týsdagur 16. oktober 2018síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN OKTOBER 2018
28 KVEIK
Við góðum og skapandi loysnum, kanst tú meiri enn so,
bæði búgva smátt og gott. Tað krevur bert, at ein hugsar seg
um, tá innrætta verður. Men tað kann vera ein avbjóðing,
at finna útav, hvussu ein á bestan hátt innrættar, tá
kvadratmetrarnir eru fáir, og ynskini eru mong.
Tá ein býr smátt, slepst ikki undan, at raðfesta hvørjir
lutir, tú í veruleikanum hevur tørv á. Tí er eitt gott hugskot,
at sleppa tær av við lutir, ið tú ikki hevur tilknýti til, og sum
als ikki verða nýttir.
Hóast sera avmarkað pláss, høvdu vit eitt ynski um,
at fáa ein nýggjan køk, og síðani at sameina køkin við
goymslupláss og skriviborð til telduna. Av hesum kom
hugskoti, at gera eina reol, við pláss fyri hesum báðum. Vit
ynsktu samstundis eisini, at sleppa framat til vindeygað,
og tí kundu vit ikki, hava køkin uppá longs undir
vindeyganum. Tí komu vit fram til hesa loysnina.
Prei Býrt tú smátt, er eitt gott hugskot, at ikki hava
yvirskáp í køkinum. Uttan yvirskáp sýnist tað lættari og
luftigari inni. Men av tí sama, so verður eisini minni av
goymsluplássi. Hang tí heldur eina, ella tvær hyllar upp í
køkinum. Set lutir á, ið tú veruliga brúkar, so lutirnir ikki
bara standa og samla dust.
AT BÚGVA Í
EINI LÍTLARI
KJALLARAÍBÚÐ
NÝTIST ALS IKKI
AT VERA KEÐILIGT
@biritasjurdaberg
Fylgarar: 1608