týsdagur 16. oktober 2018síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN OKTOBER 2018
20 KVEIK
Hallur av Rana
Vit kenna øll gula litin innan klædnamóta og sæst
íblásturin eisini aftur innan brúksting og prýðislutur, har
gult og gull hava verið eyðsýnd síðstu árini. Og hóast vit
nærkast einum nýggjum ári, so er líkt til, at vit mugu venja
okkum við litin eina løtu aftrat.
Norðurlendska fyritøkan Nordsjö, ið er partur av
heimsins størstu handilsketu innan máling, hevur
nevniliga valt Spiced Honey, ið kann umsetast til kryddaður
hunangur, til ársins lit.
- Hendan samansetingin av litum hevur fingið íblástur
frá tørvinum hjá okkum menniskjum fyri einum staði við
klárleika og djúphugsni - eitt stað har man kann hugsa. Tað
er ein slættur, poleraður og snøggur litur við einum løttum
kanti. Tað snýr seg um at røkka einum javnvági millum
vakurleikan í boutique-hotellum og ein ektaðan, heimligan
hita, skrivar Nordsjö um ársins lit.
LIVANDI SØGAN
Samstundis hevur kappingarneytin Jotun eisini valt
hvørjir litir tey meta fara at seta dám á 2019 og aftur her
er talan um nakrar róligar litir, ið fyritøkan lýsir fylgjandi.
- Lívið ferð skjótt framvið, meðan okkara samleiki
verður áhaldandi broyttur og mentur. Men títt heim er
livandi søgan um hvør tú ert, fortald í teimum lutum og
litum, ið tú fyllir tað við. Ársins úrval veitir tær íblástur
til at velja teir litir og samansetingar, ið endurspegla og
umfevna tann tú ert – tín egna persónliga samleika, skrivar
Jotun um úrvalið fyri 2019.
Men heldur enn at velja at seta navn á ein lit, ið fer at
eyðkenna komandi árið, setir fyritøkan navn á tríggjar
kenslur, ið lýsa teir litirnar, ið vit fara at leggja merki til í
2019. Tær eru Calm, Refined og Raw, ið kunnu umsetast til
Kvirra, Reinsað og Rátt.
KVIRRA
Savnar seg um vakurleikan í tí einfalda og skapar tíðarleys
rúm har sinnið er frítt og klárt. Einki er óneyðugt, og
hvør einstakur litur og lutur er fullur av góðsku, góðum
handverki og persónligum afturljóði, lýsir fyritøkan Kvirru.
REINSAÐ
Títt heim er ein leingjan av tær. Tað endurspeglar tínar
vónir og minnir. Teir lutir kring teg, ið tú hevur valt, bera
boð og meiningar, ið eru skaptir av listahandverkinum og
litunum, ið eru kring tær, skrivar fyritøkan um Reinsað.
RÁTT
Umgird av fína neyvleikanum av nútíðarsamfelagnum, er
tað lætt at gloyma okkara røtur. Heitu litirnir av mold og
sandi veita eina organiska sissan um tað ráa og sanna; ein
sterkan, men aldrin ráðaríkan stíl og eina róliga, nærmast
bygdasliga atmosferu, er lýsingin av Rátt.
hallur@sosialurin.fo
TANN HUNANGSGULA INNRÁSIN
Tvær av størstu framleiðarunum av máling til føroyska marknaðin hava
kunngjørt síni boð, um hvørjir litir fara at seta dám á heimini komandi ár