hósdagur 11. oktober 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Katalanski loysingarleiðarin skal
nú leggja Tjóðveldi lag á loysingar
taktikkin. Men tað krevur, at Tjóð
veldi velur Jørgen fram um Aksel
Føroyingar hava næstan gloymt tað aftur, at
Tjóðveldi er ein loysingarflokkur.
Tey sum minnast aftur í sjeyti- og átta
tiárini minnast Tjóðveldi, tá tað hevði lagt
ultimativu stevnuna um loysing til viks
og royndi at reka praktiskan politikk. Tað
kulmineraði við, at Tjóðveldi fór í samgongu
við Sambandsflokkinum, sum næstan gjørdi
enda á flokkinum.
Men so kom Høgni Hoydal og »fekk
flokkin á beint aftur«. Saman við Fólkaflokk
inum og Sjálvstýrinum setti flokkurin sær
fyri, at nú skuldi Føroyar loysa frá Danmark.
Tað mundi riggað – og so var tað, at Fólka
flokkrin leyp frá og vildi ikki verða við í ætl
anini hjá Høgna Hoydal og Tjóðveldi meira.
Fullveldisætlanin er eitt farið kapittul í
føroyskari politiskari søgu. Tað tyktist eitt
skifti, sum um ein stjórnarskipan kundi
savna allar flokkar á tingi um, at sjálvsav
gerðarrætturin er okkara at gera av, um vit
skulu loysa frá Danmark. Men aftur kom
politikkur í.
Tjóðveldi hevur seinastu árini aftur lagt
seg eftir at reka praktiskan politikk, sum
sjálvandi er neyðugur, um gróðrarbotnur
skal skapast fyri loysingini, tá hon kemur –
um hon kemur.
Hóast bæði Tjóðveldi og Framsókn hava
loysingina í sínum skjaldramerki, so er ilt
at síggja, at sitandi samgonga virkar fyri, at
Føroyar skulu úr ríkisfelagsskapinum við
Danmark. Løgmaður hevur proklamerað
Javnaðarflokkin sum ein »samríkisflokk«, og
harvið tykist tað at vera.
Málini vóru stór, sum samgongan setti
sær fyri, so tað er kanska ikki so løgið, at
stundir ikki eru at tosa um loysingina.
Men fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldi
hevur ikki tosað um annað enn sjálvsav
gerðarrættin. Lars Løkke Rasmussen man
troyttast av spurningunum um sjálvsavgerð
arrættin.
Í dag hevur hann so fingið katalanska
loysingaleiðaran, heimsgitna Carles Puigd
emont at koma til Føroya at leggja lag á.
Tað er ikki hissini gestur hjá Tjóðveldi at fáa
hendanvegin. Um tað hjálpir upp á loys
ingina, er óvist.
Men skal Tjóðveldi gera sær vónir um tað,
sum mugu tey lata Aksel fara og kjósa sær
Jørgen til løgmann.
Piugdemont skal skerpa loysingartónan
Les eisini blaðið
á telefonini
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
12. OKTOBER 2018
Vilt tú eisini
verða lærlingur
innan húsasmíð?
Vit søkja eftir 2 lærlingum at byrja skjótast
gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Krøv og væntanir til umsøkjaran: Tú mást
vera nærlagdur, hava áhuga í at læra eitt væl úr
hondum greitt handverk. Eisini er neyðugt, at tú
ert virkin, jaligur og vísir góð evnir at samstarva.
Vit bjóða spennandi uppgávur, har tú sleppur
at royna teg innan nógv ymisk øki av hand verki
num gjøgnum lærutíðina. Vit leggja somuleiðis
stóran dent á at hava trygd og trivnað á
arbeiðsplássum okkara.
Eysturlon er byggifyritøka, við royndum yvir
35 ár, um 35 starvsfólkum, og hava vit fleiri
verkætlanir koyrandi samstundis. Gott høvi er at
royna mangt ymiskt innan handverki.
Ert tú áhuga /áhugaður í at
koma í læru hjá okkum ella vilt tú
bara hoyra nærri, ert tú vælkomin at
ringja ella senda sms á tlf. 284256, Jógvan Hans,
ella á tlf. 283577, Anna Maria.
Umsókn við avriti av prógvum og lívsgongdar
lýsing (CV )skal sendast til eysturlon@eysturlon.fo
ella á postadressu:
Eysturlon
Smyrilsvegur 3
Postboks 37
110 Tórshavn
Umsóknin skal vera okkum í hendi seinasta
lagi fríggjadagin 26. oktober 2018
Eysturlon | Smyrilsvegur 3 | FO-100 Tórshavn | Tel. +298 28 42 56 | eysturlon@eysturlon.fo | www.eysturlon.fo
Eysturlon er eitt byggivirki, ið hevur yvir 35 ára royndir innan nýbygging og umvæling. Vit hava bygt og
umvælt bæði størri og smærri bygningar við sera góðum úrslitum. Hjá Eysturlon arbeiða uml. 35 starvsfólk.
Søk áðrenn fríggjadagin 26. oktober
Smyrilsvegur 3
FO-100 Tórshavn
Føroyar
Tel. +298 28 42 56
eysturlon@eysturlon.fo
www.eysturlon.fo
S T A R V S L Ý S I N G