týsdagur 16. oktober 2018síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN OKTOBER 2018
24 KVEIK
Hallur av Rana
Ein av teimum heilt stóru og truplu avgerðunum, tá man
byggir nýtt er hvat slag av gólv man ynskir í heiminum.
Tað sæst eisini aftur á ymiskum heimasíðum á netinum og
bólkum á Facebook, har tað er vanligt at síggja fólk leita
sær ráð um eitt ótal av spurningum. Hvat gólv er flott,
hvørji slítast væl, um tey eru løtt at halda reint, um tað
skal vera træ ella plast og um hiti skal vera undir eru bara
nakrir av spurningunum.
Tað er eisini væl skilligt, tí gólvið er eitt av teimum mest
sjónligu og gjøgnumgangandi lutunum í nýggja heiminum.
Gólvið er saman við veggjunum og loftinum við til at seta
rammurnar fyri restina av heiminum og hevur ein stóran
leiklut, tá sofur, innbúgv, málningar og annað skal keypast.
Um innbúgvið ikki riggar við gólvið er nevniliga lættari at
keypa eina aðra lampu, sofu ella annað, enn tað er at skifta
gólv.
TRÆ OG LAMINAT ERU BEST UMTÓKT
Fyri at fáa svar upp á nakrar av teimum mongu
spurningunum um gólv hevur Kveik vent sær til Monrad
Mouritsen, ið seinastu 35 árini hevur arbeitt sum
gólváleggjari, og kennir tí betri enn flestu til økið. Hann
vísir á, at tá tað kemur til gólv, so eru tað serliga tvey sløg,
ið føroyingar hava verið glaðir fyri seinastu árini.
- Tað eru trægólv og laminatgólv, ið eru nógv tað mest
brúkta í føroysku heimunum í dag. Tað eru nøkur, ið velja at
leggja vinylgólv, men tey eru fá, sigur royndi gólváleggjarin.
Við træ- og laminatgólv er talan um tvey ymisk sløg av
gólvi, ið hava ymiskar fyrimunir og vansar. Hjá teimum,
ið ikki hava nakað ímóti viðlíkahaldi, fellur valið vanliga
á trægólv, ið eisini eru heitari at ganga á enn laminatgólv.
Men um man ynskir at sleppa undan viðlíkahaldinum, so
fellur valið vanliga á laminatgólv, tí har krevst als einki
viðlíkahald.
Meðan træ- og laminatgólv eru millum tey mest seldu
gólvini í dag, so er eitt gamalt rák á veg aftur í føroysku
heimini.
- Sølan av teppum er uppgangandi. Tað hevur annars
verið burtur í longri tíð. Fyri 20 árum síðan tosaði man nógv
um støv frá teppum, og gjørd tað, at fólk valdu tey frá. Men
nú er góðskan á teppum munandi betri og fleiri eru farin at
velja ta loysnina. Serliga í gongum og stovum, har man ikki
ynskir larm, sigur Monrad Mouritsen.
VELJA GÓÐSKU
Ein av høvuðsorsøkunum til, at trægólv eru so væl dámd
í dag, er at tað er vorðið so nógv bíligari enn tað var fyri
nøkrum árum síðan. Tí eru tað fleiri, ið hava ráð til tað í
dag. Men samstundis sæst eisini eitt rák, har fólk gjarna
gera eina íløgu í eitt dýrt gólv.
- Tað eru nógv fólk, sum keypa góða góðska og brúka
pengar upp á gott trægólv. Nábúgvin spyr ikki hvat er inni
í teimum nýggju veggjunum, men spyr um tað, ið sæst. So
fólk ganga høgt upp í tað. Tey sum hava pengar um hendi
eru farin at keypa dýr gólv, fín træsløg og dýr teppir, sigur
gólváleggjarin.
Tað eru serliga tvey sløg av trægólv, eik og fura, ið verða
nógv seld í hesum døgum. Fyrimunurin við eik, er at tað
slitsterkt, meðan fura er gott at ganga á, men slítist nógv
skjótari enn eik. So meðan eitt eikgólv kann halda í 15 ár, so
er neyðugt at skifta furagólv munandi oftari.
Fyri nøkrum árum síðan byrjaðu alsamt fleiri fólk at
leggja hita undir gólvið. Hetta er eitt rák, ið hevur vundið
so nógv upp á seg nú, at tað nærum er eingin longur, ið ikki
ger tað.
- Næsta øll nýggj hús í dag hava hita í gólvinum. Tað
verður oftani gjørt í samband við jarðhita, tí sparingini í
orkunýtslu er so stór, sigur gólváleggjarin.
hallur@sosialurin.fo
GÓLV - EIN HEIMUR FYRI SEG
- Tað eru nógv fólk, sum keypa góða góðska og brúka pengar upp
á gott trægólv. Nábúgvin spyr ikki hvat er inni í teimum nýggju
veggjunum, men spyr um tað, ið sæst. So fólk ganga høgt upp í
tað. Tey sum hava pengar um hendi eru farin at keypa dýr gólv,
fín træsløg og dýr teppir, sigur Monrad Mouritsen, gólváleggjari