týsdagur 16. oktober 2018síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN OKTOBER 2018
12 KVEIK
Durita Adela Joensen
Omma mín plagdi at geva sær stundir at borðreiða,
líkamikið um tað var eitt kaffiborð ella vanligur døgurði
við fiskafrikkadellum, so stóð grýtan ikki á borðinum. Hon
koyrdi alt upp í føt, eplini í eitt og fiskafrikkadellurnar í eitt
annað. Hetta gjørdi, at tú føldi, at tú sat til háborðs ein púra
vanligan dag í viku. Hon lærdi okkum, at við at koyra matin
í skálir og føt ella suppuna í eina terrin, kundi tað sínast
vakrari og leskiligari.
Ofta hava vit ikki stundir til at gera tað heilt stóra
burturúr. Tá ið vit koma heim frá arbeiði, skulu vit gera
nátturða, ofta skal tað helst ikki taka meira enn einar 20
minuttir, tí vit eru øll svong. Børnini skulu gera skúlating,
vaskimaskinan skal setast ígongd, dagur og vika byrjar
klokkan 19 og børnini skulu í song.
Men skal tað taka so langa tíð at borðeiða?
Vit munnu øll eiga eitt pent stell, dúk og stakar at pynta við.
Niðanfyri hava vit eitt dømi um, hvussu vit kunnu borðreiða
við at brúka eitt vakurt stell, ljós, dúk og toyserviettar.
Um tú veitst, hvat tú vilt nýta til borðreiðingina, tekur
tað hægst 10 minuttur eyka. Men ein fragd fyri eyga hjá
teimum sum sita til borðs ein púra vanligan gerandisdag
ella um vikuskiftið, tá øll hava frí og eru savnað kring borið.
GRÝTAN Á BORÐIÐ ELLA?
Prei: Set allar tær smáu
skálirnar, føt og breyð
á eitt bretti, soleiðis
at alt er samlað. Tað
er dekorativt og kann
sýnast ruddiligari,
tá ið alt tað smáa
stendur saman.