Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. oktober 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. oktober 2018 · Nr. 117 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen Tað heldur altjóða viður­ kendi fiti­serfrøðingurin og yvir­lækn­in, Jens-Christian Holm. Hann vísir á, at hormon­ skipanin er størsti fíggindin og mótstøðumaðurin, tá tú fyrst ert vorðin fongd/-ur við yvirvekt. - Talan er tá um ómetaliga stórar biologiskar kreftir í kroppinum. Men, henda sann­roynd verður ikki tikin við í tær stríðsætlanir, sum Heilsu­stýrið og okkara politk­ar­ar leggja fyri dagin, tá fiti og yvirvekt skulu fyri­ byrgj­ast. Tí noyðast heilsu­ mynd­ugleikarnir at viður­ ken­na, at teirra átak móti fiti ikki riggar. Jens-Christian Holm held­ur, at tað er upp á tíðina, at fiti verður viðurkend sum ein kronisk sjúka og tí skal við­gerast á ein heilt annan hátt, enn gjørt verður í dag. - Vit skulu viðurkenna, at fiti er ein reguler sjúka, sum førir við sær fleiri enn 20 ymiskar hjásjúkur og fleiri sløg av krabbameini. Alt eru sjúk­ur, ið oyðileggja lívið hjá ein­um menniskja, leggur fiti­ ser­frøð­ingurin dent á. Hann vísir á, at nú­ tíðar­fyri­byrging móti fiti í høvuðsheitum snýr seg um orkujavnvág. Tað merk­ir, at tann, sum er rakt/-ur av fiti, skal eta min­ni, enn viðkomandi for­ brennur. Men, tað er sam­ bært fitiserfrøðinginum púr­asta skeivt. - Flestu fólk og tíverri eisini flestu serfrøðingar siga, at fiti­savnan og orkujavnvág er ein passiv gongd, har nógv taka upp á í vekt, um tey eta fleiri kaloriur, enn tey forbrenna. Men, soleiðis hong­ur tað ikki saman, og tað er ógvuliga avgerandi, at vit skilja tað. Leptin-skipanin - Orkujavnvágin er nevniliga stýrd av sonevndu leptin- skipan­ini. Henda skipan hevur eitt ósamsvar sum ger, at hon vil gera alt fyri at trygg­ja, at mongdin av feitti, sum likamið hevur bygt upp, ikki minkar, men heldur verð­ur enn størri. Jens-Christian Holm sigur, at leptin-skipanin er ein biologisk skipan, sum reguler­ar feittmongdina hjá menniskj­um og dýrum. Hann vísir á, at ser­frøð­ ingar á økinum skilja ikki, hvussu framúrskarandi kropp­urin í veruleikanum er, tí kroppurin er nevniliga førur fyri at verja, varðveita og við­líkahalda sítt yvirskot av feitti. - Hetta er ein kampur, sum fólk við stórari yvirvekt hvørki kunnu vinna við røslu ella við at eta minni. Tað er ein katastrofa, at fólk, sum líða av yvirvekt, eru koyrd út á hetta síðuspor. Tað er ógvuliga tyngjandi fyri tann einstaka at líða av stórari yvirvekt. Tað kost­ ar eisini nógvan pening fyri samfelagið, tá hesi skulu hava framskundaða fólka­ pensjón og annars skulu við­ gerast í fleiri ár fyri ymiskar fylgisjúkur. Kronisk diagnosa Jens-Christian Holm er tó samd­ur í, at tað eisini eru bólk­ar av fólki, sum viga ov nógv, men sum kortini eru frísk og hava góða heilsu og arbeiðs­førleika. - Í staðin fyri at brúka orkuna upp á hesi, áttu vit heldur at gjørt meira burtur úr teimum, sum veruliga hava trupulleikar av stórari yvir­vekt. Hesi áttu heldur at fingið staðfest eina kron­ iska diagnosu og verið í lívs­langari medisinskari við­gerð og eftirliti, sigur fiti­ ser­frøð­ing­ur­in, sum er mót­ støðu­maður av ymiskum kur­um, sum lesast kann um í eitt nú kvinnubløðum. Jens-Christian Holm sigur, at vegurin fram er skiftandi heilsu­góður kostur við nógv­ um grovum grønmeti. - Tað ræður um at skilja grundleggjandi mótstøðuna í kroppinum ímóti at tapa seg. Tí er tað so umráðandi at halda sína rættvekt alt lív­ið, sigur fitiserfrøðingurin, sum vísir á, at menniskju bio­ logisk sæð ikki eru bygd til at sita still og samstundis hava lætta atgongd til mat í stór­ um nøgdum. Kelda: www.helse.dk EITT STRÍÐ MÓTI YVIRVEKT - Ert tú vorðin ov prúð/-ur, ger tín hormonskipan tað nærmast ómøguligt at tapa teg. Hesi sannroynd lurta heilsumyndugleikarnir ikki eftir. Tí verður ein stórur partur av fólkinum villleiddur - Vegurin fram er skiftandi heilsugóður kostur við nógvum grovum grønmeti. Tað ræður um at skilja grundleggjandi mótstøðuna í kroppinum ímóti at tapa seg, sigur fitiserfrøðingurin og yvirlæknin, Jens-Christian Holm