týsdagur 9. oktober 2018síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 10. oktober 2018 · Nr. 117
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lars Olsen, landsliðsvenjari, umhugsar at
gera nakrar grundleggjandi broytingar í
uppstillingini, sum vit ikki hava sæð fyrr
Tróndur Arge – Tórsvøllur
Lagið er - sum næstan altíð – gott
til landsliðsvenjing, tá spælararnir
koma úr bussinum. Tað er týs
morgun og liðið hevur sína aðru
venjing, eftir at spælararnir tjekk
aðu inn á Hotel Føroyum mána
dagin seinnapartin.
Tað grátt í veðrinum, men í mun
til mánadagsvenjingina, so er lítið
til einki regn. Tað er kalt í luftini,
sum eisini merkist á landsliðs
venjaranum. Lars Olsen vil hava
spælararnar at hita upp og røra
seg, so skjótt teir koma á vøllin.
Fjølmiðlarnir fáa nakrar minuttir,
áðrenn
fyrrverandi
liðskiparin
á danska landsliðnum byrjar at
ótolnast, men alt í einum góðum
tóna.
-Spælararnir tykjast til reiðar og
lagið er gott í hópinum. Tað var tað
eisini í gjár. Sonni Ragnar Natte
stad spældi sunnudagin, og er nak
að spentur í tjúkkanum, men hann
skal ikki spæla fyrra dystin, tí hann
hevur leikbann, sigur Lars Olsen.
Annars eru allir spælararnir væl
fyri.
Ábendingar um grund
leggjandi broytingar
Tað ganga bara nakrir minuttir,
so verður deilt upp í tveir partar.
Tað skjótt at síggja, at flestu av
teimum, ið vanliga byrja inni, eru
í sama parti. Løtuni seinni verður
farið í gongd við uppspæl, har
Gilli Rólantsson er á høgra bakki,
meðan Jóan Símun Edmundsson
er á høgra vongi. Tað eru tvær
grundleggjandi broytingar, tí Jóan
Símun Edmundsson hevur næstan
bara spælt í álopinum, meðan
Gilli Rólantsson higartil hevur
boðað frá, at hann er vongur – og
ikki bakkur. Hetta er nú broytt.
Landsliðsvenjarin sigur, at tað er í
hansara tonkum, at spæla við hesi
uppstillingini.
-Tað eru pláss, sum báðir hava
spælt fyrr. Gilli hevur spælt á
bakkinum í Noreg, meðan Jóan
Símun hevur spælt á vonginum í
bæði OB og í Arminia Bielefeld. Tað
er ikki óhugsandi, at vit gera nakar
broytingar frá seinasta dysti, sigur
Lars Olsen.
Tað er greitt, at ein broyting
verður í mun til liðið, sum byrjaði
móti Kosovo. Sonni Ragnar Natte
stad hevur fingið tvey gul kort,
sum merkir leikbann í ein dyst. Til
venjingina sá út til, at Odmar Færø
verður hansara avloysari.
-Ja, tað kanst tú gott siga, men
nú skulu eg og Jóannes Jakobsen
(hjálparvenjari,
blaðm)
tosa
saman, tí vit hava tvey onnur góð
boð í Rógva Baldvinsson og Heina
Vatnsdal. Vit hava ikki tikið enda
liga avgerð, men Odmar Færø hevur
verið við fyrr, og hevur gjørt tað
gott bæði í B36 á landsliðnum, sigur
Lars Olsen.
Verður Jóan Símun Edmunds
son settur á vongin, so skal nýggjur
áleypari finnast. Her tykist Finnur
Justinussen verða eitt gott boð, tí
hann hevur skotið níggjum mál
fyri Næstved í hesum kappingar
árinum.
-Nú hava vit ikki endaliga av
gjørt, um Jóan Símun skal spæla
á vonginum, men um hann ger
tað, so stendur valið millum Finn
Justinussen og Klæmint A. Olsen.
Tað eru tvey góð boð. Vónandi kann
Finnur Justinussen taka nøkur av
málunum í Danmark við sær til
Føroya, sigur Lars Olsen.
Torførur dystur
Landsliðsvenjarin er ikki í iva um,
at hetta verður ein torførur dystur.
Hann er ikki nøgdur við avrikið
á bóltinum í Kosovo, og tað skal
verða betri, um vit skulu hava
nakran møguleika móti Aserbadjan.
- Eg kann siga so mikið sum,
at vit skulu spæla upp til okkara
besta, tí teir eru eins góðir og Koso
vo. Teir hava bóltin meiri enn bæði
Malta og Kosovo, men hava trupul
leikar við at avslutta álopini.Teir
eru góðir á bóltinum, so um vit bara
renna aftaná, so fáa vit tað trupult,
sigur Lars Olsen og leggur afturat:
Vit manglaðu yvirskot, tá vit
høvdu bóltin, men vit vardu væl
uttan bóltin. Misa vit bóltin av lætt
hóskvøldið, so brúka vit ov nógva
orku at vinna hann aftur, sigur Lars
Olsen.
Venjingin hevur givið okkum
eina ábending um, at liðið kemur
at síggja eitt sindur øðrvísi út, enn
vit hava sæð fyrr.
MÁLVERJAR:
Gunnar Nielsen, FH (ICE)
Teitur Matras Gestsson, HB
Kristian Joensen, KÍ
VERJAN:
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, B36
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Jógvan Rói Davidsen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens (DEN)
Alex Mellemgaard, B36
Heini Vatnsdal, BK Fremad Amager (DEN)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Magnus Egilsson, HB
MIÐJAN:
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ICE)
Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (NOR)
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE)
Eli Falkvard Nielsen, B36
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Brandur Hendriksson Olsen, FH (ICE)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
ÁLEYPARAR:
Finnur Justinussen, Næstved BK (DEN)
Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld
(GER)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
FÓTBÓLTUR
Nations League:
HELST STÓRAR
BROYTINGAR
Hópurin hjá A-landsliðnum:
SKRÁIN:
Hósdagin 11. oktober:
Føroyar – Aserbadjan (19.45) Beinleiðis á FM1
Sunnudagin 14. oktober:
Føroyar – Kosovo (17.00) Beinleiðis á FM1
NATIONS LEAGUE:
DEILD D – BÓLKUR 2:
1.
Kosovo 4 (stig)
2.
Føroyar 3
3.
Aserbadjan 2
4.
Malta 1