týsdagur 16. oktober 2018síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN OKTOBER 2018
22 KVEIK
Á profilinum @justinussenhome kanst tú fylgja við ímeðan
vit byggja okkara dreymahús. Tú kanst fylgja gongdini í
húsabyggingini og hugleiðingum um hvørjar dreymar og
hugskot vit hava við nýggja húsinum.
Dreymurin hevur leingi verið at byggja okkara egnu
hús. Okkara egna reiður.
Tá vit settu okkum niður at hugsa um hvørji krøv og
ynskir vit høvdu til húsini, høvdu vit bæði ein tanka um at
gera húsini so dynamisk sum gjørligt. Vit eiga 3 smá børn,
og vit royndu at seta okkum inn í hvørji krøv og hvønn tørv
vit hava nú, men eisini um 5, 10 og 15 ár.
Vit vildu gjarna hava eini serstøk hús og vistu frá byrjan,
at vit vildu hava húsini arkitektteknaði. Okkum dámdi so
væl stílin hjá Eyðuni Eliasen arkitekti (EYA). Hann var
grundigur og setti seg inní hvussu umstøðurnar vóru
á okkara grundstykki, tók atlit til sólargang, ætt, lívd og
útsýni.
Eyðun dugdi væl at lurta eftir okkara ynskjum og
dreymum og fáa tað niður á pappír. Eftir gott samstarv,
stóðu vit við einum úrsliti, sum vit eru sera nøgd við. Eini
hús í tveimum hæddum við eini hems í einari forskotnari
eyka hædd. Húsið hevur skeivar vinklar, hæddarmunir og
eina heilt serstaka útsjónd, sum vit fullu fyri beinanvegin.
Pápi mín er timburmaður og hann og maður mín
koma at standa fyri timburarbeiðinum inni í húsunum.
Tað fara at vera langir og strævnir dagar, men eisini ein
sera spennandi tíð. Longu frá byrjan, tá gongd kemur á
húsbyggingina, eru tað bæði stórar og smáðar avgerðir, sum
skulu takast allatíð. Avgerðir, sum koma at vera karmur um
okkara framtíðar familjulív í nógv ár.
Børn spæla ofta har sum tey vaksnu eru og tí vildu
vit hava eitt spælirúm til børnini tætt við har sum vit
uppihalda okkum. Um nøkur ár, tá børnini verða størri og
ikki hava tørv á spælirúminum longur, er ætlanin at gera
tað um til hjúnarúm og so geva børnunum hvør sítt stóra
kamar í niðaru hæddini.
Ætlanin er at gera ein heilan vegg í spælirúminum til
ein goymsluvegg við skápum, og eisini byggja eina ‘holu’
ella hems til børnini inni í spælirúminum. (Inspo myndir)
Summar loysnir, sum vit hava valt, eru eitt sindur
ótraditionellar. Á niðaru hæddini hava vit ætlanir um at
leggja eitt lenoleumsgólv ella sikafloor, sum fæst í alskins
litum, er ljóðdempandi og bleytt at ganga á. Vit hava
vent tankanum um at leggja sama gólvið á trappurnar í
húsinum.
DREYMAHÚSIÐ VIÐ
KLINGURSTJØRN
@justinussenhome
Fylgarar: 220