týsdagur 16. oktober 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. oktober 2018 · Nr. 120
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stjórin á kreppuraktu útvarpsstøðini
R7, sum er komin í rasshaft av send
ing hjá Óla Breckmann, er ikki mjúk
ur í orðum í verjurøðu, har hann eis
ini vevur Sosialin og Miðlahúsið uppí.
Sigast skal, at Miðlahúsið eigur
hvørki lut ella deil í orrustuni um
R7. Men vit skilja væl at fólk, sum
til dømis hava ættleitt børn úr Asia,
verða provokerað av haturstalu hjá
Óla Breckmann. Tað er ikki ókent –
og púra menniskjansligt.
Men at tað skal fáa lógarsmið á
tingi at hótta við at avtaka miðla
stuðulin sigur okkum, at tingmaður
ikki rættiliga dugir sær hógv. Tí sjálv
andi er tað ikki ein uppgáva hjá ein
um løgtingsmanni.
Á onkran hátt hevur stjórin á R7
fingið Miðlahúsið í rangastrúpan.
Hví skal tað, at Rigmor Dam, ment
amálaráðfrú, ætlar sær at átala R7
fyri haturstalu knýtast saman við
mál um Bjarna Hammer, sum í Sosi
alinum varð avdúkaður fyri bjóða
ungum kvinnum hassj? Hví skuldi
mentamálaráðfrúan átalað Sosialin
fyri tað? Bjarni Hammer hevur ikki
ein gong sjálvur átalað Sosialin. Hann
hevur ikki meldað Sosialin fyri æru
meiðing, og hann hevur heldur ikki
kært Sosialin fyri Fjølmiðlanevndini.
Hví í allari víðu verð skuldi lands
stýriskvinnan í mentamálum so
átalað Sosialin? Sum ein annar for
dómsfullur Bjarni Djurholm roynir
R7-stjórin eisini fyrigykla eitthvørt
misteinkiligt samband millum Rig
mor Dam og Miðlahúsið, tí hon hevur
arbeitt sum journalistur í Miðlahúsi
num – »og at hon ætlaði tað mesta av
miðlastuðlinum til Miðlahúsið...«
Hvat er hetta fyri undirbrotligt
vrøvl? Jú, Rigmor Dam sendi ein sms
til blaðstjóran á Sosialinum og spurdi
um nøkur tøl. Samstundis sum Óli
Breckmann í sama viðfangi ringdi
til blaðstjóran um tað sama, tá hann
royndi at ávirka sínar partamenn.
Vit hava nógva vitan í Miðlahúsi
num um, hvat krevst fyri at reka priv
atar miðlar í Føroyum, sum vit fegin
luta við politikarar, um neyðugt.
Konseptið við at hava ein gaml
an politikara sum radiovert kann
vera gott. Vit hava góðar eygleiðar
ar millum gamlar politikarar. Men
tað krevur nakað av miðlinum, sum
í hesum føri R7 – og tí gamla politik
aranum. Tað er so týðuligt í hesum
føri, at tað ikki er útvarpsstøðin, sum
stýrir, men heldur verturin. Støðin
roynir at skáka sær undan við, »at
hon ikki er samd við tí, sum verður
ført fram í sendingunum«.
Okkurt skal barnið eita. Men væl
signaðir menn takið ábyrgd. Halda
tit, at haturstalan frá sjeytiárunum
hóskar til tykkara virðisgrundarlag
og selur lýsingar í tykkara miðli, so
koyrið á.
Reisið tykkum so og verjið tað
heldur enn at misteinkja og grenja
um okkum onnur.
Og gevið gætur, at tað er so
býtt at grenja um okkum onnur
VERJIÐ HELDUR BORG R7'ARAR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Vilt tú eisini
verða lærlingur
innan húsasmíð?
Vit søkja eftir 2 lærlingum at byrja skjótast
gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Krøv og væntanir til umsøkjaran: Tú mást
vera nærlagdur, hava áhuga í at læra eitt væl úr
hondum greitt handverk. Eisini er neyðugt, at tú
ert virkin, jaligur og vísir góð evnir at samstarva.
Vit bjóða spennandi uppgávur, har tú sleppur
at royna teg innan nógv ymisk øki av hand verki
num gjøgnum lærutíðina. Vit leggja somuleiðis
stóran dent á at hava trygd og trivnað á
arbeiðsplássum okkara.
Eysturlon er byggifyritøka, við royndum yvir
35 ár, um 35 starvsfólkum, og hava vit fleiri
verkætlanir koyrandi samstundis. Gott høvi er at
royna mangt ymiskt innan handverki.
Ert tú áhuga /áhugaður í at
koma í læru hjá okkum ella vilt tú
bara hoyra nærri, ert tú vælkomin at
ringja ella senda sms á tlf. 284256, Jógvan Hans,
ella á tlf. 283577, Anna Maria.
Umsókn við avriti av prógvum og lívsgongdar
lýsing (CV )skal sendast til eysturlon@eysturlon.fo
ella á postadressu:
Eysturlon
Smyrilsvegur 3
Postboks 37
110 Tórshavn
Umsóknin skal vera okkum í hendi seinasta
lagi fríggjadagin 26. oktober 2018
Eysturlon | Smyrilsvegur 3 | FO-100 Tórshavn | Tel. +298 28 42 56 | eysturlon@eysturlon.fo | www.eysturlon.fo
Eysturlon er eitt byggivirki, ið hevur yvir 35 ára royndir innan nýbygging og umvæling. Vit hava bygt og
umvælt bæði størri og smærri bygningar við sera góðum úrslitum. Hjá Eysturlon arbeiða uml. 35 starvsfólk.
Søk áðrenn fríggjadagin 26. oktober
Smyrilsvegur 3
FO-100 Tórshavn
Føroyar
Tel. +298 28 42 56
eysturlon@eysturlon.fo
www.eysturlon.fo
S T A R V S L Ý S I N G