týsdagur 16. oktober 2018síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN OKTOBER 2018
14 KVEIK
Sólvá Lindenskov Róadóttir
Fyri tey flestu er eitt bústaðarkeyp ein sera stór avgerð
og helst tann størsta íløgan, tá ið samanum kemur. Av tí
at bústaðarlánið lættliga kann verða størsta mánaðarliga
útreiðslan hjá teimum flestu kemur bústaðarkeypið at
hava stóra ávirkan á peningaligu viðurskiftini hjá øllum,
ið ætla sær at keypa bústað ella longu eiga bústað. Tó so,
er vegleiðing tøk til einstaklingar, soleiðis at tú sum kundi
fært tað tær tørvar. Hetta sigur Jóna M. Hammer, ráðgevi
í BankNordik.
AT FÁA RÁÐ
Tað er umráðandi, at man sum bankaráðgevi tekur støðu
til tørvin hjá tí einstaka kundanum, tí eingin kundi hevur
sama tørv, og tað er ikki altíð eitt og sama lánið, sum er
besta loysnin fyri øll, sigur Jóna M. Hammer. Tí verður
tilrátt, at tú tosar við bankan um ymsu møguleikarnir, sum
eru, áðrenn tú tekur lán, soleiðis at tú hevur tíð at hugsa teg
um og velja ta fíggingina, ið hóskar best til tín tørv.
Jú størri eginfígging er til húsakeypið, jú bíligari verður
fíggingin og tí er tað ein fyrimunur um ein hevur eina
samansparing til keypið, áðrenn lánið verður tikið. Tað
gevur tær eisini størri fíggjarligt rásarúm og kann hava
týdning fyri tín gerandisdag og tínar møguleikar. Ynskir
tú at kunna ferðast javnan ella hava ráð til okkurt serstakt
frítíðarítriv so er umráðandi, at tú eisini leggur upp fyri
hesum, tá ið tú hugsar um at keypa bústað.
HVAT LÁN HÓSKAR BEST TIL MÍN?
Tað er umráðandi fyri okkum, at vit nøkta tørvin hjá
kundanum, so vit finna ta loysn, ið loysir seg best fyri
kundan, sigur Jóna M. Hammer.
Tá tað kemur til bústaðarlán, ber til at velja millum tvey
ymisk lán, tey eru realkredittlán og bankalán. Munurin á
lánunum er í grundini, at bankalán kemur úr bankanum,
og realkreditt kemur frá realkredittstovni í samstarvi við
bankan.
REALKREDITT:
•
Velja at áseta fasta ella skiftandi rentu
•
Kann gjaldast aftur í upp til 30 ár
•
Ber til at tilpassa tíðarskeið við rentum til tín tørv
•
Til ber at velja afturdráttarskáa í upp til 5 ár
•
Eitt realkredittlán kann í mesta lagi vera 80% av
virðinum av ognini
•
Renturnar er samansettar av rentu og bidrag;
renturnar eru fastar, men bidragið kann broytast.
Seinastu uml. 10 árini er tað lækkað, og er tað nú 1,5%.
•
Ber til at sameina við bankalán
BANKALÁN:
•
Er eitt lán frá bankanum
•
Kann gjaldast aftur í upp til 30 ár
•
Rentan er skiftandi og verður ásett eftir gongdini á
fíggjarmarknaðinum. Tískil kann rentan lækka og
hækka, og neyðugt er at hava pláss í fíggjarætlanini,
um rentan hækkar.
•
Verður veitt sum annuitetslán ella seriulán. Við
annuitetsláni hevur tú eins stór mánaðarlig lánsgjøld
øll árini. Við seriuláni hevur tú fastar avdráttir, men
gjøldini fyri rentur minka hvørt ár í samsvari við
restskuldina.
•
Ber til at sameina við realkredittlán
Við realkreditt eru sum sagt fleiri møguleikar, har bankin
hjálpir tær og vegleiðir teg soleiðis, at tín tørvur verður
nøktaður. Til ber at taka lán við afturgjaldi upp til 30 ár,
har tú eisini kanst velja, um tú vilt hava fasta ella skiftandi
rentu. Velur tú skiftandi rentu, verður rentan fastsett í
½ - 5 ár, vanliga til lægri rentu enn lán við fastari rentu. Tá
tíðarskeiðið er runnið, verður rentan fastsett í eitt nýtt
tíðarskeið, ella tú kanst velja at leggja lánið um til fasta rentu.
Hvørja ferð rentan verður fastsett, verður mánaðarliga gjaldið
roknað út av nýggjum. Mánaðargjaldið hækkar og lækkar
tí í afturgjaldingartíðini, og tað er tí neyðugt, at tú hevur
fíggjarligt rásarúm, um rentan hækkar.
- Rentan hevur verið fallandi í fleiri ár, og er nú
søguliga lág, so møguliga hevði tað verið fínt at tikið eitt
realkredittlán við fastari rentu í eitt longri tíðarskeið,
meðan rentan er so lág, sigur Jóna M. Hammer. Um tú velur
fasta rentu í 30 ár, kann lánið blíva eitt vet dýrari enn eitt
bankalán, men tá er fyrimunurin tann, at tú kennir tína
lániútreiðslu tey næstu nógvu árini. Tú kanst síggja tað
sum ein bílig trygging ímóti, at rentan fer upp næstu 20
ella 30 árini.
- Realkreditt er lutfalsliga nýtt í Føroyum, men hevur
verið brúkt í Danmark í meira enn 200 ár, leggur Jóna M.
Hammer afturat. Tað ber eisini til at sameina realkreditt
og bankalán, og tað kann í summum førum loysa seg at
sameina lánini.
ENDURSKOÐAN AV LÁNI
Tað er umráðandi at endurskoða bústaðarlánið regluliga,
av tí at umstøður kunnu broytast, sum fáa ávirkan á tína
fíggjarstøðu, og tí at nýggir møguleikar kunnu koma,
sum passa betur til tín tørv. Hevur tú bankalán, kann tað
møguliga loysa seg betur fyri teg at umleggja lánið til eitt
realkredittlán. Í BankNordik mæla tey sínum kundum til at
koma framvið til eitt prát við ein ráðgeva til tess at tryggja,
at lánið er tað rætta til tann einstaka kundan.
- Ein húsafígging er ein stórur postur at gjalda, og eins
og tá ið tú fert til tannlækna, ella koyrir bilin til sýn, so skal
lánið eisini endurskoðast regluliga, sigur Jóna M. Hammer.
TOSA VIÐ BANKAN, FÁ RØTTU VEGLEIÐINGINA
Fyri at tryggja sær, at man tekur røttu avgerðina, er tað
umráðandi, at man leitar sær vegleiðing frá bankanum. Tað
lánið, sum var tað rættað fyri 10 árum síðani, er møguliga
ikki tað rætta lánið í dag. Kanska tú hugsar, at tað er
trupult, at seta seg inn í allar treytirnar, tá tað kemur til
bústaðarlán, men tá er bankaráðgevin har til tað sama
og vegleiðir og hjálpir tær at velja rætt. Tað veldst alt um
samlaðu fíggjarligu støðuna hjá hvørjum einstøkum, og av
tí at lánið kann umleggjast, soleiðis at tað passar til tørvin
hjá tí einstaka, er tað eyðsýnt at tosa við ein bankaráðgeva
og finna tað røttu loysnina.
- Tað er umráðandi fyri okkum, at kundin skilur treytir,
fyrimunir og vansar við at taka tey ymisku lánini, leggur
Jóna M. Hammer afturat.
HVAT UM RENTAN HÆKKAR?
Tað, sum er umráðandi, tá ið renturnar eru so lágar er,
at man vísir á fyrimunir og vansar við báðum lánunum,
tá kundin kemur inn, sigur Jóna M. Hammer. Nógv hava
lán við skiftandi rentu, og eru møguliga ikki klár yvir, at
lánið kann gerast dýrari, um rentan hækkar. Hetta kann
koma sum ein skelkur hjá fólki, ið hava vant seg við sera
lágu rentuna seinastu árini. Tí er tað umráðandi, at tú nú,
meðan rentan er lág, tekur støðu til, um tað kann verða ein
fyrimunur fyri teg at umleggja lánið frá skiftandi til fasta
rentu, leggur Jóna M. Hammer afturat til seinast.
STØRSTA ÍLØGAN
Í LÍVINUM
»
Jú størri egin
fígging er til
húsakeypið, jú bíligari
verður fíggingin og tí
er tað ein fyrimunur
um ein hevur eina
samansparing til
keypið, áðrenn
lánið verður tikið
»
Eins og tá ið tú
fert til tann
lækna, ella koyrir
bilin til sýn, so skal
lánið eisini endur
skoðast regluliga