,
at Javnaðarflokkurin fær lands
stýrismannin aftur. Flokkurin er
tódnaður við tveimum tingfólkum,
síðani samgonguskjalið bleiv undir
skrivað 14.september 2015.
Hetta er kanska ikki eitt serliga
stórt mál, men tað er tó steinur
omaná byrðu hjá samgonguleiðar
anum Aksel V. Johannesen.
Tað sum eftir er av heystinum
er ein spennandi tíð fyri tey, sum
hava áhuga fyri politikki.
Aksel V. Johannesen, samgonguleiðari, fær nóg mikiå at gera í heyst
Henrik Old legði frásær. Spurningurin er um Javnaðurin fær ein landsstýrismann fyri hann
Tunlar vegir og havnir hava altíð fylt nógv í
politisku skipanin i, tá ið val nærkast