týsdagur 16. oktober 2018síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN OKTOBER 2018
4 KVEIK
Hallur av Rana
Vit byrja øll við einum og meðan tað hjá summum verður
verandi tað sama alt lívið, so eru tað fleiri, ið skifta tað fleiri
ferðir gjøgnum lívið. Nøkur hava eitt sum barn, eitt tá tey
fara undir lestur, eitt tá tey verða gift, eitt tá børnini krevja
meira pláss og eitt, tá børnini eru flutt aðrastaðni.
Men óansæð hvussu nógv vit hava havt, so vita vit altíð
hvar tað núverandi er. Staðið, ið man kann altíð venda aftur
til. Útgangsstøðið. Har dagurin vanliga byrjar og endar. Har
tær minniligu løturnar henda. Eitt stað ríkt við minnum,
góðum og ringum. Eitt stað, ið hóast vit eru langt av landi
skotin, aldrin fer heilt frá okkum. Vit tosa sjálvandi um
okkara heim.
Men hóast vit øll hava eitt heim, so er tað eitt av teimum
hugtøkum, ið er rættiliga torført at allýsa. Sambært the
Smithsonian Magazine, ið verður útgivið av amerikanska
vitanarstovninum av sama navni, er hugtakið heim einans
ein roynd hjá okkum menniskjum at skipa og bólka pláss
í okkara huga.
- Heima er heima. Og alt annað er ikki heima, skrivaði
Verlyn Klinkenborg í greinini í the Smithsonian Magazine
aftur í 2012, tá hon skuldi allýsa hugtakið.
Sprotin ger eisini eina roynd at allýsa orðið og veitir eina
meira jarðbundna allýsing av orðinum. Heim er staðið, har
ein persónur býr.
HEIM1
1 staður har ein býr, heimbýli, heimahús, heimvist, hús,
bústaður, heimbygd 2 stovnur (3) fyri fólk ið treingja til
hjálp og ikki klára seg sjálv; sms. t.d. barna-, elli(s)-, hvíldar-,
lærlinga-, sjómans-, umlættingar-, vallara-
TIKIÐ FYRI GIVIÐ
Óansæð hvussu hugtakið heim verður allýst, so er talan um
eitt hugtak, ið er ein so stórur partur av okkara samleika
sum menniskja, at tað í okkara máli verður tikið fyri givið,
at ein persónur hevur eitt heim. Um ikki, so verða onnur
lýsingarorð sett á tey, ið staðfestir, at tey ikki hava eitt
heim.
Um ein føroyingar ikki hevur eitt heim, so er heimleysur
mest vanliga orðið at lýsa viðkomandi. Og meðan flestu
mentanir á okkara leiðum hava sama hugburð um heim
sum vit, so eru tað nakrar mentanir kring heimin, at heim
ikki er eitt fast fysiskt stað. Teir fólkabólkarnir verða
vanliga nevndir nomadar.
Sum heild í vesturheiminum verður tó tikið fyri givið, at
øll hava eitt heim, og er virksemið í heiminum eisini fevnt
av yvirlýsingini um mannarættindi hjá Sameindu Tjóða frá
1948. Í §12 í ST-mannarættindayvirlýsingini verður staðfest.
- Eingin eigur at vera fyri tilvildarligari uppílegging í
persónlig viðurskifti, heimalív ella brævaskifti, ei heldur
fyri æruskemd ella útspilling. Øll eiga rætt til lógarvernd
fyri slíkari uppílegging ella ágangi.
SKAPA OKKARA EGNA HEIM
Hvussu hugtakið verður lýst og ikki, so er tað í stóran mun
vit sjálvi, ið avgera hvussu okkara heim sær út. Tað eru
vit sjálvi, ið avgera hvar tað er, hvussu tað sær út, hvat tað
inniheldur og hvørji onnur menniskjur búgva har.
Heimið lýsir hvørji vit veruliga eru. Tað endurspeglar
okkara samleika, tað okkum dámar, okkara søgu og hvaðan
vit koma frá. Meira enn nakað annað kann tað fortelja
øðrum hvørji vit eru.
Og eins og øll menniskjur eru ymisk, so eru øll heim
eisini ymisk. Tí tey endurspegla okkara samleika, sum
persónar og familjur. Tað er tað, ið ger heima heima.
hallur@sosialurin.fo
HEIMA ER HEIMA
Men hóast vit øll hava eitt heim, so er tað eitt av teimum
hugtøkum, ið er rættiliga torført at allýsa. Sambært the
Smithsonian Magazine, ið verður útgivið av amerikanska
vitanarstovninum av sama navni, er hugtakið heim einans ein
roynd hjá okkum menniskjum at skipa og bólka pláss í okkara huga