týsdagur 16. oktober 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. oktober 2018 · Nr. 120
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
– Vit eru liðurin millum
leiðslu og næmingar
Næmingarnir á Glasi valdu í síðstu viku næmingaráð at umboða allar næmingarnar
Sólvá Lindenskov Róadóttir
Næmingar á Glasi høvdu fríggja
dagin
28.
september
atkvøðu
greiðslu, har nýtt næmingaráð var
sett at umboða allar næmingarnar
á Glasi. Tað serstaka við nýggja
næmingaráðnum er, at tað er
skipað javnt, soleiðis at allar deild
irnar á skúlanum hava umboð í
næmingaráðnum, og at atlit er tikið
til bygnaðin av kynunum í ráðnum.
Síðan næmingaráðið var sett, hava
tey arbeitt við ymiskum sum næm
ingar, ynskja at leiðslan skal fáa at
vita og betra um, og tað virkar til
at leiðslan tekur ymisku áheitarnir
nar til sín, sigur Súsanna Nielsen,
næstforkvinna í næmingarráðnum
á Glasir.
Síðan skúlagongdin á Glasir
byrjaði í august, hevur nógv rok og
kjak verið, um ymisku fyrimunirnir
og vansarnir við bygnaðinum og
innrættingini av skúlanum. Eitt nú
at allur skúlin er glas og tískil ger
tað trupult fyri summi at savna
tankarnar og fylgja við, og so tað,
at tað er meira hugsað um útsjónd
enn nýtslu av skúlanum.
Til hetta sigur Súsanna Nielsen,
at tað var við vilja, at skúlin skuldi
vera glas, og tí er innættingin gjørd
soleiðis, at um tú verður forstýrað
ur av at síggja út, so ber til at venda
borðinum soleiðis, at tú fært sum
best burturúr.
- Vit eru komin burtur frá hesum
typisku rekkju borðunum, tað er
meira frítt, hvussu tú vil fylgja við,
eitt nú hvønn veg tú vendur, leggur
Rókur Herup Olsen, formaður í
næmingarráðnum, afturat.
Næmingaráðið er fyri allan skúl
an, tað eru umboð fyri allar deildir,
og allir næmingar hava rætt at
stemma upp á øll, óansæð hvørjari
deild tey eru á. Síðan næmingaráðið
var sett, hava tey arbeitt við ymisk
um, sum næmingar ynskja verður
tikið til eftirtektar á Glasir. Millum
annað hava gøtuljós á parkerings
plássunum verið eitt evni, ið næm
ingar ynskja verður hugsað um,
nú myrkari tíðir nærkast, og hetta
hevur leiðslan tikið til sín, siga
Rókur Herup Olsen og Súsanna
Nielsen. Eisini hevur prát verið um
innrætting og gardinur, soleiðis at
sólin ikki forstýrar, men næming
arráðið vil verða við, at leiðslan
er ógvuliga góð at arbeiða saman
við, sum ger tað lættari at umboða
næmingarnir og at verða hoyrdur.
- Vit eru liðurin millum leiðsluna
og næmingarnir, okkara uppgáva
er at sløkkja eldar og umboða
næmingar, og leiðslan er ógvuliga
góð til at samarbeiða, sigur Adam
Andreassen, nevndarlimur í næm
ingaráðnum.
Um umstøðurnar á skúlanum
siga tey, at sum heild eru umstøð
urnar ógvuliga góðar. Tey leggja
dent á, at umstøðurnar á eitt nú
Studentaskúlanum í Hoydølum
vóru »út av lagið vánaligar«.
- Tað eru vesir á aðruhvørjari
hædd, og elevatorar á hvørjari
hædd, so umstøðurnar eru góðar,
sigur Rókur Herup Olsen. Í høvuðs
bygninginum í Hoydølum var bert
vesi á fyrstu hæddini, leggur hann
afturat.
Tað er eisini umráðandi at hava í
huga, at Glasir er ein nýggjur bygn
ingur, sum enn er undir bygging,
tískil er skúlin viðbrekin og hevur
ávísar feilir. Men har tað eru feilir,
er pláss at betra um og arbeiða feil
irnir burtur, sigur Súsanna Nielsen.
Vit royna at arbeiða okkum
burtur frá ymisku siðvenjunum,
skúlarnir høvdu frammanundan
og skapa nýggjar, soleiðis at skúlin
gerst ein eind og ikki verður deildur
í fleiri bólkar. Til dømis hava vit í
dag framsýning í matarsteðginum,
har fleiri deildir á skúlanum hava
arbeitt saman fyri at fáa tað í lag,
sigur Súsanna Nielsen.
Sum heild gongur tað væl at fáa
skúlan samlaðan til eina eind, tí
allir skúlarnir eru á einum stað nú,
summi eru glað um at tey sleppa at
ganga á ymiskum deildum og enn
ganga í sama skúla sum vinfólkini.
Tað haldi eg eri tað góða við Glasir,
man hevur fleiri valmøguleikar,
man velur ikki skúla eftir hvar
vinfólkini fara, tí øll fara í sama
stað, sigur Súsanna Nielsen. Tað
vil siga, at man kann fylgja sínum
áhugamálum og enn verða saman
við vinfólki. Eisini ber tað til, at
byggja lestnaðin soleiðis, at 20 pro
sent av tínari leið verður sameinað
við fak frá øðrum leiðum, um man
vil tað.
Til síðst leggur Adam Andreas
sen afturat, at sum heild eru næm
ingarnir nøgdir við skúlan, men
tað kemur at verða nakað, man
má venja seg við, also hetta at alt
er glas.
- Tað tók mær umleið tvær vikur
at venja meg við at síggja fólk
ganga uttan fyri skúlastovuna,
men nú forstýrar tað meg slett ikki.
Sjálvandi er tað ymiskt fyri øll, men
tað er nakað man venur seg við, sig
ur Adam Andreassen til seinast.
Hesi sita í næmingaráðnum á
Glasi:
Rókur Herup Olsen er formaður
Súsan Nilssen er næstforkvinna
Ida á Reynatúgvu er skrivari
Fríði Magnussen er kassameistari
Restin av nevndarlimunum eru:
Páll Rubek Joensen
Heiðrun Hammer Erlingsson
Adam Andreassen
Sámal Pauli B. Petersen
Eyðstein Johansen
GLASIR