týsdagur 16. oktober 2018síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN OKTOBER 2018
30 KVEIK
Durita Adela
Á alnótini finnast alskyns appir, sum kunnu nýtast at finna
íblástur til heimið. Vit hava valt nakrar út, sum vit halda
verða góðar, tá ið tú skal í holt við at gera umvælingar, og
tá ið tú ynskir íblástur.
Houzz er ein app, sum tú kann taka ókeypis niður frá
App store og Google play.
Á hesari appini er tað møguligt at finna íblástur til
alt innan umvælingar, køkar, stovuinnrætting, ella um
tær einans nýtist at finna tað fulkomna sofaborðið, sum
hóskar seg júst til tín. Houzz er eitt netverk av húsánarum
og serfrøðingum, ið kunnu geva tær íblástur. Hetta er eitt
stað, har tú hevur møguleika at skoða og goyma myndir
av vøkrum býlum og vørum. Tað er nemt at deila myndir,
ið geva tær íblástur, við vinfólk og familju, og eisini er tað
møguligt at goyma tær í einari privatari tykisbók
Fá fleiri hugskot til heimið við at lesa greinar, sum rúma
alt frá greinum sum snúgva seg um innrætting til DIY
vegleiðingar.
Houzz er eisini at finna á www.houzz.dk
Litir gera stóran mun í innrættingini, ofta er talan um
prýðislutir, teppir, pútur og annað sum er skjótt at flyta
um tað ikki hóskar seg tll tann s, sum ein ynskir. Eitt sum
er nógv nýtt tey seinastu árini er at mála við alskyns litum.
Ofta kann tað verða tórført at ímynda sær hvussu rúmi
tekur seg út við tí ávísa litinum. Fleiri fyritøkur sum selja
máling, bjóða eina ókeypis app, sum kann takast niður
til bæði android og apple snildtelefonir. Á appinum kann
ein taka mynd av vegginum, sum ein ynskir at málað, fyri
síðan at velja tann litin ein ynskir, áðrenn man brúkar eina
rúgvu av pening fyri síðan at finna útav at nýggji liturin á
vegginum, ikki akkurát var sakin.
VERT ER AT LEGGJA SÆR Í GEYMA,
TÁ EIN SKAL INNRAMMA:
Ynskir tú at lurta eftir myndini sjálvari og tillaga
innrammingina eftir henni?
Ynskir tú, at innrammingin skal tilpassast umhvørvi
num, har myndin skal hanga í?
Kemur myndin at hanga, har hon er serliga útsett fyri
ljósi?
FIF TIL UM TÚ STENDUR VIÐ EINARI
“SKREKK”GULNAÐARI MYND:
Vel ein rammukarm, sum er í kontrast við myndina:
Ein svartur rammukarmur fær tað ljósa í myndini at
tykjast enn hvítari. Ella tú kanst velja ein gulligan/hvítan
rammukarm og síðani eina myrka rammu, so fær man
eisini framprovokerað tað ljósa til at verða hvítari.
WHAT TO DO... HAR STENDUR TÚ PÚRA BLONK/BLANKUR
Hvør ramma? / Hvønn lit av rammukarmi ? / Hvussu stórur
skal rammukarmurin vera ? / Hvat glas skal í o.s.v...
APPIR