týsdagur 16. oktober 2018síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN OKTOBER 2018
26 KVEIK
FÁ MEIRA GLEÐI AV
HAVANUM UM HEYSTIÐ
Hallur av Rana
Tá tað tykist at hava regnað út í eitt í tvær vikur og
lyktarpelarnir hava sveiggjað í vindinum í fleiri dagar,
er skjótt at gloyma tey ljósu summarkvøldini og stillu
heystardagarnar, ið hetta landið eisini hevur at bjóða, og
í staðin suffa yvir, at tað altíð er vánaligt veður í Føroyum.
Tað er ikki heilt rætt, tí um tað er nakað, ið eyðkennir
føroyska veðurlagið, so er tað, at tað er skiftandi. Upp á nakrar
fáar tímar kann man uppliva regn, kava, vind, stilli og sól.
Við slíkum veðrið ræður tað um at gagnnýta tær góðu
løturnar, ið eru, og fáa tað mesta burturúr tí, ið vit hava. Og
eitt sum kann gagnnýtast meira er havin. Flestu føroyingar
hava ein havan, men tey eru ikki nógv, ið brúka havan, tá
summarið er farið afturum.
Havin rúmar nógvar møguleikar um heystið og kann
vera ein keldan til nógvar góðar og hugnaligar løtur, nú
myrkrið legst yvir okkum. Her eru nøkur ráð, um hvussu
man fær størri gleði av havanum um heystið.
hallur@sosialurin.fo
HAVIN SUM FRAMHALD AV STOVUNI
Um man veruliga ynskir at fáa gagn av havanum
ella terassuni, so er eitt gott hugskot at gera okkurt
slag av hurð í stovuni, so at tað ber til at fara
beinleiðis úr stovuni og útum. Tað skal nevniliga
vera líka natúrligt, at seta seg niður á hugnaliga
beinkin ella deiligan stólin á terassuni, sum tað er
at seta seg í sofuna, tá man ynskir at binda frið eina
løtu ella njóta eina góðu løtu við vinum og familju.
Ein slík broyting ger, at havin við eitt verður
ein størri og meira natúrligur partur av
gerandisdegnum heima við hús, tí havin gerst eitt
framhald av stovuni. Við eini slíkari loysn, er eisini
skjótt og lætt at sníkja sær útum við einum kopp av
kaffi fyri at njóta tær góðu løturnar um heystið.
VEL PLANTUR TIL ALT ÁRIÐ
Havar standa vanliga í fullum blóma um várið og
summarið, men tað ber til at hava lív í havanum
alt árið. Tað finnast nevniliga plantur, ið eru
áhugaverdar á vári og sumri, men eisini geva
nakað til havan um heystið og veturin. Tað sum
kann vera áhugavert í havanum um heystið
er serliga litspælið og skapið á plantunum.
Fyri at fáa ein meira áhugaverdan havan um
heystið er týdningarmikið at hava í huga,
at planta plantur við ymiskum eginleikum.
Tað er umráðandi at blanda leyvfallandi og
vetrargrønar plantur og at planta plantur, ið
fáa vakrar heystlitir. Harumframt er vert at
hava í huga, at planta platur, ið tá tær missa
bløðini, kortini hava ein vakran bygnað.
HÁLVTAK ELLA VAKSTRARHÚS
Fyri at kunna njóta havan uppaftur meira, so er tað
eitt gott hugskot at byggja eitthvørt, ið gevur lívd
frá regni. Har eru tað tvær loysnir, ið eru verdar at
hava í huga. Tað fyrra er eitt hálvtak, ið er partur
húsinum. Eitt slíkt ger tað lætt og ómakaleyst at
stíga út um og njóta frísku luftina og vøksturin í
havanum eina løtu, uttan at nýtast at fáa karm.
Um man ynskir at vera uttanfyri uppaftur longri,
so er møguligt at gera sær eitt vakstrarhús í
havanum. Tað er kanska ikki so vanligt í Føroyum,
men kann vera eitt satt frístað, har tað ber til
at slappa av millum alskyns vøkstur, ið trívist í
føroyska veðurlagnum, bara tað fær frið frá vindi.
SKAPA LÍVD Í HAVANUM
Tá man sniðgevur ein havan, kann tað í stóran
mun samanberast við at byggja eini hús. Man
má hava berandi veggir fyri at kunna geva rúm
til annað. Í einum hava kann ein slíkur veggur
vera eitt ein garður, runnar og líknandi.
Hesir veggirnir í havanum eru týdningarmiklir
fyri at skapa neyðuga lívdi frá vindi, so at trø og
plantur hava ein kjans at fóta sær. Men umframt
at geva plantum, runnum og trøum frið til at
veksa, kunnu hesir veggir eisini geva lívd, tá
man fer ein túr út í havan. So hóast tað leikar í
rundanum ein, kann man njóta friðin í havanum.
LJÓS
Heystið er tann árstíðin, tá kvøldini bara
verða myrkari og myrkari. Tað er einki serliga
hugnaligt at sita í bølmyrkri, so um havin skal
lokka ein at koma út, so má ljós vera í havanum.
Men líka sum man ikki bara setir eina perur eitt
tilvildarligt stað í húsinum, so má man eisini
hava eina ætlan fyri ljós í havanum. Hvat slag av
ljósi ynskir man og hvar skal tað vera eru nakrir
av spurningunum, ið støða skal takast til.
Tað kann hjálpa at samanbera við eitt rúm,
har man hevur ymisk sløg av ljósi, so sum ljós
at lýsa upp, tá man etur, ljós at framhevja ein
málning, ljós at skapa hugna og standilampur.
Líka fjølbroytt kunnu ljósini vera í havanum.
Í havanum kann ljós lýsa upp eitt stað, ið
verður brúkt til drekkamunn, tað kann
framhevja eitt vakurt træ ella lýsa upp
eina gøtu, ið gongur framvið húsinum