týsdagur 16. oktober 2018síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN OKTOBER 2018
16 KVEIK
Sólvá Lindenskov Róadóttir
Heimið er tryggi karmurin um lívið hjá tær og tínari
familju, og tí er tað ógvuliga umráðandi at hava røttu
tryggingarnar. Um tú kemur í ta óhepnu støðu, at heimið,
aðrar ognir ella tú sjálv/ur fært skaða, er tað ein fyrimunur
at hava neyðugu tryggingarnar, soleiðis at tú ikki stendur
á berum, men hevur eitt fíggjarligt trygdarnet, sigur Heidi
í Homrum, tryggingarráðgevi í Trygd.
SETHÚS
Tá Trygd tryggjar sethús, verða tey nývirðistryggjað. Í
stuttum merkir hetta, at nýtt dekkar gamalt. Tað vil siga,
at tú til dømis hevur eina takrennu, sum dettur niður av
tungum kava ella illveðri, fært tú eina nýggja endurgoldna.
Og tað sama er galdandi um húsini brenna, so fært tú eini
nýggj hús. Tað er sostatt ikki neyðugt at seta eina upphædd
á sethúsatryggingina. Tað er tó neyðugt at upplýsa
fermetratalið á húsunum, sum skulu tryggjast.
- Fyri at tryggja, at kundarnir hava allar tryggingarnar í
lagi, ringi eg javnan og spyrji, um teir eitt nú hava bygt út,
innrættað o.s.fr., soleiðis at tryggingin er í lagi, skuldi nakað
hent, sigur Heidi í Homrum.
MINST TIL AT BOÐA FRÁ, UM
UMSTØÐURNAR BROYTAST
Um tú eitt nú hevur teknað eina sethúsatrygging fyri
10 árum síðan, og nú velur at innrætta kjallaran, er tað
umráðandi, at tú minnist til at boða tryggingarfelagnum
frá hesum. Hetta kemst av, at innrættingin økir um virðið
á sethúsunum, og hesum má hædd takast fyri í sjálvari
tryggingini. Hetta er eisini galdandi, um tú t.d. byggir
ein bilskúr, amboðsskúr, úthús ella eitthvørt, sum ger, at
fermetratalið á húsinum veksur.
Í dag er tað heldur ikki púra óvanligt, at hava hitapott
ella gosbað uttan fyri húsini, og hetta má ein eisini minnast
til at kunna tryggingarfelagið um.
TRYGGJA ALT TAÐ LEYSA
Familjutryggingin fevnir um alt privat innbúgv sum eitt nú
møblar, klæðir, køksamboð o.a. Og her skalt tú sjálv/ur áseta
tryggingarupphæddina. Tað er ikki altíð so lætt at meta um
røttu upphæddina, men her kann Trygd vegleiða teg.
- Um tú eigur innbúgv fyri 1 mió. kr. er tað umráðandi,
at tú ikki setur tryggingarupphæddina at vera minni enn 1
mió. kr., sigur Heidi í Homrum.
Av tí at innbúgv er nakað sum kann broytast, er tað
umráðandi at kanna javnan, fyri at fáa eina hóming av,
hvussu stórt virðið á innbúgvinum er, sigur Heidi í Homrum.
Sethúsatrygd og Familjutrygd eru hvør sín trygging,
og ein stuttligur máti at greiða frá muninum millum
tryggingarnar er, at um vit ímynda okkum, at vit taka
húsið og venda tí á høvdið, so er innbúgvið at skilja sum
alt tað leysa, ið dettur úr húsinum. Og hetta er fevnt av
Familjutrygd. Alt tað, sum situr fast í húsinum, er tað, sum
hoyrir til Sethúsatrygd. Hitapotturin er tó eitt undantak,
ið hoyrir til sethúsatryggingina, leggur Heidi í Homrum
afturat.
TRYGGJA TAÐ DÝRABARASTA
Ein vanlukkutrygging er sera hent at hava hjá tær og tínari
familju, um onkur tykkara fær varandi mein ella doyr av
eini vanlukku. Tað ber eisini til at tekna eina serstaka
vanlukkutrygging til børnini, sum tryggjar tey, um tey eitt
nú fáa álvarsaman skaða ella tannskaða.
TELEFON, BRILLUR O.S.FR.
Tú kanst eisini tekna ískoytistrygginngar, sum dekka um
tú til dømis missir telefonina á gólv, og hon brotnar, ella
um tann dýri vasin, brillurnar o.s.fr. brotna. Harumframt
hevur Trygd í ár ment eina nýggja trygging til teirra, sum
leiga bústaðin út í styttri tíðarskeið, eitt nú umvegis Airbnb
og annað, sigur hon at enda.
Heidi í Homrum, tryggingarráðgevi hjá Trygd, gevur góð ráð um,
hvat tú skalt hugsa um, tá tú tryggjar teg og tínar ognir
TRYGGINGAR GEVA FÍGGJARLIGA TRYGD
FÍGGJA AV BANK NORDIK